§6 – Hinir dystarleiðararnir

Fótbóltslógin 2024 (§1 – §17) sum PDF

Aðrir hjálpardómarar (tveir hjálpardómarar, ein fjórði dómari, tveir eyka hjálpardómarar og ein tiltaks hjálpardómari, ein video hjálpardómari (VAR) og í minsta lagi ein hjálpar VAR (H-VAR)) kunnu setast á dystir.

Teir skulu hjálpa dómaranum við at leiða dystin sambært Fótbóltslógini, men endaliga avgerðin verður altíð tikin av dómaranum.

Dómarin, hjálpardómararnir, fjórði dómarin, eyka hjálpardómararnir og tiltaks hjálpardómarin eru dómararnir ‘á vøllinum’.

VAR og H-VAR eru ‘video’ dómararnir, og hjálpa hesir dómaranum sambært mannagongdunum viðvíkjandi VAR, sum eru settar av IFAB.

Dystarleiðararnir arbeiða undir leiðbeining frá dómaranum. Í fall av óhóvligari uppílegging ella óhøviskum atburði, skal dómarin loysa teimum frá teirra skyldum og senda frágreiðing til viðkomandi myndugleika.

Hinir dómararnir ‘á vøllinum’, uttan tiltaks hjálpardómarin, skulu hjálpa dómaranum við brotum, tá teir síggja betri enn dómarin, hvat er hent. Teir skulu senda frágreiðing um einhvønn álvarsaman, rangan atburð, sum er farin fram uttan at dómarin ella hinir dystarleiðararnir hava sæð tað, til viðkomandi myndugleika. Teir skulu siga dómaranum og hinum dystarleiðarunum frá, um nøkur frágreiðing verður send.

Dystarleiðararnir ‘á vøllinum’ hjálpa dómaranum við at kanna vøllin, bóltarnar og útgerð leikaranna (íroknað um trupulleikar eru loystir) og við at halda skil á tíð, málum, rangum atburði o.s.fr.

Kappingarreglurnar skulu týðiliga tilskila, hvør loysir ein dystarleiðara av, sum ikki kann byrja ella halda áfram í einum dysti, sum hann er settur at døma. Serliga skal tað vera tilskilað, um fjórði dómarin, tann royndari hjálpardómarin ella tann royndari eyka hjálpardómarin skal loysa dómaran av, um hesin ikki kann byrja ella halda áfram.

1. Hjálpardómararnir

Teir skulu vísa:

  • Nær allur bólturin er farin út av vøllinum, og hvat lið eigur hornaspark, málspark ella innkast
  • Nær leikari skal revsast fyri at vera rangstaddur
  • Nær ein útskifting er umbiðin
  • Í sambandi við brotsspark, um málmaðurin flytur seg av mállinjuni, áðrenn bólturin er skotin, og um bólturin er innan fyri mállinjuna. Um eyka hjálpardómarar eru settir á dystin, skal hjálpardómarin stilla seg á linju við brotssparksblettin

Hjálpardómarin skal eisini hjálpa við at hava eyguni við mannagongdini í samband við útskifting.

Hjálpardómarin kann koma inn á vøllin fyri at tryggja, at múrurin stendur 9,15m vekk.

2. Fjórði dómari

Fjórði dómarin skal eisini hjálpa við:

  • At hava eyguni við mannagongdini í samband við útskifting
  • At kanna útgerðina hjá einum leikara/eykaleikara
  • At hjálpa til, tá ein leikari kemur inn á vøllin aftur eftir at hava fingið tekin frá dómaranum
  • At hava eftirlit við eyka bóltunum
  • At vísa, hvussu nógva tíð, dómarin í minsta lagi hevur lagt aftrat hvørjum hálvleiki (íroknað longda leiktíð)
  • At siga dómaranum frá um rangan atburð frá nøkrum, sum er í tekniska økinum

3. Eyka hjálpardómarar

Eyka hjálpardómararnir kunnu vísa:

  • Nær allur bólturin er farin um mállinjuna, íroknað, tá mál er skorað
  • Hvat lið eigur eitt horna- ella málspark
  • Í sambandi við brotsspark, um málmaðurin flytur seg av mállinjuni, áðrenn bólturin er skotin, og um bólturin er innan fyri mállinjuna.

4. Tiltaks hjálpardómari

Ein tiltaks hjálpardómari kann loysa av fyri ein hjálpardómara, fjórða dómara ella ein eyka hjálpardómara, um onkur av hesum ikki fær hildið fram.

Tiltaks hjálpardómarin kann eisini hjálpa dómaranum á sama hátt, sum hinir “dómararnir á vøllinum.

5. Video dystarleiðarar

Ein video hjálpardómari (VAR) er ein dystarleiðari, sum kann hjálpa dómaranum at taka avgerð við at endurskoða støður á video. Hetta kann bert gerast, tá talan er um ein “týðiligan og eyðsýndan feil” ella um eina “álvarsama ‘mista’ støðu” ísmb. við mál/ikki mál, brotsspark/ikki brotsspark, beinleiðis reytt kort (ikki seinnu ávaring) ella í støðum viðv. skeivum samleika, tá dómarin ávarar ella útvísir skeivan leikara frá liðnum, sum framdi brotið.

Ein hjálpar VAR (H-VAR) er ein dystarleiðari, sum hjálpir VAR fyrst og fremst við:

  • At hyggja at sjónvarpsupptøkuni, meðan VAR er upptikin við at ‘kanna’ ella ‘endurskoða’
  • At skriva niður støður, sum eru tengdar at VAR og allar trupulleikar viðv. samskifti ella tøkni
  • At hjálpa VAR við at samskifta við dómaran, serliga at samskifta við dómaran, tá VAR ‘kannar’/endurskoðar’, t.d. at siga við dómaran, at hann skal steðga leiki ella seinka uppafturtøku av leiki
  • At fylgja við, hvussu nógv tíð “fer til spillis”, tá uppafturtøka av leiki er seinkað vegna ‘kanning’ ella ‘endurskoðan’
  • At kunna viðkomandi bólk um støður, ið hava við VAR at gera

6. Tekin hjá hjálpardómarum

Hesi standa á s. 78, 79 og 80 í ensku bókini.

7. Tekin hjá eyka hjálpardómarum

Hetta stendur á s. 81 í ensku bókini.