§12 – Fríspørk og ósømiligur atburður

Fótbóltslógin 2024 (§1 – §17) sum PDF

Beinleiðis og óbeinleiðis fríspørk og brotsspørk kunnu bert dømast fyri brot, sum verða framd, meðan bólturin er í leiki.

1. Beinleiðis fríspark

Eitt beinleiðis fríspark verður dømt til mótstøðuliðið, um ein leikari eftir

meting dómarans fremur nakað av teimum fylgjandi brotunum móti einum mótleikara á ein hátt, ið er fyrilitsleysur, hasarderaður ella við ov nógvari megi:

  • Skumpar
  • Loypur á
  • Sparkar ella roynir at sparka
  • Fírir
  • Slær ella roynir at sláa (íroknað at skalla)
  • Takklar ella fremur eina avbjóðing
  • Leggur bein ella roynir at leggja bein

Um eitt brot verður framt við fysiskum sambandi, verður brotið sektað við beinleiðis frísparki ella brotssparki.

  • ”Fyrilitsleyst” merkir, at ein leikari hevur sýnt manglandi ans ella umhugsni, meðan hann roynir at fáa bóltin, ella at hann ikki hevur sýnt fyrivarni. Ikki er neyðugt við agarevsing
  • Hasarderað merkir, at leikarin ikki hevur hugsað um tann vanda ella tær fylgjur, leikháttur hansara kann fáa fyri mótleikaran, og hann skal ávarast
  • ”At nýta ov ógvusliga megi” merkir, at ein leikari nýtir meira megi, enn neyðugt er, og at hann kann fremja skaða á mótleikaran, og leikarin skal útvísast

Eitt beinleiðis fríspark verður dømt, um ein leikari ger seg sekan í nøkrum av fylgjandi brotum:

  • ‘Hondbólts-brot’ (hetta er ikki galdandi fyri mál­mannin í egnum brotssparksteigi).
  • Heldur einum mótleikara.
  • Fysiskt forðar einum mótleikara
  • Bítur ella spýtir eftir nøkrum á dómaraseðlinum ella einum dystarleiðar
  • Tveitir ein lut eftir bóltinum, mótleikara ella dystarleiðara ella fær samband við bóltin við einum luti, sum er hildin í hondini

Sí eisini brot í § 3.

At spæla bóltin við hondini

Tá ið metast skal um ‘hondbóltsbrot’, er ovara markið á arminum á linju við  niðasta partin á handarkullini (armholuni). Tað er ikki eitt brot, hvørja ferð  ein leikari nertur bóltin við hond ella armi.

Tað er eitt brot, um ein leikari:

  • tilvitað nertur bóltin við hond ella armi, t.d. við at flyta hondina ella armin ímóti bóltinum
  • nertur bóltin við hondini ella arminum, tá ið hondin ella armurin hevur gjørt kroppin ónatúrligt størri. Ein leikari verður mettur at hava gjørt kroppin  ónatúrligt størri , tá ið støðan hjá hond/armi ikki er ein fylgja – ella kann  rættvísgerast – av rørslu leikarans í mun til leik í viðkomandi støðuni. Við at  hava hondina í slíkari støðu er leikarin í váða fyri, at bólturin rakar hond/ arm og tískil er váði fyri at verða sektaður
  • skorar í mótleikaranna mál:
    • beinleiðis við hond ella armi, hóast hetta ikki er tilvitað. Hetta er eisini galdandi fyri málmannin
    • beinanvegin eftir at bólturin hevur nortið hondina/armin, hóast hetta ikki er tilvitað

Málmaðurin hevur somu avmarkingar sum allir aðrir leikarar, tá ið talan er um at spæla bóltin við hondini uttan fyri brotssparksteigin. Um málmaðurin spælir bóltin við hondini í egnum brotssparksteigi, tá ið hann ikki hevur loyvi til hetta, skal óbeinleiðis fríspark dømast, og ongin agarevsing skal gevast. Um brotið er endurtøkuspæl (við ella uttan hond) eftir uppafturtøku av leiki, skal málmaðurin hava eina agarevsing, um brotið steðgaði einum lovandi álopi ella tekur ein upplagdan málmøguleika ella eitt mál frá mótstøðuliðnum.

2. Óbeinleiðis fríspark

Óbeinleiðis fríspark verður dømt, um ein leikari:

  • spælir á ein hátt, ið er vandamikil
  • forðar einum mótleikara, uttan at kropsligt samband er
  • vísir misnøgd við avgerðir dómarans, nýtir háðandi, niðrandi ella óhóskandi gerðir, ella um hann er sekur í øðrum munnligum brotum
  • forðar málmanninum at sleppa bóltinum úr hondunum, sparkar ella roynir at sparka hann, meðan málmaðurin er í ferð við at sleppa honum
  • tekur stig til tilvitað at nýta snildir at leggja bóltin aftur til málmannin (íroknað eftir fríspark og málspark) við høvdi, bringu, knæi o.s.fr. fyri at  umgangast lógina. Tá er líkamikið, um málmaðurin nertur bóltin við  hondini ella Málmaðurin skal sektast, um hann tekur stig til gerðina.
  • ger seg sekan í onkrum øðrum broti, sum ikki áður er nevnt í Fótbóltslógini, og sum hevur við sær, at leikur verður steðgaður fyri at ávara ella útvísa ein leikara.

Eitt óbeinleiðis fríspark verður dømt til mótstøðuliðið, um ein málmaður inni í egnum brotssparksteigi ger seg sekan í nøkrum av teimum fylgjandi brotunum:

  • Heldur bóltinum í hondini/arminum, meðan hann hevur tamarhald á honum, í meira enn 6 sekund, áðrenn hann sleppur honum.
  • Nertur bóltin aftur við hondunum/armunum eftir at hava hildið honum, og uttan hann hevur nortið nakran annan leikara.

Nertur bóltin við hond/armi, um ikki málmaðurin týðiliga hevur sparkað ella roynt at sparkað bóltin fyri at fáa hann í spæl eftir at:

  • hann tilvitað er spældur til hansara av einum viðleikara við fótinum.
  • hava fingið hann frá einum innkasti, ið er tikið av einum viðleikara.

Ein málmaður verður mettur at hava tamarhald á bóltinum, tá:

  • bólturin er millum hendurnar, millum hondina og eina flatu (t.d. vøllin, egnan kropp) ella við at nerta bóltin við nøkrum parti av hondum ella armum, undantikið, tá bólturin støkkur frá málmanninum (íroknað tilvitað bjarging), ella um málmaðurin hevur framt eina bjarging
  • hann heldur bóltinum við strektari hond
  • hann støkkur bóltin í vøllin ella kastar hann í luftina

Ein mótleikari hevur ikki loyvi til at stríðast við málmannin, um bóltin, meðan málmaðurin hevur tamarhald á bóltinum.

Vandamikil leikur

Einhvør gerð, sum (meðan roynt verður at spæla bóltin) skúgvar trygdina hjá nøkrum til viks (íroknað leikaranum sjálvum), og sum forðar einum mótleikara í at spæla bóltin av ótta fyri skaða, er at meta sum vandamikil leikur.

Saksaspark er loyvt, treytað av, at tað ikki er vandamikið fyri ein mótleikara.

At forða framgongdini hjá einum mótleikara

At forða framgongdini hjá einum mótleikara merkir at stilla seg fyri hann, soleiðis at tað hindrar honum, seinkar honum ella noyðir hann at skifta kós, tá ið hvørgin leikari hevur bóltin í leikfjarstøðu.

Allir leikarar hava rætt at vera á vøllinum; at standa fyri einum mótleikara er ikki tað sama sum at stilla seg fyri ein mótleikara.

At skerma fyri bóltinum er loyvt. Ein leikari, sum stillar seg millum bóltin og ein mótleikara, hevur ikki framt eitt brot, so leingi sum bólturin er í leik-fjarstøðu, og leikarin ikki heldur mótleikaranum burtur við ørmum ella kroppi. Um bólturin er í leik-fjarstøðu, kunnu mótleikarar skumpa leikaran.

3. Agarevsing

Dómarin hevur myndugleika at nýta agarevsing frá tí, hann fer á vøllin fyri at kanna hann áðrenn dystarbyrjan, og inntil hann fer av vølli eftir dystarlok (íroknað brotssparkskapping).

Um ein leikari ella eitt hjálparfólk ger eitt brot, sum viðførir útvísing, áðrenn dómarin er komin á vøllin við dystarbyrjan, kann dómarin sýta leikaranum ella hjálparfólkinum at luttaka í dystinum (sí §3.6). Dómarin letur inn frágreiðing um allan annan rangan atburð.

Ein leikari ella eitt hjálparfólk, sum fremur eitt brot, sum skal sektast við ávaring ella útvísing, skal sektast samsvarandi brotinum. Tað er líka mikið, um brotið verður framt inn á vøllinum ella uttanfyri.

Gula kortið merkir ávaring, og reyða kortið merkir útvísing.

Bert leikarar, eykaleikarar, útskiftir leikarar og hjálparfólk kunnu vísast gula ella reyða kortið.

LEIKARAR, EYKALEIKARAR OG ÚTSKIFTIR LEIKARAR

At seinka uppafturtøku av leiki fyri at vísa kort

Um dómarin hevur gjørt av at ávara ella útvísa ein leikara, skal leikur ikki takast upp aftur, fyrr enn agarevsingin er gjøgnumførd, uttan so, at liðið, sum brotið varð framt ímóti, tekur eitt skjótt fríspark, hevur ein stóran málmøguleika, og dómarin ikki er byrjaður upp á mannagongdina við at geva agarevsingina. Agarevsingin skal gevast næstu ferð, steðgur er í leiki; um brotið var at frátaka mótstøðuliðnum ein upplagdan málmøguleika, skal leikarin ávarast. Um brotið var at steðgað einum lovandi álopi, skal leikarin ikki ávarast.

Fyrimunur

Um dómarin velur at nýta fyrimunarregluna fyri eitt brot, sum hevði verið sektað við ávaring/útvísing, um leikur varð steðgaður, skal ávaringin/ útvísingin verða framd næstu ferð steðgur er í leiki. Tó skal leikarin ávarast fyri at sýna óhøviskan atburð, um talan er um frátøku av uppløgdum málmøguleika. Er talan um at órógva ella steðga lovandi álopi skal leikarin ikki ávarast.

Fyrimunarreglan eigur ikki at verða nýtt, tá talan er um leik, sum í álvarsligan mun ikki er loyvdur, harðskapsatburð, ella fyri ett brot, ið verður sektað við seinna gula kortinum til sama leikara – uttan so, at talan er um ein upplagdan møguleika at skora mál. Dómarin skal útvísa leikaranum, næstu ferð steðgur er í leiki. Um leikarin spælir bóltin, stríðist um bóltin við mótleikara ella leggur upp í leik, skal dómarin steðga leiki, útvísa leikaranum og taka leik upp aftur við einum óbenleiðis frísparki, um ikki leikarin hevur framt eitt álvarsamari brot.

Um ein verjuleikari byrjar at halda einum mótleikara uttan fyri brotssparksteigin, og hann heldur áfram at halda honum inni í brotssparksteiginum, skal dómarin døma brotsspark.

Brot, ið verða sektað við ávaring

Ein leikari skal ávarast, um hann:

  • Seinkar uppafturtøku av leiki
  • Vísir misnøgd við avgerðir dómarans við orðum ella gerð
  • Kemur inn/inn aftur á vøllin, ella tilvitað fer av vølli uttan loyvi dómarans
  • Ikki heldur kravdur fjarstøðuna, tá leikur skal takast upp aftur við uppkasti, hornasparki, frísparki ella innkasti
  • Áhaldandi fremur brot á Fótbóltslógina (onki ávíst tal ella mynstur av brotum verður mett sum “áhaldandi”)
  • Sýnir óhøvsikan atburð
  • Kemur inn í øki dómarans til endurskoðan (RRA)
  • Ógvusliga vísir “endurskoðan” tekin (Sjónvarpsskermur)

Ein eykaleikari ella ein útskiftur leikari skal ávarast, um hann:

  • Seinkar uppafturtøku av leiki
  • Vísir misnøgd við orðum ella gerð
  • Kemur inn ella inn aftur á vøllin uttan loyvi dómarans
  • Sýnir óhøviskan atburð
  • Kemur inn í øki dómarans til endurskoðan (RRA)
  • Ógvusliga vísir “endurskoðan” tekin (Sjónvarpsskermur)

Tá tvey ymisk brot, sum skulu sektast við ávaring, verða framd (hóast tey eru í nánd av hvørjum øðrum), skal hetta hava tvær ávaringar við sær. T.d. um ein leikari kemur inn á vøllin uttan loyvi dómarans og fremur eina hasarderaða takkling ella steðgar einum lovandi álopi við einum frísparki/spæla bóltin við hondini o.s.fr.

Ávaringar fyri at sýna óhøviskan atburð

Tað eru ymiskar umstøður, sum føra við sær, at ein leikari skal ávarast fyri at sýna óhøviskan atburð, millum annað tá ið leikari:

  • roynir at lumpa dómaran við at spæla skaddur ella við at spæla sjónleik (film)
  • skiftir um pláss við málmannin, meðan leikur fer fram ella uttan at boða dómaranum frá. (Sí §3)
  • fremur eitt brot á ein hasarderaðan hátt, ið verður sektað við beinleiðis frísparki.
  • ger eitt fríspark við at spæla bóltin við hondini fyri at steðga einum lovandi álopi.
  • fremur eitthvørt annað brot, sum steðgar einum lovandi álopi, um brotið ikki er eitt brotsspark, sum stendst av eini roynd at spæla ella stríðast um bóltin
  • tekur ein upplagdan málmøguleika frá einum mótleikara við at gera eitt brotsspark í eini roynd at spæla ella stríðast um bóltin
  • roynir at skora eitt mál við at spæla bóltin við hondini (sama um royndin eydnast ella ikki), ella um hann fremur eina miseydnaða roynd at forða einum máli við at spæla bóltin við hondini
  • ger merki á vøllin, sum ikki eru loyvd
  • spælir bóltin, meðan hann er á veg út av vøllinum eftir at hava fingið loyvi dómarans at fara av vøllinum
  • sýnir vantandi virðing ímóti leikinum
  • tilvitað nýtir snildir til at spæla bóltin aftur til egnan málmann (íroknað eftir fríspark og málspark) við høvdinum, bringuni, knænum s.fr., fyri at víkja uttan um andan í lógini – sama um málmaðurin nertur bóltin við hondini ella ikki. Málmaðurin skal sektast, um hann tekur stig til gerðina
  • munnliga órógvar ein leikara undir leiki, ella meðan leikur verður tikin upp aftur

At frøast um eitt mál

Tað er loyvt leikarum at frøast um eitt mál, sum er skorað, men fagnaðurin má ikki vera ov ógvusligur. Fagnaður, ið fer fram við máta, er loyvdur, men fagnaður, ið er vandur, verður ikki viðmæltur, tá ið hann førir tíðarspillu við sær, og dómarar eiga at fyribyrgja hesum.

At fara av vøllinum fyri at frøast um eitt mál, skal ikki verða sektað við ávaring, men leikararnir eiga at koma inn aftur á vøllin skjótast gjørligt.

Ein leikari skal ávarast, hóast málið verður kolldømt, um hann:

  • Klívur upp í eitt hegn og/ella nærkast áskoðarunum á ein hátt, ið kann seta trygdina í vanda fyri at frøast um eitt máð, ið er skorað
  • Ger tekin, ella sýnir atburð, sum eru ágangandi, láturlig ella øsandi
  • Fjalir høvdið ella andlitið við einum skorti ella líknandi luti
  • Letur seg úr blusuni ella fjalir høvdið við blusuni

At seinka uppafturtøku av leiki

Dómarar skulu ávara leikarar, sum seinka uppafturtøku av leiki t.d. við at:

  • Látast at taka eitt innkast, men knappliga lata ein av liðfeløgumsínum taka tað.
  • Drála við at fara spakuliga av vøllinum ísmb við útskifting
  • Seinka eini uppafturtøku av leiki ógvusliga.
  • Sparka bóltin burtur ella bera hann burtur við hondunum, ella við at Íbirta eina klandursstøðu við tilvitað at nerta bóltin, eftir at dómarin hevur steðgað leiki.
  • Taka eitt fríspark á skeivum stað fyri at noyða dómaran biða hann taka tað umaftur

Brot, ið verða sektað við útvísing

Ein leikari, eykaleikari ella útskiftur leikari skal verða vístur út um hann ger seg sekan í nøkrum av fylgjandi brotum:

  • Frátekur mótstøðuliðnum eitt mál ella ein upplagdan málmøguleika við tilvitað at fremja eitt ‘hondbórts –brot’ (undantikið málmaðurin í egnum brotssparksteigi)
  • Tekur ein upplagdan málmøguleika frá einum mótleikara, hvørs rørsla ber brá av at vilja móti málinum hjá tí, sum fremur brotið, við at fremja eitt brot, sum skal verða sektað við frísparki ella brotssparki (um ikki talan er um niðanfyri standandi)
  • Er sekur í leiki, sum í álvarsligan mun ikki er loyvdur.
  • Bítur ella spýtir eftir nøkrum
  • Er sekur í harðskapsatburði
  • Nýtir niðrandi ella háðandi málburð og/ella tekin.
  • Fær sína seinnu ávaring í sama dysti.
  • Fer inn í video rúmið (VR)

Ein leikari, eykaleikari ella útskiftur leikari, sum er vorðin útvístur, skal fara burtur frá vallarumhvørvinum og tí tekniska økinum.

At forða einum máli ella uppløgdum málmøguleika

Um ein leikari fremur eitt brot ímóti einum mótleikara í egnum brotsteigi, og hann frátekur mótleikaranum ein upplagdan málmøguleika, og dómarin dømir brotsspark, skal leikarin ávarast, um brotið varð framt í eini roynd at spæla ella stríðast um bóltin. Í øllum øðrum førum (t.d. at halda, toga, fíra, uttan møguleika at spæla bóltin o.s.fr.) skal leikarin vísast av vølli.

Um ein leikari frátekur mótstøðuliðnum eitt mál ella ein upplagdan málmøguleika við at fremja eitt ‘hondbólts-brot’, skal hann útvísast – óansæð, hvar á vøllinum brotið varð framt (undantikið málmaðurin í egnum brotssparksteigi).

Um ein leikari fremur eitt brot ímóti einum mótleikara í egnum brotssparksteigi, og hann frátekur mótleikaranum ein upplagdan málmøguleika, og dómarin dømir brotsspark, skal leikarin ávarast, um brotið varð framt í eini roynd at spæla bóltin. Í øllum øðrum førum (t.d. at halda, toga, fíra, uttan møguleika at spæla bóltin o.s.fr) skal leikarin vísast av vølli.

Ein leikari, útvístur leikari, eykaleikari ella útskiftur leikari, sum kemur inn á vøllin uttan loyvir dómarans, og leggur upp í leik ella órógvar ein mótleikara og á henda hátt frátekur mótstøðuliðnum eitt mál ein upplagdan málmøguleika er sekur í at hava framt eitt brot, sum skal sektast við útvísing.

Fylgjandi skal havast í huga:

  • Fjarstøðan millum brotið og málið
  • Hvønn veg leikur gekk
  • Sannlíkindi fyri at varðveita ella fáa tamarhald á bóltinum
  • Støðan hjá og tal av verjuleikarum

Leikur, sum í álvarsligan mun ikki er loyvdur

Ein takkling ella ein avbjóðing, sum setur trygdina hjá einum mótleikara í vanda, ella verður gjørd við nýtslu av ógvusligari megi ella brutaliteti skal sektast sum leikur, sum í álvarsligan mun ikki er loyvdur.

Einhvør leikari, sum tveitur seg eftir einum mótleikara, meðan hann stríðist um bóltin við at nýta eitt ella bæði beinini, og ger hetta við ógvusligari megi ella setur trygd mótleikarans til viks, er sekur í leiki, sum í álvarsligan mun ikki er loyvdur. Tað er líkamikið, sum hetta verður gjørt aftanífrá, frammanífrá ella frá síðuni.

Harðskapsatburður

Talan er um harðskapsatburð, tá ein leikari nýtir ella roynir at nýta ógvusliga megi ella brutalitet, uttan at royna at spæla bóltin, móti einum mótleikara, viðleikara, dystarleiðara, áskoðara ella nøkrum øðrum persóni, uttan mun til um tað eydnaðist at skapa fysiskt samband ella ikki.

Aftrat hesum er ein leikari sekur í harðskapsatburði, um hann – uttan at royna at spæla bóltin – tilvitað slær ein mótleikara ella nakran annan persón í andlitið ella høvdið við at nýta hond ella arm, um ikki megin, ið varð nýtt, er uttan týdning.

Hjálparfólk

Tá ið eitt brot verður framt av onkrum í tekniska økinum (eykaleikara, útskiftum leikara, útvístum leikara ella hjálparfólki), og tann, sum framdi brotið, ikki kann eyðmerkjast, skal venjarin við evstu ábyrgd í tekniska økinum hava agarevsingina.

Munnlig ávaring

Fylgjandi brot skulu vanliga sektast við eini munnligari ávaring; endurtakandi og ógvuslig brot skulu sektast við eini ávaring ella eini útvísing:

  • At koma virðiliga inn á vøllin á ein hátt, sum ikki er framfarandi/hóttandi
  • Ikki at samstarva við ein dystarleiðara, t.d. ikki at fylgja boðum frá einum hjálpardómara ella 4. dómara
  • Smærri ósemjur um eina avgerð (við orðum ella gerðum)
  • Stundum fara úr tekniska økinum uttan at fremja onnur brot

Ávaring

Brot, ið skulu sektast við ávaring eru m.a.:

  • Týðiliga/áhaldandi ikki at virða avmarkingina í tekniska økinum
  • Seinka uppafturtøku av leiki hjá teirra liði
  • Tilvitandi at fara inn í tekniska økið hjá mótstøðuliðnum (á ein hátt, sum ikki er hóttandi)
  • Sýna ónøgd við orðum ella gerðum, íroknað:
  • Tveita/sparka drekkidunkar ella aðrar lutir
  • Gerðir, sum týðiliga vísa vantandi virðing fyri dystarleiðarum; t.d. at klappa háðandi
  • at koma inn í øki dómarans til endurskoðan (RRA)
  • ógvusliga/áhaldandi at gera handabrá fyri at fáa dómaran at geva eitt gult ella reytt kort
  • ógvusliga at gera “sjónvarps-tekin” fyri at fáa VAR at fremja eina endurskoðan
  • gera handabrá ella sýna atburð, sum eru provokerandi ella uppøsandi
  • áhaldandi at sýna atburð, sum ikki kann góðtakast (íroknað endurtakandi brot, sum føra munnliga ávaring við sær)
  • sýnir vantandi virðing fyri spælinum

Útvísing

Brot, ið skulu sektast við útvísing eru m.a.:

  • seinka uppafturtøku av leiki hjá mótstøðuliðnum t.d. við at halda bóltinum, sparka bóltin burtur, forða framgongdini hjá einum leikara
  • tilvitað at fara úr tekniska økinum fyri at:
  • sýna misnøgd við, ella kjakast við ein dystarleiðara
  • gera handabrá ella sýna atburð, sum eru provokerandi ella uppøsandi
  • at fara inn í tekniska økið hjá mótstøðuliðnum á ein hátt, sum er framfarandi ella hóttandi
  • tilvitað at kasta ella sparka ein lut inn á vøllin
  • at fara inn á vøllin fyri at:
  • kjakast við ein dystarleiðara (íroknað í hálvleikinum og við dystarlok)
  • leggja upp í leik, órógva ein mótleikara ella ein dystarleiðara
  • at koma inn í video-rúmið (VOR)
  • Fysiskur ella ágangandi atburður (íroknað at spýta og bíta) mótvegis einum mótleikara, eykaleikara, hjálparfólki, dystarleiðara, áskoðara ella nøkrum øðrum persóni (t.d. bóltdreingi/gentu ella kappingar-umboðsfólk o.s.fr.)
  • At fáa aðru ávaring í sama dysti
  • At nýta niðrandi ella háðandi málburð og/ella gerðir
  • At nýta elektroniska- ella samskiftisútgerð, sum ikki er loyvd, ella at sýna rangan atburð orsakað av at hava nýtt elektroniska- ella samskiftisútgerð
  • Harðskapsatburður

Brot, har ið ein lutur (ella bólturin) verður tveittur

Í øllum førum skal dómarin nýta hóskandi agarevsing.

  • Ávara leikaran fyri at sýna óhøviskan atburð, um brotið var hasarderað
  • Útvísa leikaranum fyri harðskapsatburð, um brotið varð framt við nýtslu av ógvusligari megi

4. Uppafturtøka av leiki eftir fríspørk og ósømiligan atburð

Um bólturin ikki er í leiki, verður leikur tikin upp aftur sambært fyrru avgerðini. Um bólturin er í leiki, og ein leikari fremur eitt fysiskt brot inni á vøllinum ímóti:

  • Einum mótleikara – beinleiðis ella óbeinleiðis fríspark ella brotsspark
  • Einum viðleikara, eykaleikara, útskiftum ella útvístum leikara, dystarleiðara ella hjálparfólki – beinleiðis fríspark ella brotsspark

Øll munnlig brot skulu sektast við óbeinleiðis frísparki.

Um dómarin steðgar leiki fyri eitt brot, sum er framt av einum leikara uttanfyri vøllin ella á vøllinum ímóti einum óviðkomandi, skal leikur takast upp aftur við uppkasti, um óbeinleiðis fríspark ikki verður dømt fyri at fara av vøllinum uttan loyvi dómarans. Óbeinleiðis frísparkið skal takast á linjuni, har sum leikarin fór av vøllinum.

Um bólturin er í spæli, og:

  • Ein leikari fremur eitt brot móti einum dystarleiðara ella mótleikara, eykaleikara, útskiftum ella útvístum leikara ella hjálparfólki uttanfyri vøllin, ella
  • Ein eykaleikari, útskiftur ella útvístur leikari ella eitt hjálparfólk fremur eitt brot ímóti ella órógvar ein mótleikara ella ein dystarleiðara uttanfyri vøllin

Skal leikur takast upp aftur við einum frísparki á linjuni, sum er nærmast har, sum brotið varð framt; brotsspark skal dømast, um brotið varð fram innanfyri brotssparksteigin hjá tí, sum framdi brotið.

Um eitt brot verður framt uttan fyri vøllin av einum leikara móti einum leikara, eykaleikara, útskiftum leikara ella hjálparfólki á egnum liði, verður leikur tikin upp aftur við óbeinleiðis frísparki á linjuni nærmast við har, sum brotið varð framt.

Um ein leikari fær samband við bóltin við einum luti (gaggu, skinnara o.s.fr.), sum er hildin í hondini, skal leikur takast upp aftur við beinleiðis frísparki (ella brotssparki).

Um ein leikari, sum stendur á ella uttanfyri vøllin, kastar ein lut (íroknað bóltin) eftir einum mótleikara, eykaleikara, útskiftum ella útvístum leikara ella hjálparfólki, dystarleiðari ella bóltinum, skal leikur takast upp aftur við einum beinleiðis frísparki á tí stað, har luturin rakti ella hevði rakt bóltin ella persónin. Um hetta staðið er uttanfyri vøllin, Skal leikur takast upp aftur við einum beinleiðis frísparki á linjuni, sum er nærmast har, sum brotið varð framt; brotsspark skal dømast, um brotið varð fram innanfyri brotssparksteigin hjá tí, sum framdi brotið.

Um ein leikari, sum er á ella uttanfyri vøllin kastar ella sparkar ein lut (annað enn  dystarbóltin) eftir einum mótleikara, ella hann kastar ella sparkar ein lut (íroknað dystarbóltin) eftir einum eykaleikara, útskiftum leikara, útvístum leikara ella hjálparfólki hjá mótstøðuliðnum, eftir einum dystarleiðara ella dystarbóltinum, skal leikur takast upp aftur við einum beinleiðis frísparki á tí stað, har luturin rakti ella hevði rakt persónin ella bóltin.

Um hetta stað er uttan fyri vøllin, skal frísparki takast á vallarlinjuni, sum er nærmast har, sum brotið varð framt; eitt brotsspark skal dømast, um brotið varð framt inni í brotssparksteiginum hjá tí, sum framdi brotið.

Um ein eykaleikari, útskiftur ella útvístur leikari, ein leikari, sum fyribils er farin av vøllinum, ella eitt hjálparfólk kastar ella sparkar ein lut in á vøllin, og hetta órógvar leik, ein mótleikara ella ein dystarleiðara, skal leikur takast upp aftur við einum beinleiðis frísparki (ella brotssparki) har, sum luturin órógvaði leik ella har, sum luturin rakti ella hevði rakt mótleikaran, dystarleiðaran ella bóltin.