Kæruúrskurðir 2024

10. juni 2024 – Kæra 1/2024

Svikaðu við navni á dómaraseðilinum

U21 AB hevur fingið viðhald í kæru mótvegis KÍ fyri brúk av ólógligum leikara, og fyri at svika við navni á dómaraseðilinum
Les meira… (PDF)

———

10. juni 2024 – Kæra 2/2024

NSÍ nýtti ov ungan leikara

U21 Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur dømt NSÍ at tapa dystin móti KÍ, spældur 27. mai 2024, fyri brúk av ov ungum spælara
Les meira… (PDF)

———

3. juli 2024 – Kæra 3/2024

Skrásettur í ÍF, men spældi fyri Víking

U21 Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur dømt Víking at tapa dystin móti FC Hoyvík, spældur 17. juni 2024, fyri brúk av spælara, ið er skrásettur í ÍF
Les meira… (PDF)

———

28. august 2024 – Kæra 4/2024

FC Hoyvík helt ikki reglurnar um yvirsiting

3. deild menn Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur dømt FC Hoyvík at tapa dyst móti 07 Vestur, spældur 26. juni 2024, fyri brúk av ólógligum spælara vegna vantandi yvirsiting í 1. deild
Les meira… (PDF)

———

28. august 2024 – Kæra 5/2024

HB’arar høvdu ikki leikaraloyvini í lagi

3. deild menn Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur dømt HB at tapa dyst móti 07 Vestur, spældur 29. juni 2024, fyri at brúka tveir spælarar, ið ikki høvdu leikaraloyvini í lagi
Les meira… (PDF)

———

28. august 2024 – Kæra 6/2024

Óhøviskur málburður og atburður móti dómarahópinum

Betrideildin menn Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur gjørt úrskurð í málinum í samband við tað, ið hendi aftaná dystin í Betrideildini hjá monnum millum NSÍ og KÍ, sum varð spældur við Løkin í Runavík fríggjakvøldið 28. juni 2024
Les meira… (PDF)

———

30. september – Kæra 7/2024

Venjarin misskilti reglurnar

U15 dreingir Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur avgjørt, at Víkingur tapir dystin móti FC Hoyvík, spældur 7. september, fyri brúk av seks ólógligum spælarum
Les meira… (PDF)

———

Dagført 30. september 2024