Fótbóltsagentar

Fótbóltsagentar sum virka í Føroyum skulu hava gildugan FIFA lisens at virka sum fótbóltsagentur og lúka galdandi treytir í FIFA Football Agent Regulations, og FSF Football Agent Regulations.

Starvsnevnd FSF’s hevur tann 29. januar 2024 samtykt at fylgja áheitanini frá FIFA, um fyribils at seta úr gildi nærri ásetingar í reglugerðini fyri fótbóltsagentar. Víst verður til rundskriv frá FIFA, dagfest 13. januar 2025, ið inniheldur nærri nágreining um, hvørjar ásetingar, ið fyribils eru settar úr gildi.

Fyri at fáa FIFA-lisens at virka sum fótbóltsagentur er neyðugt m.a. at standa eina FIFA agent roynd, sum kann takast hjá FIFA í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya við at skráseta seg hjá FIFA frammanundan á FIFA Agent Platform (https://agents.fifa.com/home).

FIFA agentroyndin verður einans boðin út eina ferð um árið, og fyri árið 2025 hevur FIFA ásett fylgjandi skrásetingartíðarskeið og tíðarskeið fyri agentroyndini:

Skráseting í tíðarskeiðnum 4. mars 2025 til 17. apríl 2025.
Agentroynd: 18. juni 2025.

FIFA yvirlit yvir fótbóltsagentar sum hava FIFA lisens sæst her: https://agents.fifa.com/directory-agents.

FIFA standard umboðanaravtala.

Nærri upplýsingar um FIFA football agent regulations v.m.:
Explanatory notes on the FIFA Football Agent Regulations
Information Concerning the Application of the FIFA Football Agent Regulations
FIFA Football Agent FAQs
FIFA Football Agent Exam Rules
FIFA Clearing House Regulations
Explanatory notes on the FIFA Clearing House Regulations

———

Dagført 16. januar 2025