TREYTIR/SKILHALDSREGLUR Í SAMBANDI VIÐ LANDSDYSTIR SKIPAÐIR AV FSF
Tað er ábyrgd hjá atgongumerkjakeypara og atgongumerkjaseljara at kunna seg um og góðkenna hesar keypstreytir, skilhaldsreglur v.m.
Brot á hesar treytir og reglur kann hava afturvísing, burturvísing og/ella endurgjaldskrav við sær.
Atgongumerki Atgongumerkjaprísir til ymsu dystirnar eru lýstar á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya: www.fsf.fo.
Atgongumerki mugu ikki verða brúkt sum vinningur í kapping ella í øðrum handilsligum sambandi uttan skrivliga avtalu við FSF.
Atgongumerki, ið verða seld øðrum oman fyri ásetta virði, verður mett at vera svartabørshandil. Svartabørshandil verður meldaður til løgregluna.
Áskoðaraøkir Áskoðaraøkini til landsdystir eru býtt sundir í økir til viðhaldsfólk hjá heimaliðnum (vanliga 90% av stadionplássunum) og økir til viðhaldsfólk hjá vitjandi landsliðinum (vanliga 10 prosent av stadionplássunum).
Tað er ábyrgdin hjá atgongumerkjakeypara og atgongumerkjaeigara at fáa sær atgongumerki til tað ella tey økir, sum eru sett av til viðhaldsfólk hjá tí landsliði, ið keypari og eigari heldur við.
Atgongd til stadion og kanning av áskoðarum Inn á stadion slepst bara við at vísa gyldugt atgongumerki. Allir áskoðarar verða kannaðir við inngongdina.
FSF kann bert veita vissu fyri, at fólk sleppa inn til dystarbyrjan, um fólk standa í biðiraði í seinasta lagi 30 minuttir, áðrenn dysturin byrjar.
Burturmist atgongumerki verður ikki endurgoldið.
Atgongd og steðgur Atgongumerkið gevur atgongd til ta inngongd og tað tænastu- og áskoðaraøkið, sum stendur á atgongumerkinum. Verður roynt at sleppa inn ella at seta seg aðrastaðni, kann hetta hava við sær burturvísing frá stadion.
Alkohol Alkohol og onnur rúsandi evni mugu hvørki verða tikin inn á stadionøkið ella nýtt har.
Áskoðarar, ið eru ávirkaðir, kunnu av trygdarávum verða burturvístir .
Skilhaldsreglur Áskoðarar skulu halda seg til skilhaldsreglurnar hjá FSF og hjá stadionøkinum, umframt til aðrar ásetingar hjá myndugleika og løgreglu á staðnum.
Lutir, sum eru bannaðir á stadionøkinum – termokannur – fløskur og dósir – hvassir lutir – kompressarahorn – laserljós – stór videomyndatól og fotomyndatól – vápn ella lutir, ið minna um vápn ella kunnu verða nýttir sum vápn – fýrverk, hondbluss og annað eldverk .
Eftirlitsfólkini meta í hvørjum einstøkum føri um at banna aðrar lutir, ið kunnu metast at vera vandamiklir.
Vøllurin Ein og hvør atgongd til vøllin er bannað. Brot á skilhaldsreglurnar hjá FSF og hjá stadionøkinum kann hava við sær burturvísing og/ella endurgjaldskrav.
Afturvísing og burturvísing Brot á keypstreytir kunnu hava við sær afturvísing ella burturvísing frá stadion.
Ábyrgdarfólk hjá FSF, eftirlitsfólk og løgregla hava heimild til at afturvísa ella burturvísa áskoðarar, sum ikki halda ásettu treytir.
Afturvísing ella burturvísing ger ikki, at atgongumerkið verður endurgoldið. Heldur ikki verður annar kostnaður, sum beinleiðis ella óbeinleiðis verður settur í samband við tiltakið ella tilburðin, endurgoldin.
Endurgjaldsábyrgd Brot á treytir og regluverk kann hava við sær afturvísing, burturvísing og/ella endurgjaldsábyrgd.
FSF kann eisini seta í verk endurgjaldskrav mótvegis tí ella teimum, sum elva til sektarrevsing og/ella fyri møguligan inntøkumiss í sambandi við, at Fótbóltssamband Føroya av UEFA ella FIFA fær álagt forboð ímóti at spæla ein ella fleiri landsdystir á Tórsvølli ella á øðrum stadion.
Ábyrgd Landsdystir verða leiktir sum fyriskipað vísandi til Fótbóltslógina (Laws of the Game).
FSF hevur onga ábyrgd ei heldur nakra endurgjaldsábyrgd fyri, at dystur verður steðgaður ella avlýstur vísandi til Fótbóltslógina og kappingarreglur, sum kappingarfyriskiparin hevur lýst. Áheitanir um hetta verða vístar til fyriskiparan: Fótbóltssamband Føroya, Gundadalur, FO-100 Tórshavn ella teldupostur: [email protected].
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!