Koronavegleiðingar
Dagført: 15. februar 2022
Vísandi til skriv, dagfest 17. apríl 2020 viðvíkjandi flytan av dystum orsaka av korona, skal hervið verða sagt frá, at hesar ásetingar eru settar úr gildi tann 15. februar 2022.
Fótbóltssamband Føroya
Vegleiðing til fótbóltsvenjingar og fótbóltsdystir (dagførd 3. november 2021)
Vegleiðing til venjingar og dystir fyri vaksin (dagførd 28. mai 2021)
Vegleiðing til venjingar og dystir fyri børn og ung (dagførd 28. mai 2021)
Vegleiðing í sambandi við áskoðarar til dystir í Betri Deildini hjá monnum (dagført 2. mars 2021)
Skiftirúm og felagshølir
Kunning um krøv til skráseting av leikaralista
Ferðing hjá landsliðum
———
Tíðindi í samband við korona
24. mai 2021
Allur fótbóltur avlýstur
Av koronastøðuna, sum nú er íkomin, hevur kappingarnevndin hjá FSF avgjørt at avlýsa allan fótbólt
———
2. mars 2021
Koronareglur til áskoðararnar
Í samráð við Koronaráðgevingina, hevur Fótbóltssamband Føroya orðað nakrar leiðreglur í samband við at loyva áskoðarum til dystir í Betri Deildini hjá monnum
———
6. november 2020
Seinasta leikumfar og koronastøðan
Vísandi til, at okkara landslið skulu í dystir í næstum, verður heitt á allar áskoðarar um IKKI at fara inn á vøllin í samband við steypa- og medaljuhandan
———
8. oktober 2020
Kunning til áskoðarar
Í samband við at áskoðarar nú aftur sleppa til landsdystir á Tórsvølli, eru nakrar treytir, ið eru galdandi fyri øll á stadion
———
5. oktober 2020
Nú sleppa áskoðarar til landsdyst
Tá A-landsliðið við monnum fer á vøllin til seinastu heimadystirnar í UEFA Nations League, verður tað við stuðli av áskoðaraplássunum
———
3. oktober 2020
Sóttarhaldsreglur gera um seg (A-landsliðið menn)
Sóttarhaldsreglurnar í Íslandi og Føroym gera, at hvørki Gunnar Nielsen ella Kaj Leo í Bartalsstovu verða við í dystunum móti Danmark, Lettlandi og Andorra, sum verða í næstum
———
23. september 2020
Steðgur í kappingunum komandi dagarnar
Fótbóltssamband Føroya hevur tikið avgerð um fyribils at steðga øllum kappingum, undantikið Betri Deildina hjá monnum, frá í dag av og til og við mánadagin 28. september
———
21. september 2020
Korona ávirkar kappingarnar
Fýra dystir í 1. deild hjá monnum, sum eftir ætlan skuldu spælast týsdagin 22. september, eru fyribils útsettir. Orsøkin er koronatiltøkini, sum eru sett í verk á Glasir og í skúlanum á Fløtum
———
25. august
Áskoðarar aftur til dyst
Starvsnevndin í FSF hevur avgjørt, at frá komandi fríggjadegi sleppa áskoðarar aftur til dystir í føroysku fótbóltskappingunum
———
17. august 2020
Bólturin spakuliga á rull aftur
Leygardagin 22. august fara kappingarnar hjá teimum vaksnu í gongd aftur, og leygardagin 29. august byrja tey yngru aftur at spæla dystir
———
10. august 2020
Steðgurin longdur eina viku
Steðgurin í øllum kappingum hjá FSF, undantikið í Betri Deildini hjá monnum, er nú longdur við einari viku, og er galdandi til og við fríggjadagin 21. august
———
8. august 2020
Undankappingar og venjingarlegur avlýstar
Tað er nógv, ið bendir á, at fleiri av EM-undankappingunum hjá yngru landsliðunum í heyst verða avlýstar. Greitt er í øllum førum, at venjingarlegurnar hjá U15- og U17-gentunum í næstum verða av ongum
———
5. august 2020
Alt uttan Betri Deildin hjá monnum útsett
Avgerð er nú tikin um, at fyribils verður allur fótbóltur, undantikið Betri Deildin menn, útsettur frá og við mikudegnum 5. august, og til og við fríggjadagin 14. august
———
5. august 2020
Eingir áskoðarar til og við 22. august
Starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya hevur tikið avgerð um, at frá mikudegnum 5. august til og við leygardagin 22. august, verða allir dystir í vaksnamannadeildunum spældir uttan áskoðarar
———
5. juni 2020
Flytingargluggin longdur til 27. juli
Fótbóltssamband Føroya hevur avgjørt at leingja Flytingargluggan við tveimum vikum, so hann í staðin letur aftur mánadagin 27. juli, klokkan 16:00
———
15. mai 2020
Koronareglur til áskoðararnar
Í samráð við Koronaráðgevingina, hevur Fótbóltssamband Føroya orðað nakrar leiðreglur í samband við at loyva áskoðarum til dystir í Betri Deildini hjá monnum
———
28. apríl 2020
Koronavegleiðingin til børn og ung
Mánadagin 4. mai kunnu tey, ið spæla við U7 til og við U21, fara undir skipaðar venjingar aftur. Koronavegleiðingin fyri venjingar hjá teimum yngru er nú klár, og samstundis hevur FSF dagført vegleiðingina hjá teimum vaksnu
———
27. apríl 2020
Fótbóltsskúlarnir avlýstir
Fótbóltssamband Føroya tekur avleiðingarnar av vandanum fyri koronasmittuni, og hevur avgjørt at avlýsa árligu fótbóltsskúlarnar, sum skuldu verða í summar
———
17. apríl 2020
Koronavegleiðingin kunngjørd
Frá mánadegnum 20. apríl kunnu feløgini, ið spæla í Betri Deildini hjá monnum, Betri Deildini hjá kvinnum, og í 1. deild hjá monnum byrja at venja aftur við samlaðum hópum
———
8. apríl 2020
Koronavegleiðing ávegis
Á tíðindafundi mikumorgunin varð frá landsmyndugleikunum kunnað um, at samfelagið spakuliga letur upp aftur 20. apríl. Núverandi korona-tiltøk eru tí galdandi til og við 19. apríl
———
2. apríl 2020
UEFA útsetur og avlýsir
UEFA hevur avgjørt at avlýsa fleiri av menningarkappingunum hjá yngru landsliðunum, og at landsdystirnir hjá kvinnum, monnum og U21 í juni verða útsettir til í heyst. Sostatt verður nógv landsliðsvirksemi í september, oktober og november
———
23. mars 2020
Fótbólturin avlýstur í apríl
Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at fyribils verða allar kappingar, fyriskipaðar av FSF í apríl mánað, útsettar
———
18. mars 2020
Spæla í Wales 22. oktober
Nú er greitt, at EM-undankappingardysturin hjá kvinnum á útivølli móti Wales, sum skuldi verði spældur 10. apríl, í staðin verður hósdagin 22. oktober
———
17. mars 2020
Avbjóðingin er stóra óvissan
Á middegi týsdagin 17. mars vóru øll limalondini í UEFA savnaði á videofundi, har íkomna støðan við koronasmittuni varð viðgjørd. Á fundinum varð avgjørt at útseta EM-endaspælið, sum skuldi verða í summar, til at verða á sumri í 2021
———
12. mars 2020
Fótbólturin útsettur komandi tvær vikurnar
Starvsnevndin hjá FSF hevur tikið avgerð um at allar fótbóltskappingar í Føroyum næstu tvær vikurnar verða útsettar
———
11. mars 2020
Ongir áskoðarar í mars mánað
Umboð fyri feløgini í Betri Deildini hjá monnum hava í kvøld (red. mikukvøldið 11. mars) gjørt av, at fyrstu tvey umførini í fremstu deildini verða spæld uttan áskoðarar
———
7. mars 2020
1. umfar útsett til 15. mars
Starvsnevndin í FSF hevur eftirmett avgerðina at spæla 1. umfar í Betri Deildini hjá monnum uttan áskoðarar, og hevur í staðin avgjørt, at allir dystirnir í 1. umfari verða útsettir til 15. mars
———
6. mars 2020
Ongir áskoðarar til dystir í Betri Deildini
Eftir nýggjasta tilmælið frá heilsumyndugleikunum í sambandi við fyribyrging av smittu av coronavirus, hevur starvsnevndin í FSF gjørt av, at allir dystir í Betri Deildini hjá monnum komandi tvær vikurnar verða spældir uttan áskoðarar
———
6. mars
Danmark – Føroyar uttan áskoðarar
Orsaka av Coronavirusinum, hevur DBU avgjørt, at venjingardysturin millum Danmark og Føroyar á MCH Arena í Herning fríggjadagin 27. mars, verður spældur uttan áskoðarar