Grassroots filosofi innan FSF
Virðisgrundarlag FSF’s
– Øll skulu hava møguleika at menna seg sum heil menniskju.
– Allir partar innan fótbóltin hava sama virði.
– Tað at allir partar taka ábyrgd í felagsskapinum er útgangangsstøði fyri menningi.
– Samskifti, opinleiki, álit, fólkaræði, tolsemi, og Fair Play skal fremjast.
– Fótbóltur skal vera heilsufremjandi.
– Gleði skal eyðkenna fótbóltin.
– Trupulleikar sum finnast í samfelagnum í dag sum doping, rúsevnismisnýtsla, happing, rasisma, pedofeli, v.m eiga at verða havd í huga innan arbeiði hjá FSF.
Út frá virðisgrundarlagnum hava vit her sett nakrar meginreglur sum FSF/feløgini eiga at arbeiða eftir.
Fótbóltur fyri øll
FSF ynskir at øll skulu hava eitt tilboð, likamikið:
– Evnir
– Ambitiónir
– Tørv
– Ynskir
Um hetta er veruleiki sæst best við at hyggja eftir:
– Hvussu nógv spæla fótbólt?
– Hvussu er tað býtt millum kynini?
– Hvussu stórur partur av teim ymisku árgangunum spæla?
– Spæla børn, vaksin, old boys & old girls?
– Er nokk av feløgum og vallum?
– Er nakað tilboð til fólk við breðki?
Fyri at lýsa støðuna, mugu hesi viðurskifti lýsast:
– Gera eitt yvirlit fyri hvørt øki (felag), soleiðis at man sær, hvussu nógv spæla fótbólt í Vági, Sandavági, etc.
– Gera eitt
yvirlit yvir vallarumstøðurnar fyri tey ymisku feløgini.
– Gera eitt yvirlit yvir vøkstur/minking av leikaraum fyri tey ymisku feløgini.
– Gera eina kanning um, hví vøkstur ella minking í teimum ymisku feløginum?
Fótbóltur er spæl
Leikararnir skulu uppliva:
– Gleði
– Trivnað
– Nøgdsemi
Viðkomandi spurningar:
– Uppliva øll tað sum spæl á øllum stigum?
– Er tað stuttligt at spæla fótbólt?
– Kann lærdómur og spæl sameinast?
Fótbóltur er kapping
Kapping og dystir eru ein partur av fótbóltsspælinum, har m.a reglar, uppgávubýti og ábyrgdarbýti mennast.
Hetta gerst best við:
– Kappingar á líka føti, tvs. lið á nøkundlunda sama støði.
– Kappingar har góðskan er í lagi.
– Fair play er ein partur av spælinum.
– Kappingar á líka føti, tvs. lið á nøkundlunda sama støði.
– Kappingar har góðskan er í lagi.
– Fair play er ein partur av spælinum.
Fótbóltur er útbúgving/menning
Luttøka í fótbólti er útbúgving
Um hetta er veruleiki sæst best við at hyggja eftir:
– Hvussu nógv luttaka á venjara-, dómara- og leiðaraútbúgvingunum?
– Hvussu megna feløgini at fáa leikarar at halda fram sum venjarar, leiðarar og dómarar?
– Í hvønn mun merkja tey, sum eru við í fótbólti, at tey mennast sum mennisku?
– Kann tað, sum tey læra innan fótbólt, brúkast aðrastaðni?
Luttøka í fótbólti er persónlig menning
Luttøka í fótbólti sum venjari, leiðari,dómari og spælari viðførir møguleikar fyri persónligari menning.
Um hetta er veruleiki sæst best við at hyggja eftir:
– Um tann einkulti persónurin upplivir eina persónliga menning.
– Talið av venjarum, leiðarum dómarum og leikarum sum halda áfram at virka.
Fótbóltur er handil og undirhald
Fótbóltur er eisini handil
Hvussu megna feløgini tað:
– Virka landslið og felagslið á góðum handilsligum grundarlagi?
– Hvussu arbeiða feløgini fyri at styrkja seg fíggjarliga?
– Hava feløgini lætt við at fáa sponsorar?
– Hvussu er samarbeiðið við fjølmiðlarnar?
– Hava feløgini nógvar áskoðarar?
Fótbóltur eigur at røkja almenn áhugamál
Fótbóltur eigur at luttaka í almanna kjakinum, tá ið fótbóltur og ítróttur annars er á skránni.
Fótbóltur eigur at vera ein viðspælari, tá tað ræður um:
– doping
– rúsevnismisnýtsla
– happing
– rasisma
– harðskapi
– pedofeli
Hetta kann lýsast útfrá:
– Í hvønn mun eydnast tað FSF og feløgunum at fáa umboð í viðkomandi nevndir, lokalt, landsdekkandi og altjóða?
– Eydnast tað at føra ein sjónligan ítróttar politikk?
– Hvussu er samarbeiði við skúlar og útbúgvingarstovnar?
– Eydnast tað at føra ein sjónligan ítróttar politikk?
– Hvussu er samarbeiði við skúlar og útbúgvingarstovnar?
Fótbóltur sum “ambassadørur” fyri Føroyar
Mangan verður havt á munni, at føroyskur fótbóltur er ein tann besti ambassadørur sum Føroyar eiga.
Tí mugu vit eisini seta spurningar sum:
– Hvussu klára tey ymisku landsliðini seg í altjóða fótbólti?
– Hvussu klára tey ymisku feløgini seg í altjóða fótbólti?
– Hvussu nógvir áskoðarar eru til dystirnar?
– Hvussu klára føroyskir leikarar seg í útlandinum?
– Hvussu klára føroyskir dómarar seg í úlandinum?
– Hvussu klára føroyskir venjarar seg í útlandinum?
Um fótbóltur skal støðugt mennast, er tað av týdningi, at omanfyrinevndu punkt regluliga verða eftirmett hvørt sær og annars endurskoðaði.