Fundur 26. juni 2023

Fundur í Starvsnevndini hjá FSF 26. juni 2023

Starvsnevndin hjá FSF hevði mánadagin 26. juni stuttan fund, og vóru hesar avgerðir tiknar.

Val av nevndarlimum í dómaranevndina
Uttanhýsis limir eru ikki valdir i dómaranevndina enn. Miðað verður ímóti, at nevndin verður fullmannað í juli.

Dómaranevndin verður mannað sambært Grein 45, stk. 1 í Lógum fyri FSF.

Fríðin Ziskason, formaður, og Heri á Rógvi, varaformaður, eru valdir í dómaranevndina vegna starvsnevndina.

Formansfundur
Kallað er inn til fund 26. juni við formenn og -kvinnur í feløginum. Á fundinum verða hesi evni viðgjørd

Imagekanning um føroyskan fótbólt
FSF hevur saman við UEFA gjørt stóra imagekanning um føroyskan fótbólt. Kanningin vísur eina jaliga mynd av føroyskum fótbólti, har bæði FSF og feløgini fáa góð skoðsmál.

Kanningin mælir millum annað til, at FSF skal arbeiða við at menna føroysku landskappingina. Somuleiðis eigur FSF at gera eina marknaðarføringsætlan við endamáli at fremja áhuga fyri føroyskum fótbólti – bæði innan landslið og landskappingar.

Skipan av landskappingini
Fleiri avbjóðingar eru í løtuni við landskappingini. Áskoðaratølini í Betrideildini hjá monnum eru minkandi og ítróttarligi munurin millum liðini gerst altsamt størri.

Nevndin ynskir, at arbeiðsbólkur skal setast at arbeiða við menna eitt uppskot um nýggjan kappingarleist.

Útgangsstøðið hjá arbeiðsbólkinum skal vera ein landskapping í tveimum pørtum, har fyrri partur er innleiðandi kapping í einum bólki við 18 umførum, og seinni partur er endakapping í tveimum bólkum við 10 umførum um mestaraheiti og niðurflyting.

Næsti fundur í starvsnevndini verður mánadagin 18. september kl. 16:00.