Útbúgvingar

Fótbóltssamband Føroya skipar á hvørjum ári fyri útbúgvingum innan venjara- og dómarayrkið.

Umframt at útbúgva venjarar og dómarar, skipar FSF eisini javnan fyri impulsskeiðum av ymiskum slag alt árið. Hesi skeið eru serliga ætlað teimum, ið hava útbúgvingina, so hesi til eina og hvørja tíð eru dagførd innan tað yrkið, ið tey nú arbeiða við.

Við hesum verða føroyskir venjarar og dómarar dagførdir til altíð at kunna taka nýggjar avbjóðingar á seg, og fyri at halda seg á hægsta støði, og somuleiðis hava fult innlit á økinum.

Flestu útbúgvingarnar og skeiðini fara fram í FSF-húsinum í Havn. Men eru undirtøk, og umstøðurnar annars tala fyri, verða venjara- og dómaraskeið eisini hildin kring landið.