Fundur 8. mai 2023

Fundur í Starvsnevndini hjá FSF 8. mai 2023

Starvsnevndin hjá FSF hevði mánadagin 8. mai fund, og vóru hesar avgerðir tiknar.

Val av forseta
Róin Schrøter varð einmælt afturvaldur sum varaforseti fyri eitt nýtt 2 ára skeið.

Val av nevndarlimum í føstu nevndir FSFs
Úrslitið av nevndarvalinum gjørdist hetta:

Fíggjarnevnd
Christian Andreasen, formaður, Róin Schrøter, varaformaður, Anja Rein

Kappingarnevnd
Róin Schrøter, formaður, Anja Rein, varaforkvinna, Arnar Lognberg, Jákup Mørk, Sølva Joensen

Útbúgvingar- og menningarnevnd
Heri á Rógvi, formaður, Rúni Herup Olsen, varaformaður, Allan Smedemark, Durita Sloan Dal-Christiansen, Jákup Olsen

Dómaranevnd
Fríðin Ziskason, formaður, Heri á Rógvi, varaformaður. Tríggir uttanhýsis limir verða valdir í nevndina seinni.

Landsliðsnevnd
Maria Jóhannusardóttir Joensen, forkvinna, Fríðin Ziskason, varaformaður, Ingi Solberg, Jón Sigurd Vang Poulsen, Turið Láadal Sejersdóttir

Kvinnunevnd
Anja Rein, forkvinna, Rúni Herup Olsen, varaformaður, Elin Christiansen, Niclas Davidsen, Sólrun H. Sørensen

Grassroots og ungdómsnevnd
Rúni Herup Olsen, formaður, Maria Jóhannusardóttir Joensen, varaforkvinna, Kristmund Johannesen, Kristoffur Vidtfeldt, Mary- Ann Zachariassen

Nevndarlimirnir í føstu nevndirnar eru valdir fyri eitt tvey ára tíðarskeið.

Fótbóltshøll
Nevndin samtykti at geva Nes kommuna eina treytaða tilsøgn á 30 mió krónur at arbeiða víðari við verkætlanini at byggja fótbóltshøll á Svangaskarði. Áðrenn tilsøgnin verður virkað, skal Nes kommuna leggja endaliga ætlan fyri fígging av verkætlanini fyri nevnd FSF til góðkenning. Somuleiðis skal avtala um rakstur og nýtslurætt gerast millum FSF og Nes kommunu, áðrenn verkætlanin verður sett í gongd.

Stuðulin frá FSF verður latin úr FIFA Forward og UEFA Hattrick.

Næsti fundur í starvsnevndini verður fríggjadagin 26. mai kl. 16:00.