
Kom við til Disneyfótbólt, har vit fara at hugna okkum saman við stuttligum venjingum, góðum søgum og kreativum løtum á Tórsvølli!
3.-5. august skipar FSF fyri Disney Playmakers fyri 7-9 ára gomlum gentum, sum ikki ganga til fótbólt frammanundan. Í venjingunum fylgja vit søgugongdini í Disneyfilminum ENCANTO, og millum venjingarnar hava vit máltíðir og stuttligar krea-løtur. Harumframt enda vit við at hyggja eftir Encanto saman.
Kostnaður fyri SummarPlaymakers er 300kr, og sum luttakari fært tú:
Vegleiðandi skrá sæst niðanfyri.
Tilmelding til Summar PlayMakers er her
Mánadag 3.8
9.30: Vælkomin – genturnar verða bólkaðar við venjarar, sum fylgja teimum allar dagarnar
10.00: 1. kapittul: Familjan Madrigal
10.50: Steðgur – vatn og frukt/millummáli
11.00: 2. kapittul: Avbjóðingin hjá Mirabel
11.50: Matarsteðgur – luttakarar hava matpakka við
12.10: Krea-løta
12.50: 3. kapittul: Bangin fyri at missa undrið
13.40: Takk fyri í dag
Týsdag 4.8
09.45: Møta har, sum vit endaðu í gjár
10.00: 4. kapittul: Sjónin hjá Bruno
10.50: Steðgur – vatn og frukt/millummáli
11.00: 5. kapittul: Goymistaðið hjá Bruno
11.50: Matarsteðgur – luttakarar hava matpakka við
12.10: Krea-løta
12.50: 6. kapittul: Tann nýggja sjónin
13.40: Takk fyri í dag
Mikudagur 5.8
09.45: Møta har, sum vit endaðu í gjár
10.00: 7. kapittul: At finna Mirabel
10.50: Steðgur – vatn og frukt/millummáli
11.00: 8. kapittul: At byggja Casita og familjuna uppaftur
11.50: Matarsteðgur – luttakarar fáa mat á Tórsvølli
12.10: Krea-løta
12.50: Vit vísa Encanto í Trinstovu
14.30: Liðugt og takk fyri hesaferð




