Stórsteypið

Stórsteypadysturin 2026 hjá monnum millum KÍ og HB verður á Tórsvølli leygardagin 28. februar.

Stórsteypadysturin 2026 hjá kvinnum millum KÍ og HB verður á Tórsvølli leygardagin 14. mars.

———

Stórsteypadystirnir, sum er millum føroyameistararnar og steypavinnararnar undanfarna kappingarár, er fyrsti almenni dysturin á árinum.

Tað eru Fótbóltssamband Føroya og Lions Club Føroyar, sum í felag skipað fyri dystinum.

Givnar ávaringar (gul kort) í stórsteypadystinum fella burtur eftir at dysturin er leiktur, meðan reyð kort, sum eru givin beinleiðis í stórsteypadysti, eru galdandi í fyrstkomandi dysti í lands- ella steypakappingini.

Øll inntøkan frá stórsteypadystunum verður latin til okkurt vælgerandi endamál.

Stórsteypadystir, menn
2007: B36 – HB 1-1 (5-3 eftir brotsspørk)
2008: NSÍ – EB/Streymur 4-0
2009: EB/Streymur – HB 1-3
2010: HB – Víkingur 2-1
2011: HB – EB/Streymur 0-2
2012: B36 – EB/Streymur 1-2
2013: EB/Streymur – Víkingur 1-0
2014: HB – Víkingur 1-2
2015: B36 – Víkingur 3-3 (3-5 eftir brotsspørk)
2016: B36 – Víkingur 0-1
2017: Víkingur – KÍ 2-1
2018: Víkingur – NSÍ 1-1 (3-2 eftir brotsspørk)
2019: HB – B36 1-0
2020: KÍ – HB 1-1 (5-4 eftir brotsspørk)
2021: HB – NSÍ 3-1
2022: KÍ – B36 3-1
2023: KÍ – Víkingur 6-5 (eftir brotsspørk)
2024: KÍ – HB 2-3

2025: Víkingur – HB 0-2

Stórsteypadystir, kvinnur
2019: EBS/Skála – HB 1-7
2021: KÍ – NSÍ 4-1
2022: KÍ – NSÍ 0-0 (2-4 eftir brotsspørk)
2023: KÍ – NSÍ 2-0
2024: KÍ – NSÍ 2-1

2025: NSÍ – KÍ 1-2

2026: KÍ – HB

Samanlagt, menn

6 – HB

5 – Víkingur
3 – EB/Streymur
3 – KÍ
1 – B36
1 – NSÍ

Samanlagt, kvinnur
4 – KÍ
1 – HB
1 – NSÍ

———

Dagført 12. februar 2026

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.