VAR Handbók

Fótbóltslógin 2023 (§1 – §17) sum PDF

Mannagongdin viðvíkjandi VAR er í samsvari við meginreglurnar og hugsanina í Fótbóltslógini.

Nýtslan av videohjálpardómarum (VAR) er bert loyvd, har sum dystar-/ kappingarfyriskiparin hevur lokið øll krøv viðvíkjandi VAR, sum eru lýst í Implementation Assistance and Approval Programme (IAAP), og hevur fingið skrivligt loyvi frá The IFAB og FIFA.

1. Meginreglur
Nýtslan av VAR í fótbólti er knýtt at nøkrum meginreglum, har allar eru galdandi í øllum dystum, har sum VAR verður nýtt.

1. Ein videohjálpardómari (VAR) er ein dystarleiðari, sum hevur óhefta atgongd til sjónvarpsupptøkur frá dystinum, sum kunnu hjálpa dómaranum, tá ið talan er um ‘týðiligt og eyðsýnt mistak’ ella ‘álvarsama „mista“ støðu’ í samband við:

a. Mál/ikki mál
b. Brotsspark/ikki brotsspark
c. Beinleiðis reytt kort (ikki seinnu ávaring)
d. Skeivan samleika (Tá ið dómarin ávarar ella útvísir skeivum leikara frá liðnum, sum framdi brotið)

2. Dómarin skal altíð taka eina avgerð, t.e. dómarin hevur ikki loyvi til „onki“ at døma og so nýta VAR til at taka eina avgerð. Ein avgerð um at lata leik halda fram eftir eitt møguligt brot kann endurskoðast.

3. Upprunaliga avgerð dómarans verður ikki broytt, um upptøkurnar ikki týðiliga vísa, at talan er um eitt ‘týðiligt og eyðsýnt mistak.

4. Einans dómarin kann taka stig til eina ‘endurskoðan’. VAR (og hinir dystarleiðararnir) kunnu bert viðmæla dómaranum eina endurskoðan.

5. Endaliga avgerðin verður altíð tikin av dómaranum – antin grundað á upplýsingar frá VAR, ella eftir at dómarin hevur framt ‘endurskoðan á vøllinum’ (EÁV).

6. Onki tíðarmark er fyri endurskoðanarmannagongdina, tí neyvleiki hevur størri týdning enn at skunda sær

7. Leikarar og hjálparfólk skulu ikki umringa dómaran fyri at ávirka hann til at endurskoða og skulu heldur ikki ávirka hann undir endurskoðanini. Ikki er loyvt at ávirka dómaran, tá ið avgerð verður tikin

8. Dómarin skal vera sjónligur undir endurskoðanini fyri at tryggja gjøgnumskygni.

9. Um leikur heldur fram eftir eina støðu, sum seinni verður endurskoðað, verða ongar agarevsingar, sum verða givnar, eftir støðan fór fram, strikaðar
– sjálvt um upprunaliga avgerðin verður broytt (undantikið ávaring/ útvísing fyri SLÁ, at órógva í samband við lovandi álop ella FUM).

10. Um leikur er steðgaður og tikin upp aftur, kann dómarin ikki fremja eina endurskoðan, uttan so at talan er um støður, har talan er um skeivan samleika ella fyri eitt møguligt brot, sum skal sektast við útvísing fyri harðskapsatburð, spýta, bíta ella sera niðrandi, háðandi gerð(ir).

11. Tíðarbilið í spælinum fyri og eftir eina støðu, sum kann verða endurskoðað, verður avgjørt av Fótbóltslógini og VAR-mannagongdini

12. VAR ‘kannar’ allar støður/avgerðir, og tískil er ikki neyðugt hjá leikarum og venjarum at biðja um endurskoðan

2. Dystarbroytandi støður/avgerðir, sum kunnu endurskoðast
Tað eru 4 sløg av dystaravgerandi støðum/avgerðum, sum gera, at dómarin kann fáa hjálp frá VAR. Í øllum hesum støðum skal VAR bert nýtast, eftir at dómarin hevur tikið eina eina (fyrstu/uppruna) avgerð (íroknað at lata leik halda fram), ella um ein álvarsom støða verður ‘mist/ikki sædd’ av dystar- leiðarunum.

Upprunaliga avgerð dómarans verður ikki broytt, um talan ikki er um eitt ‘týðiligt og eyðsýnt’ mistak (íroknað avgerðir, sum dómarin tekur grundað á upplýsingar frá hinum dystarleiðarunum, t.d. rangstøða).

Støður/avgerðir, sum kunnu endurskoðast, um talan er um eitt ‘týðiligt og eyðsýnt mistak’ ella ‘eina álvarsama ‘mista’ støðu, verða bólkaðar soleiðis:

a. Mál/ikki mál
• Brot framt av áleypandi liðnum í uppspælinum til, at mál verður skotið, ella tá ið málið verður skotið (spæla bóltin við hondini, fríspark, rangstøða o.s.fr.)
• Bóltur úr leiki, áðrenn málið varð skorað
• Avgerðir um mál/ikki mál
• Brot framd av málmanni og/ella sparkara, tá ið brotsspark verður tikið, ella um ein verjuleikari ella áleypari kemur ov tíðliga inn í brotssparksteigin og leggur upp í leik, tá ið bólturin støkkur aftur frá eini stong, tvørstongini ella málmanni

b. Brotsspark/ikki brotsspark
• Áleypandi liðið fremur eitt brot í uppspælinum til brotssparkið (t.d. ‘hondbóltsbrot’, fríspark, rangstøða o.s.fr.)
• Bóltur úr leiki, áðrenn støðan kom í
• Staðið, har brotið verður framt (innan fyri ella uttan fyri brotssparksteigin)
• Skeivt dømt brotsspark
• ‘Brotssparksbrot, sum ikki verður dømt

c. Beinleiðis reyð kort (ikki seinna gula kortið/ávaring)
• FUM (Serliga staðið, har brotið verður framt og støðan hjá hinum leikarunum)
• Leikur, sum í álvarsligan mun ikki er loyvdur (ella hasarderað takkling)
• Harðskapsatburður, bíta ella spýta eftir einum øðrum persóni
• At nýta niðrandi ella háðandi gerð(ir)

d. Skeivur samleiki (reytt ella gult kort)
Um dómarin sektar eitt brot og síðani gevur skeivum leikara frá liðnum, sum framdi brotið, gult ella reytt kort, kann samleiki leikarans endurskoðast; sjálvt brotið kann ikki endurskoðast, uttan so at tað førdi til eitt brotsspark, mál ella eitt beinleiðis reytt kort.

3. VAR í verki
Undir einum dysti verður VAR nýtt soleiðis:
• VAR hyggur at dystinum í videorúminum (VR) og verður hjálptur av einum  ella fleiri hjálpar-VAR (H-VAR)
• Treytað av, hvussu nógv sjónarhorn sjónvarpsupptøkurnar vísa (og øðrum atlitum), kunnu vera fleiri H-VAR og ein ella fleiri endurspælitøkningar (ET)
• Bert persónar við heimild kunnu koma inn í VR ella samskifta við VAR/H-VAR/ET undir dystinum
• VAR hevur óhefta atgongd til sjónvarpsupptøkur og ger hann sjálvur av, nær ella um hann spælir støður umaftur
• VAR er bundin í samskiftisskipanina, sum dystarleiðararnir nýta, og hann hoyrir alt, sum teir siga; VAR kann bert tosa við dómaran við at trýsta á ein knøtt (fyri at umganga, at dómarin órógvast av samrøðum í VR)
• Um VAR er upptikin við at ‘kanna’ ella ‘endurskoða’, kann H-VAR tosa við dómaran – serliga um tað er týdningarmikið, at leikur verður steðgaður ella ikki verður tikin upp aftur
• Um dómarin ger av at endurskoða støðuna, velur VAR bestu sjónarhornini/ ferðina á avspælingini; dómarin kann biðja um aðrar ella fleiri sjónarhorn/ ferðir

4. Mannagongdir
Upprunalig avgerð
• Dómarin og hinir dystarleiðararnir skulu altíð taka eina avgerð (íroknað møguligar agarevsingar), sum var VAR ikki var til staðar (undantikið fyri eina ‘mista’ støðu)
• Ikki er loyvt dómaranum og hinum dystarleiðarunum at „døma onki“, tí hetta førir til veika/lítið avgjørda døming, ov nógvar ‘endurskoðanir’ og týðandi trupulleikar, um tøknin ikki riggar, sum hon skal
• Bara dómarin kann taka endaligu avgerðina. VAR hevur sama myndugleika sum hinir dystarleiðararnir, og kann hann bert hjálpa dómaranum
• At seinka floytuni/flagginum er bert loyvt í sera týðiligum álopsstøðum, tá ið ein leikari er um at skora eitt mál ella hevur frítt at renna inn í brots- sparksteigin ella ímóti brotssparksteiginum hjá mótstøðuliðnum
• Um ein hjálpardómari seinkar flagginum fyri eitt brot, skal hann lyfta flaggið, um eitt mál/hornaspark/brotsspark, fríspark verður dømt til áleypandi liðið, ella eitt innkast spyrst burturúr. Sama er galdandi, um liðið varðveitir bóltin, tá ið upprunaliga álopið er liðugt. Í øllum øðrum støðum skal hjálpardómarin gera av, um flaggið skal upp ella ikki, út frá hvat er best fyri dystin.’

Kanning
• VAR ‘kannar’ av sær sjálvum sjónvarpsupptøkurnar til øll mál ella møgulig mál, brotssparksavgerðir, avgerðir, sum føra útvísing við sær og møguligar støður viðvíkjandi skeivum samleika. Hetta verður gjørt við at nýta ymisk sjónarhorn í sjónvarpsupptøkunum og við at spæla støðuna umaftur við ymiskari ferð
• VAR kann ‘kanna’ upptøkurnar í vanligari ferð og/ella seinari ferð, men vanliga eigur seinari ferð bert at verða nýtt til at staðfesta, hvar eitt brot varð framt, hvar leikarin var staddur, hvar fysisktsamband kom fyri, um bólturin varð spældur við hondini, og um bólturin var úr leiki. Vanlig ferð eigur at verða nýtt til at staðfesta, hvussu ‘ógvisligt’ eitt brot var ella fyri at finna út av, um ein leikari hevur framt ‘hondbóltsbrot’
• Um ‘kanningin’ ikki vísir eitt ‘týðiligt og eyðsýnt mistak’ ella eina ‘álvarsama ‘mista’ støðu’, nýtist VAR vanliga ikki at tosa við dómaran – Hetta er ein ‘still kanning’. Tó kann tað hjálpa dómaranum/hjálpardómaranum við at hava tamarhald á leikarunum/dystinum, um VAR sigur honum, at talan ikki er um eitt ‘týðiligt og eyðsýnt mistak’ ella eina ‘álvarsama ‘mista’ støðu’
• Um neyðugt er at seinka uppafturtøku av leiki fyri at ‘kanna’, skal dómarin týðiliga peika á smátalaran/oyrnasnigilin og hava hin armin strektan út frá kroppinum, inntil ‘kanningin’ er avgreidd. Hetta tekn merkir, at dómarin fær upplýsingar (hesar kunnu koma frá VAR ella øðrum dystarleiðara)
• Um ‘kanningin’ vísir, at eitt ‘týðiligt og eyðsýnt mistak’ ella ein ‘álvarsom ‘mist’ støða’ møguliga er farin fram, skal VAR fáa hesi boðini til dómaran, sum skal gera av, um neyðugt er við endurskoðan ella ikki

Endurskoðan
• Dómarin kann taka stig til eina ‘endurskoðan’ í støðum, har talan møguliga er um eitt ‘týðiligt og eyðsýnt mistak’ ella eina ‘álvarsama ‘mista’ støðu’ tá:
– VAR ella ein annar dystarleiðari viðmælir eina endurskoðan
– Dómarin hevur illgruna um, at okkurt álvarsamt er farið framvið

• Um steðgur er í leiki, skal dómarin seinka uppafturtøku av leiki
• Um steðgur ikki er í leiki, skal dómarin steðga leiki, næstu ferð bólturin er á uttanveltaðum øki (vanliga, tá ið hvørki av liðunum er í álopi) og gera ‘sjónvarpstekn’
• VAR greiðir dómaranum frá, hvat sæst á skíggjanum undi endurspæling- unum, og so skal dómarin:
– Gera ‘sjónvarpstekn’ (um hetta ikki longu er gjørt), og fara á ‘øki dómarans til endurskoðan’ at hyggja eftir sjónvarpsupptøkum – endurskoðan á vøllinum (EÁV) – áðrenn endalig avgerð verður tikin. Aðrir dystarleiðarar hyggja ikki eftir upptøkunum, uttan í heilt serligum føri tá ið dómarin biður teir um tað

ella

• taka eina endaliga avgerð, sum er grundað á dómarans egnu meting, av upplýsingunum frá VAR og, har tað er hóskandi, íkast frá øðrum dystarleiðarum – bert VAR-endurskoðan

• Í báðum førum skal dómarin gera ‘sjónvarpstekn’, tá ið endurskoðanin er avgreidd, og síðani taka endaliga avgerð
• Tá dómarin skal gera egnar metingar um – t.d., hvussu ógvisligt eitt fríspark er, ávirkan í rangstøðu, fyrilit í samband við at spæla bóltin við hondini (støða, tilvitað o.s.fr.) – er oftast hóskandi at fremja ‘endurskoðan á vøllinum’ (EÁV)
• Til avgerðir, sum snúgva seg um fakta/sanroyndir–t.d. støða, har brot verður framt ella støða hjá leikara (rangstøða), stað har samband var (hond- bóltsbrot/fríspark), støða (innan fyri ella uttan fyri brotssparksteigin), bóltur úr leiki o.s.fr. er vanliga hóskandi, at bert VAR endurskoðar. Tó kunnu støður koma fyri, har tað er hóskandi, at dómarin fremur ‘endurskoðan á vøllinum’ (EÁV), um hetta er við til at stýra leikarunum/ dystinum ella fyri at ‘selja’ avgerðina (t.d. sera týdningarmikil, dystaravgerandi avgerð seint í dystinum)
• Dómarin kann biðja um ymisk sjónarhorn í sjónvarpsupptøkunum / avspælingarferðir, men vanliga eigur seinari ferð bert at verða nýtt til at staðfesta fakta/sanroynd, t.d., hvar eitt brot varð framt, hvar leikarin var staddur, hvar likamligt samband kom fyri , um bólturin varð spældur við hondini, og um bólturin var úr leiki (íroknað mál/ikki mál). Vanlig ferð eigur at verða nýtt til at staðfesta, hvussu ‘ógvisligt’ eitt brot var ella fyri at finna út av, um ein leikari hevur framt eitt ‘hondbóltsbrot’
• Til avgerðir, sum snúgva seg um mál, brotsspark/ikki brotsspark og reyð kort fyri at taka ein upplagdan málmøguleika (FUM) frá mótleikara, kann gerast neyðugt at endurskoða tíðarbilið undan álopinum, sum førdi til avgerðina/ støðuna. Íroknað hesum kann vera, hvussu áleypandi liðið vann bóltin í vanligum spæli
• Fótbóltslógin loyvir ikki avgerðum viðvíkjandi uppafturtøku av leiki (hornaspørk, innkøst o.s.fr) at verða broyttar, um leikur er tikin upp aftur, og kunnu hesar tískil ikki endurskoðast
• Um leikur er steðgaður og tikin upp aftur, kann dómarin bert fremja endurskoðan í støðum, sum snúgva seg um skeivan samleika ella møgulig brot, sum skulu sektast við útvísing, og nýta hóskandi agarevsing, um talan er um harðskapatburð, at spýta, at bíta ella niðrandi og/ella háðandi gerð(ir), sum eru farin um øll mørk)
• Mannagongdin viðvíkjandi endurskoðan skal avgreiðast so smidliga og væl sum gjørligt, men neyvleikin í endaligu avgerðini hevur størri týdning enn at skunda sær. Av hesi orsøk, og tí at summar støður eru fløkjaligar við fleiri avgerðum at endurskoða, er ongin tíðarfreist sett á endurskoðanina

Endalig avgerð
• Tá ið endurskoðanin er avgreidd, skal dómarin gera ‘sjónvarpstekn’ og boða frá endaligu avgerðini
• Tá skal dómarin vísa/broyta/taka aftur einhvørja agarevsing (har tað er hóskandi) og taka leik upp aftur samsvarandi Fótbóltslógini

Leikarar, eykaleikarar og hjálparfólk
• VAR ‘kannar’ allar støður, og tí er ikki neyðugt hjá eykaleikarum og hjálparfólki at biðja um ‘kanning’ ella ‘endurskoðan’
• Leikarar, eykaleikarar og hjálparfólk skulu ikki royna at ávirka ella leggja uppí, meðan dómarin endurskoðar, íroknað, tá ið boðað verður frá endaligu avgerðini
• Ímeðan endurskoðanin fer fram, skulu leikarar vera á vøllinum, og eykaleikarar og hjálparfólk skulu vera uttan fyri vøllin
• Ein leikari/eykaleikari/útskiftur leikari/hjálparfólk, sum ógvisliga vísir ‘sjónvarpstekn’ ella fer inn í RRA, skal ávarast
• Ein leikari/eykaleikari/útskiftur leikari/hjálparfólk, sum fer inn í VR skal vísast út.

Gildi á dysti
Sum meginregla verður ein dystur ikki ógildaður orsakað av:
• at VAR-tøknin svíkur (sama er galdandi fyri máltøkni (MT))
• skeivar avgerðir, har VAR er blandaður uppí (tí VAR er ein dystarleiðari)
• avgerðir um ikki at endurskoða eina støðu
• endurskoðan av støðum/avgerðum, sum ikki eiga at endurskoðast

Óarbeiðsførur VAR, H-VAR ella endurspælingartøkningur
Í grein 6 – Hinir dystarleiðararnir stendur: Kappingarreglurnar skulu týðiliga tilskila, hvør loysir ein dystarleiðara av, sum ikki kann byrja ella halda áfram í einum dysti, sum hann er settur at døma. Í dystum, har VAR verður nýtt, er hetta eisini galdandi fyri endurspælingartøkningar

Havandi í huga, at tað krevur serliga venjing og skúling fyri at vera video- dystarleiðari (VDL)/endurspælingartøkningur, skulu fylgjandi reglur skoytast upp í kappingarreglurnar:
• Ein VAR, H-VAR ella endurspælingartøkningur, sum ikki kann halda fram, kann bert avloysast av einum, sum hevur førleikarnar at taka leiklutin á seg
• Um ongin avloysari við neyðugu førleikunum er til taks fyri VAR ella endurspælingartøkningin, má dysturin spælast/halda fram uttan VAR
• Um ongin avloysari við neyðugu førleikunum er til taks fyri H-VAR, má dysturin spælast/halda fram uttan VAR, uttan í heilt serligum førum tá ið bæði liðini skrivliga semjast um, at dysturin kann spælast við bert einum VAR og einum endurspælingartøkningi

*Hetta er ikki galdandi, tá ið tað er meira enn ein H-VAR/endurspælingartøkningur