§7 – Leiktíðin

Fótbóltslógin 2024 (§1 – §17) sum PDF

1. Hálvleikir

Ein dystur verður leiktur í tveimum líka longum hálvleikum á 45 minuttir. Hálvleikirnir kunnu bert styttast, um semja um hetta er fingin millum liðini og dómaran áðrenn dystarbyrjan, og einans um kappingarreglurnar loyva hesum.

2. Hálvleikssteðgur

Leikarar hava rætt til ein steðg í hálvleikinum. Hálvleikssteðgurin má ikki vera longri enn 15 minuttir. Ein stuttur drekki-steðgur (sum ikki skal vara longri enn ein minutt) er loyvdur í hálvleikinum undir longdari leiktíð.

Kappingarreglurnar skulu gera greitt, hvussu langur hálvleikssteðgurin er, og longdin á honum kann bert broytast við loyvi dómarans.

3. Yvirtíð

Tíð verður løgd afturat í hvørjum hálvleiki sær fyri leiktíð, sum mist verður vegna:

  • útskifting(ar).
  • meting av skaðum á leikarum og/ella flyting av skøddum leikara av vøllinum.
  • drál
  • agarevsingum
  • medisinskum steðgum, sum kappingarreglurnar loyva, t.d. ‘drekkisteðgir’ (sum ikki skulu vara longri enn 1 minutt) og ‘kølisteðgir’ (90 sekund til 3 minuttir)
  • seinkingar, sum standast av, at VAR skal ‘kanna’ og ‘endurskoða’
  • at frøast um eitt mál
  • øðrum orsøkum, íroknað seinkaða uppafturtøku av leiki (t.d. orsakað av órógv frá einum óviðkomandi)

Fjórði dómarin vísir ta tíð, sum dómarin í minsta lagi hevur lagt aftrat, tá seinasta minutturin í hvørjum hálvleiki er við at vera farin. Yvirtíðin kann leingjast av dómaranum, men hon kann ikki styttast.

Dómarin skal ikki kompensera fyri ein feil viðv. tíðini í fyrra hálvleiki við at leggja meira ella minni aftrat seinna hálvleiki.

4. Brotsspark

Um eitt brotsspark skal verða tikið ella skal takast umaftur, skal hálvleikurin verða longdur, til brotssparkið er tikið.

5. Slitin dystur

Ein slitin dystur verður leiktur umaftur, um ikki kappingarreglurnar tilskila annað.