Landsliðini
Tað brestur fyri nev
Í veruleikanum kom tað rættiliga óvart á limirnar í Fótbóltssambandi Føroya, tá i boðini bórust um, at nú var leiðin umsíðir greidd fyri føroyskum FIFA-limaskapi. FSF fekk á vári 1988 boð um at senda eina formliga umsókn av nýggjum, og tað var gjørt. Umsóknin skuldi nú á fyrsta sinni leggjast fyri aðalfundin hjá FIFA til góðkenningar. Alt bendi á, at tað nú fór at eydnast, tí bæði starvsstjórnin í FIFA og UEFA høvdu viðmælt umsóknini. Umboð fyri FSF vórðu biðin at koma á aðalafundin, sum fór at verða í Zürich leygardagin 2. juli 1988.
Hvat hevur fingið gongd á hetta mál, sum nú var fimtan ára gamalt, soleiðis at tað brádliga varð skundað ígjøgnum og avgreitt, er føroyingum framvegis ein gáta. Nakað innlit í málsviðgerðina fekk FSF ongantíð. Opinleiki og gjøgnumskygni var ikki tað, sum eyðkendi FIFA. Limalondini høvdu tá minni ávirkan enn nú á døgum, og norðurlond vóru ikki so væl umboðað í nevndararbeiðinum, sum tey hava verið tey seinnu árini.
Onkur heldur, at okkurt losnaði á fundi í norðurlendsku fótbóltssamgonguni í Helsinki síðst í mai 1987. Tá góvu Norðurlond fyri fyrstu ferð heilt greitt til kennar, at tey øll treytaleyst styðjaðu føroysku FIFA-umsóknina. Onnur halda, at íslendingurin Ellert Schram, sum frá 1982 til 1986 sat í starvsnevndini í FIFA, fekk glið á, onnur halda, at Poul Hyldgaard, sum loysti Ellert Schram av í 1986, heilhugaður virkaði fyri føroysku áhugamálunum, og leikluturin hjá Tore Brodd í somu FIFA-starvsnevnd árini frammanundan eigur helst heldur ikki at undirmetast.
Men kanska vóru vit fyrst og fremst hepnir. Løtan var møguliga tann rætta. Kanska hevur alt bara verið politikkur. Føroyska umsóknin hevur møguliga bara verið partur av eini heildarloysn, sum semja fekst um. Vit vita tað ikki. Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, Børge B. Hansen, varaformaður og Mortan Poulsen, skrivari, vóru hjástaddir á FIFA-aðalfundinum í Zürich henda leygardagin 2. juli 1988.
Tað tók aðalfundinum bara tríggjar minuttir at avgreiða tær sjey umsóknirnar, ið vóru fyri henda dagin. Síðani vórðu fløggini borin inn í fundarhøllina í Zürich. Tey sjey nýggju limalondini vóru Solomon oyggjarnar og Vanuato í Kyrrahavinum, Aruba, St. Lucia, St. Vincent og Grenadisku oyggjarnar í Karibiska Havinum, og San Marino og Føroyar í Evropa. Torleif Sigurðsson segði úr Zürich, at nú stóð tað til føroysku fótbóltsfeløgini at gera av, hvat Føroyar skuldu nýta limaskapin til.
Føroysku umboðini á FIFA-fundinum í Zürich fingu frá formanninum í UEFA at vita, at teir vóru fúsir at góðkenna Føroyar sum limir í UEFA á aðalfundinum hjá samgonguni árið eftir.
Føroyingar ivast
Hóast UEFA-limaskapurin av røttum átti at verið ein avgreiðsluspurningur, nú Føroyar í 1988 høvdu fingið FIFA-limaskapin váttaðan, kom málið kortini í drag. Men á heysti 1989 sendi europeiska fótbóltssamgongan FSF innbjóðing til EMundankappingina
1990-1991 fyri A-landslið og U-18 landslið. Føroyingar fingu at vita, at eingin forðing var fyri limaskapi, tí hann fór at verða samtyktur á aðalfundi hjá UEFA á vári 1990. UEFA fór harumframt at veita Føroyum fyribils limaskap á fundi í Stokkhólmi fyri lutakastið til EM-endaspælið í februar 1990.
Fótbóltssamband Føroya eggjaði nú feløgunum til breitt orðaskifti um spurningin um altjóða luttøku. Týðandi meginspurningar vórðu reistir. Spurt varð, um Føroyar skuldu fara upp í altjóða kappingar, hvussu nógvum liðum, farast skuldi út í heim við – um yvirhøvur farast skuldi – hvussu fíggingin til møguliga nógv økta virksemið skuldi útvegast, o.s.fr. FSF bað feløgini koma við sínum tilmælum á aðalfundi hjá FSF 2. desember 1989.
Eingin semja fekst um spurningin á aðalfundinum. Feløgini vóru sum heild ivingasom. Fleiri tóktust at halda, at hetta var ein alt ov stórur biti, tí at føroyingar vóru ikki búnir til so stóra avbjóðing enn. Mælt varð í staðin til at byrja í smáum við ungdómslandsliðunum. Aðrir hildu, at fíggjarligi vágin var ov stórur. Einki felag fekst at mæla til, at FSF skuldi taka av tilboðnum frá UEFA at boða frá luttøku til EMundankappingina fyri A-landslið, men afturímóti var heldur einki felag, sum beinleiðis mælti frá.
Stjórnin í FSF gjørdist tí í roynd og veru ikki nógv klókari av hesum fundi. Teir bóðu um fund við landsliðsspælarar og venjaran. Teir vóru allir tvørturímóti fúsir at geva seg í kast við avbjóðingina. Hollir vinir í altjóða fótbólti mæltu FSF til at taka av tilboðnum frá UEFA. Gjørdu teir ikki tað, kundu teir fara at verða ov seinir á sjóvarfallinum, tí líkt var til, at treytirnar fyri luttøku fóru at verða herdar í komandi tíðum. Tað var einki dulsmál, at rembingarnar í eystureuropa, sum hesi árini bóru í sær, at fyrrverandi landslutir skipaðu seg sum sjálvstøðug ríki, høvdu fingið bæði FIFA og UEFA at umhugsa at herða reglurnar um limaskap. Sum skilst hava onnur lond, ið seinni hava roynt at fingið limaskap í altjóða fótbóltssamgongunum, havt Føroyar sum jarnbrot í teirra stremban fyri limaskapi. Í 2004 vórðu treytirnar fyri limaskapi í FIFA og UEFA herdar. Nú er ST-limaskapur eitt óreingiligt krav fyri upptøku í altjóða fótbóltssamgongunum. Hesar treytir verða settar teimum, ið nú søkja, ikki teimum, sum longu eru limir. Vit sluppu tí inn um í tøkum tíma.
Stutt áðrenn freistin at svara UEFA var úti samtykti starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya at taka av innbjóðingini frá evropeisku fótbóltssamgonguni, og melda føroyska A-landsliðið til EM-undankappingina 1990-1991.
Fáa UEFA-limaskap
Nógvar atfinningarsamar røddir vóru frammi í døgunum eftir, at FSF hevði boðað UEFA frá, at føroyska A-landsliðið fór at verða við í komandi undankappingini.Oddamenn í summum av feløgunum við Haldgrími Gregersen í Gøtu á odda søgdu bart út, at teir vóru vónsviknir av FSF. Men hetta var kortini ikki annað enn væntandi var.
Lutakastið til EM-undankappingina nærkaðist, men sjálvur limaskapurin var framvegis ikki staðfestur. FSF varð boðið til hátíðarhaldið í samband við lutakastið í Stokkhólmi 2. februar 1990. Føroyingar mundu ikki kenna seg heilt álvuligar við støðuna, tí enn høvdu teir ikki fingið annað enn munnlig lyfti um upptøku í UEFA. Mortan Poulsen, skrivari í FSF, fór tí einsamallur til Svøríkis. Ikki fyrr enn sjálvan dagin fyri lutakastið, 1. februar, vórðu Føroyar formliga tiknar upp sum fyribils limur í UEFA, soleiðis at teir kundu vera við í lutakastinum. Nústani komu hini FSF-umboðini til Stokkhólm.
Undir sjálvum lutakastinum vórðu Føroyar bodnar vælkomnar sum 34. limaland í UEFA-familjuni. Men samstundis varð kunngjørt, at Føroyar fóru ikki at spæla sínar heimadystir í Føroyum, tí eingin grasvøllur var tøkur. Hetta kom føroyingum sum ein bumba. FSF segði seg ikki hava fingið nakað at vita um eina UEFA-viðtøku frá 1986 um, at altjóða dystir kunnu ikki spælast á graslíki.
Avgerðin at melda A-landsliðið til EM-undankappingina, varð tí eftir øllum at døma tikin undir skeivum fortreytum. Men nú vendist ikki aftur. Føroyar skuldi tí spæla allar sínar dystir á útivølli. Heimadystirnir skuldu spælast í Svøríki, antin í Malmø ella Landskrona – føroyingar valdu sjálvir Landskrona. Allar royndir hjá Føroyum at fáa undantaksloyvi frá hesi viðtøku í einum tillagingartíðarskeiði vórðu til fánýtis. Men tað er alt ein onnur søga, sum ikki skal umrøðast á hesum sinni.
Limaskapur Føroya í UEFA varð endaliga staðfestur á ráðstevnu hjá evropeisku fótbóltssamgonguni í Valetta á Malta 18. apríl 1990. Torleif Sigurðsson og Mortan Poulsen umboðaðu Føroyar á fundinum. Ein nýggj tíð var byrjað.
Teksturin omanfyri, er brot úr bókini hjá Suna Merkistein, “Fremjum dystarleik, sveinar og sprund”.