Leikarareglugerðin

Reglur um leikarar og flytingar av leikarum

§ 1. Almennar ásetingar
Henda reglugerð setir í gildi altjóða bindandi reglur um status hjá leikarum, teirra rætt at taka lut í skipaðum fótbólti, skráseting og flyting av leikarum til og ímillum limafeløgini í Fótbóltssambandi Føroya (FSF).

Reglugerðin skal vera í samsvar við Article 1 (3) í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players, og skal eisini innihalda ásetingar um hvussu ósemjur millum feløg og leikarar skulu greiðast samsvarandi FIFA ásetingum, umframt ásetingar um endurgjald til feløg fyri venjing og útbúgving av ungum leikarum.

Stk. 2. Um ósamsvar er millum hesa reglugerðina og bindandi reglurnar í FIFA Regulations on the
Status and Transfer of Players sambært stk. 1, tá eru FIFA reglurnar galdandi.

§ 2. Status hjá leikara: áhugaleikari ella yrkisleikari

Leikari, ið tekur lut í skipaðum fótbólti, er antin áhugaleikari ella yrkisleikari.

Stk. 2. Yrkisleikari er leikari, sum hevur skrivligan sáttmála við eitt felag, og sum fær eina samsýning frá felagnum, sum er størri enn útreiðslurnar, sum viðkomandi hevur av at leika fyri felagið. Allir aðrir leikarar verða mettir at vera áhugaleikarar.

Stk. 3. Yrkisleikari skal hava FSF góðkendan standardsáttmála við sítt felag.

Stk. 4. Fyri at luttaka í Meistaradeildini hjá monnum, skal leikari vera yrkisleikari og hava FSF góðkendan standardsáttmála.

§ 3. At gerast áhugaleikari aftur

Ein leikari, sum er skrásettur sum yrkisleikari, kann ikki skráseta seg aftur sum áhugaleikari, fyrr enn í fyrsta lagi 30 dagar eftir seinasta dystin hjá viðkomandi sum yrkisleikara.

Stk. 2. Einki endurgjald fyri venjing og útbúgving av leikarum skal rindast tá ið leikari aftur fær status sum áhugaleikari. Um leikari endurskrásetur seg sum yrkisleikari innan 30 mánaðir aftaná, at viðkomandi leikari aftur er blivin áhugaleikari, skal nýggja felagið hjá viðkomandi leikara rinda endurgjald fyri venjing og útbúgving av leikarum samsvarandi reglunum í hesi reglugerð.

§ 4. Tá leikarar gevast

Yrkisleikarar, sum enda sína yrkisleið, tá sáttmálin gongur út, og áhugaleikarar sum gevast at spæla fótbólt, skulu í 30 mánaðir eftir hetta varðveita sína skráseting hjá FSF undir seinasta felagi teirra.

Stk. 2. Tíðarskeiðið byrjar tann dagin, sum leikarin seinastu ferð leikti fyri felagið í einum skrásettum dysti.

§ 5. Skráseting

FSF skal hava eina elektroniska skipan til leikaraskráseting, ið skal áseta eitt FIFA ID fyri hvønn leikara fyrstu ferð leikarin verður skrásettur. Ein leikari skal verða skrásettur hjá FSF at leika fyri eitt felag sum annaðhvørt yrkisleikari ella áhugaleikari í samsvar við ásetingarnar í § 2. Einans elektroniskt skrásettir leikarar, ið eru eyðmerktir við einum FIFA ID hava rætt at taka lut í skipaðum fótbólti. Við at lata seg skráseta játtar leikari, at vilja halda viðtøkur og reglugerðir hjá FIFA, UEFA og FSF.

Stk. 2. Ein leikari kann einans verða skrásettur hjá einum felagi við tí endamáli at leika skipaðan fótbólt. Sum eitt undantak frá hesi reglu, kann verða neyðugt at skráseta ein leikara hjá einum felagi av tekniskum ávum fyri at tryggja gjøgnumskygni í samband við samanhangandi einsæris flytingar (víst verður til Annex 3 í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players).

Stk. 3. Ein leikari kann bert vera skrásettur hjá einum felagi í senn.

Stk. 4. Leikarar kunnu í mesta lagi verða skrásettir hjá trimum feløgum í einum kappingarári. Í hesum tíðarskeiði kann leikarin einans leika skrásettar dystir fyri tvey feløg, tó við niðanfyri nevndu undantøkum. Sum eitt undantak frá hesi reglu, kann ein leikari, sum flytir millum tvey feløg, ið eru limir í fótbóltssambondum við umskarandi kappingarárum (t.e. byrjan av kappingarárinum á sumri /heysti, mótsett á vetri / vári), leika í skrásettum dystum fyri eitt triðja felag í viðkomandi kappingarári, treytað av at leikarin hevur yvirhildið allar sínar sáttmálaásettu skyldur mótvegis undanfarnu feløgunum. Eisini skulu ásetingarnar viðvíkjandi skrásetingartíðarskeiði og minstu longd av sáttmála haldast.

i. Í fylgjandi tíðarskeiði kunnu leikarar verða skrásettir hjá í mesta lagi trimum feløgum og hava rætt at taka lut í skrásettum dystum fyri trý feløg í einum kappingarári:

a) hjá fótbóltssambondum sum fylgja tvey-ára kalendara: kappingarárini 2019/20 og 2020/21; og

b) hjá fótbóltssambondum sum fylgja eitt ára kalendara: kappingarárið 2020.

Stk. 5. Í øllum viðurskiftum skulu atlit verða tikin til ítróttarliga integritetin í kappingini. Serliga kann ein leikari ikki taka lut í skrásettum dystum fyri meira enn hjá tveimum feløgum, ið kappast í somu landskapping ella steypakapping í sama kappingarári.

§ 5b. Flyting tvørturum felag (”bridge transfer”)

Einki felag ella leikari mugu taka lut í flyting tvørturum felag (”bridge transfer”), soleiðis sum ásett í Article 5bis. í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players.

§ 6. Skrásetingartíðarskeið (flytingargluggar)

Leikarar kunnu einans verða skrásettir í einum av teimum báðum árligu skrásetingartíðarskeiðunum sum FSF hevur ásett. Sum eitt undantak til regluna, kann yrkisleikari, ið hevur sáttmála sum er útgingin áðrenn endan av einum skrásetingartíðarskeiði, tó verða skrásettur uttanfyri hetta skrásetingartíðarskeið. Tílíkar skrásetingar av yrkisleikarum kunnu fara fram treytað av, at atlit er tikið til ítróttarliga integritetin í viðkomandi kapping. Tá ein sáttmáli er uppsagdur heimilað (við “just cause”), kann FIFA seta í verk bráðfeingis átøk fyri at forða fyri misnýtslu, eftir Article 22 í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players.

i. Sum eitt fyribils undantak, hevur ein yrkisleikari, ið hevur sáttmála sum er útgingin ella sum er uppsagdur vegna COVID-19, rætt til at verða skrásettur av einum fótbóltssambandi uttanfyri eitt skrásetingartíðarskeið, óansæð nær sáttmálin er dagfestur at fara úr gildi ella er uppsagdur.

Stk .2. Leikari, sum 1. januar í kappingarárinum er fyltur 15 ár, kann bert flytast millum feløg í einum av fylgjandi árligu skrásetingartíðarskeiðunum (flytingargluggar) sum FSF hevur ásett:

fyrra skrásetingartíðarskeið: frá og við 8. januar til klokkan 16.00 føroyska tíð 15. mars. Um 15. mars er ein leygar- ella sunnudagur, so endar skrásetingartíðarskeiðið klokkan 16.00 føroyska tíð fríggjadagin fyri;

og

seinna skrásetingartíðarskeiðið: frá og við 15. juni til klokkan 16.00 føroyska tíð 12. juli. Um 12. juli er ein leygar- ella sunnudagur, so endar skrásetingartíðarskeiðið klokkan 16.00 føroyska tíð fríggjadagin fyri.

Stk. 3. Leikari, sum 1. januar í kappingarárinum er fyltur 15 ár, kann bert flyta felag í einum av omanfyri nevndu skrásetingartíðarskeiðum, um øll formlig viðurskifti at fremja tílíka skráseting eru komin endaliga uppá pláss, og øll skjøl í hesum sambandi eru rætt útfylt, undirskrivaði og innlatin rættstundis til FSF innanfyri ásettu tíðarfreistirnar, herundir at FSF endaliga hevur góðkent møguligan yrkisleikarasáttmála / sáttmála um lán av yrkisleikara millum partarnar.

Stk. 4. Reglurnar um skrásetingartíðarskeið fyri leikara, sum 1. januar í kappingarárinum er fyltur 15 ár, eru bert galdandi, tá ið nevndu leikarar flyta ella verða útlæntir til annað felag. At gera yrkisleikarasáttmála við egnar áhugaleikarar og leingjan av yrkisleikarasáttmálum við egnar yrkisleikarar er ikki fevnt av reglunum um omanfyri nevndu skrásetingartíðarskeið, men kunnu gerast alt árið.

Stk. 5. Skrásetingartíðarskeiðini skulu skrásetast hjá FIFA í teirra «Transfer Matching System» (TMS) í minsta lagi 12 mðr. áðrenn tey fáa virknað.

Stk. 6. Allir leikarar sum flyta til Føroya úr útlendskum felag, skulu flyta umvegis FIFA TMS skipanina.

Stk. 7. Flyting av leikara, sum ikki er fyltur 15 ár 1. januar í kappingarárinum, kann fara fram frá 1.januar til og við 31.august í kappingarárinum. Leikari skal tó hava havt leikaraloyvi fyri eitt felag í minsta lagi 30 dagar, áðrenn nýggj flyting kann fara fram.

Stk. 8. Leikarar kunnu einans verða skrásettir, tó øðrvísi fyri undantøkini nevnd undir § 6, stk. 1, við at lata inn ígjøgnum elektroniska leikaraskrásetingarskipanina eina gilduga umsókn frá felagnum til FSF í einum skrásetingartíðarskeiði.

§ 7. Leikarapass

FSF hevur skyldu at útvega felagnum, har leikarin er skrásettur, eitt leikarapass. Leikarapassið verður útflýggjað eftir umbøn. Leikarapassið skal innihalda viðkomandi upplýsingar um leikaran, herundir upplýsingar um øll feløg, sum leikarin hevur verið skrásettur hjá síðani kappingarárið leikarin fylti 12 ár. Um ein føðingardagur fellur eftir at kappingin er liðug og til kappingin byrjar aftur (millum tvey kappingarár), skal leikarapassið vísa á felagið, har leikarin var skrásettur í kappingarárinum eftir 12 ára føðingardagin.

§ 8. Umsókn um skráseting

Við umsóknini um skráseting av einum yrkisleikara skal fylgja avrit av leikarasáttmálanum. Góðkenning av leikarasáttmálanum fer fram eftir ásetingunum í til hvørja tíð galdandi rundskrivi um góðkenning av yrkisleikaraavtalum.

§ 9. Óskrásettir leikarar

Einhvør leikari sum ikki er skrásettur í leikaraskráseting FSF´s, og sum tekur lut í skrásettum dysti fyri eitt felag, er at meta sum at hava leikt ólógliga. Aga- og etiskanevnd FSF´s tekur støðu til áseting av revsing fyri at nýta óskrásettan leikara. Aga- og etiskanevndin kann í hesum sambandi eisini áleggja revsing á leikaran og/ella felagið.

§ 10. Útlán av leikarum

Ein yrkisleikari kann verða læntur til annað felag, grundað á skrivligan sáttmála (FSF standard lánisáttmáli skal nýtast) millum leikaran og feløgini, sum talan er um. Tílík lán koma undir somu reglur, sum eru galdandi fyri skráseting og flyting av leikarum, íroknað ásetingarnar um endurgjald fyri venjing og útbúgving av leikarum.

Stk. 2. Lánitíðarskeiðið kann ikki verða styttri enn tíðarskeiðið millum tvey skrásetingartíðarskeið, men skal verða tíðaravmarkað. Um eingin tíðaravmarking er ásett í avtaluni um útlán, tá er avtalan galdandi fyri 3 ár frá undirskriving av avtaluni ella fram til endan av sáttmálatíðarskeiðnum hjá leikaranum sambært yrkisleikarasáttmálanum, ið leikarin hevur við felagið sum lænir út leikaran.

Stk. 3. Leikarin, felagið sum lænir út leikaran og felagið sum lænir leikaran, skulu verða samdir um treytirnar fyri útláninum, og skulu hesir partar skriva undir útlánssáttmálan.

Stk. 4. Felagið, sum hevur lænt ein leikara, hevur ikki loyvi at framleiga hann til annað felag, uttan at skrivligt loyvi er fingið frá felagnum, haðani leikarin er komin, umframt frá leikaranum sjálvum. Leikarin kann ikki broyta status í samband við útlán.

Stk. 5. Áhugaleikari kann ikki lænast øðrum feløgum.

§ 11. Um sáttmálar og avtaluviðurskifti

Feløg kunnu gera yrkisleikarasáttmála við leikarar, sum eru 16 ár og eldri (FSF standard yrkisleikarasáttmáli skal nýtast). Um leikarin er yngri enn 18 ár, skal eitt foreldur ella verji eisini skriva undir sáttmálan.

Stk. 2. Leikari sum er yngri enn 18 ár, kann ikki skriva yrkisleikarasáttmála fyri eitt tíðarskeið, sum er longri enn 3 ár, og aðrir yrkisleikarasáttmálar kunnu í mesta lagi verða galdandi í 5 ár.

Stk. 3. Sáttmálin skal latast inn og góðkennast av FSF samsvarandi teimum mannagongdum og reglum, sum Starvsnevndin hevur ásett í rundskrivi.

Stk. 4. Ein yrkisleikarasáttmáli skal í minsta lagi verða galdandi til endan av einum kappingarári.

Stk. 5. Áðrenn eitt felag kann seta fyrispurning til sáttmálabundnan leikara um flyting ella lán av viðkomandi leikara, sum hevur meira enn 6 mánaðir eftir av sáttmálatíðarskeiðinum, skal viðkomandi felag hava skrivligt loyvi til hetta frá sáttmálahavandi felagnum.

Slíkt loyvi skal eisini útvegast, um leikarin sjálvur hevur ynski um at taka upp samband við annað felag. Sáttmálahavandi felag hevur skyldu at svara slíkum fyrispurningum innan 8 dagar.

Stk. 6. Ein yrkisleikari kann bert gera sáttmála við annað felag, um sáttmáli hansara við sáttmálahavandi felag er farin úr gildi, ella tá í mesta lagi 6 mánaðir eru eftir av sáttmálaskeiðnum.

Stk. 7. Ein leikari kann einans gera yrkisleikarasáttmála við eitt felag fyri sama tíðarskeið. Leikari, sum hevur gjørt sáttmála við meira enn eitt felag fyri sama tíðarskeið, kann av FSF leikbannast, til Aga- og etiskanevndin hevur tikið endaliga støðu til áseting av revsing fyri tílíkt brot.

Stk. 8. Ein yrkisleikarasáttmáli kann ikki verða treytaður av at leikarin seinni lýkur læknakanning ella fær játtað arbeiðs- og uppihaldsloyvi, hesi viðurskifti skulu verða avgreidd, áðrenn partarnir skriva undir yrkisleikarasáttmálan.

Stk. 9. Tað er ikki loyvt pørtunum at avtala, at leikarin skal hava ein part av samsýningini fyri flyting til annað felag. Avtala kann heldur ikki gerast, ið avmarkar fría samráðingarrættin hjá felagi í samband við framtíðar flytingar av leikaranum.

Stk. 10. Í samband við uppsøgn av yrkisleikarasáttmála, flyting ella útlán av leikara er ikki loyvt at avtala treytir av fíggjarligum, ítróttarligum ella av øðrum slag, ið á nakran hátt avmarkar leikarans frælsi at taka lut í ávísum kappingum, dystum ella at leika í ávísum tíðarskeiði. Tá partarnir hava sagt upp yrkisleikarasáttmálan eru partarnir leysir av hvørjum ørðum, og leikarin kann frítt fara til annað felag.

Stk. 11. Um leikari ella felag lata seg umboða av einum fótbóltsumboðsmanni í samband við sáttmálasamráðingar um yrkisleikarasáttmála, so skal viðkomandi umboðsmaður verða nevndur í sáttmálanum, og skal hesin eisini skriva undir sáttmálan, sambært reglugerð frá Starvsnevndini um mannagongdir og reglur um skráseting og nýtslu av millummonnum «FSF Regulations governing intermediaries».

Stk. 12. Allar ósemjur millum partarnar í yrkisleikarasáttmálanum, herundir ósemjur ella mishald um tulking av sáttmálanum, verða at leggja fyri gerðarrætt við 3 limum, har hvør av pørtunum velur sítt umboð, og hesi bæði velja tann triðja gerðarrættarlimin.

Viðvíkjandi málsviðgerðini, -avgerðini, og sakarkostnaði og øðrum viðurskiftum annars verður víst til reglurnar í lógini um gerðarrætt (anordning nr. 1254 frá 17. november 2015 om ikrafttræden for Færøerne af lov om voldgift).

§ 12. Gjaldkomin skuld

Feløg hava skyldu til at halda sínar fíggjarligu skyldur mótvegis leikarum og øðrum feløgum í samsvar við teir sáttmálar felagið hevur gjørt við yrkisleikarar og í avtalum um flyting av leikarum.

Stk. 2. Eitt felag sum hevur útsett at rinda gjaldkomna skuld í meira enn 30 dagar kann, um ikki onnur avtala er gjørd millum partarnar, verða revsað sambært stk. 4 niðanfyri.

Stk. 3. Fyri at eitt felag sambært hesi ásetingini skal verða mett at hava gjaldkomna skuld, tá skal kreditorurin (leikari ella felag) skrivliga hava boðað felagnum frá eftirstøðuni, og hava givið í minsta lagi 10 daga freist til felagið, at halda sínar fíggjarligu skyldur.

Stk. 4. Aga- og etiskanevndin í FSF kann áleggja feløgum fylgjandi revsing fyri ikki at halda sínar fíggjarligu skyldur mótvegis leikarum og feløgum:

a) eina ávaring;
b) eina átalu;
c) eina bót;
d) forboð fyri at skráseta nýggjar leikarar fyri eitt ella tvey samanhangandi skrásetingartíðarskeið.

Stk. 5. Revsingarnar í stk. 4 kunnu verða álagdar kumulativt.

Stk. 6. Um eitt felag endurtekur brot á ásetingini um at halda sínar fíggjarligu skyldur mótvegis leikarum og feløgum, tá er hetta at meta sum skerpandi umstøður, ið hevur við sær harðari revsing.

Stk. 7. Álagt forboð fyri at skráseta nýggjar leikarar sambært stk. 4 (d) kann gerast treytað. Aga- og etiskanevndin kann gera av, at revsingin verður treytað í einum tíðarskeiði frá 6 mðr. og upp til 2 ár.

Stk. 8. Um eitt felag, sum hevur fingið álagt eina treytaða revsing, fremur nýtt brot í treytaða tíðarskeiðnum, tá verður forboðið fyri at skráseta nýggjar leikarar sambært stk. 4 (d) sett í verk, og sjálvstøðug revsing verður áløgd fyri nýggja brotið.

Stk. 9. Hendan greinin ávirkar ikki, at eisini onnur tiltøk ella aðrar revsingar kunnu verða álagdar sambært article 17 í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players í førum har sáttmáli verður uppsagdur einsæris.

§ 13. Skyldu at halda yrkisleikarasáttmála

Ein yrkisleikarasáttmáli millum leikara og felag kann einans sigast upp til endan av einum sáttmálatíðarskeiði ella í semju partanna millum.

§ 14. Heimilað uppsøgn av sáttmála («just cause»)

Ein yrkisleikarasáttmáli kann sigast upp av einum parti uttan avleiðingar (uttan at rinda endurgjald ella álegging av ítróttarligari revsing), tá ið tað fyriliggja heimilaðar umstøður («just cause») sambært article 14 í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players.

§ 15. Heimilað uppsøgn av sáttmála – ítróttarligar umstøður («sporting just cause»)

Ein fastur («established») yrkisleikari, sum í einum kappingarári hevur spælt í minni enn 10 prosent av teimum skrásettu dystunum sum felagið spælir, kann siga upp sín yrkisleikarasáttmála í úrtíð vísandi til heimilaðar ítróttarligar umstøður («sporting just cause») sambært article 15 í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players. Í metingini av málinum skulu atlit verða tikin til konkretu umstøðurnar hjá yrkisleikaranum. Støða verður tikin frá máli til máli, um tílíkar heimilaðar ítróttarligar umstøður fyriliggja. Í teimum førum har mett verður, at tað fyriliggja tílíkar umstøður, tá verður ítróttarlig revsing ikki áløgd, men tað kann verða álagt at endurgjald skal rindast. Ein yrkisleikari kann einans siga upp sín yrkisleikarasáttmála á hesum grundarlagi innanfyri 15 dagar eftir at felagið, har leikarin er skrásettur, leikti sín síðsta skrásetta dyst í endanum av einum kappingarári.

§ 16. Avmarking at siga upp yrkisleikarasáttmála í einum kappingarári

Ein yrkisleikarasáttmáli kann ikki verða uppsagdur einsæris í einum kappingarári uttan so, at tað fyriliggja umstøður sum heimila hesum («just cause» ella «sporting just cause», sambært FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players).

§ 17. Avleiðingar av at siga upp yrkisleikarasáttmála á óheimilaðum grundarlagi

Um yrkisleikarasáttmáli verður uppsagdur á óheimilaðum grundarlagi, tá eru reglurnar í article 17 í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players galdandi, og tekur Aganevndin støðu til áseting av revsing við støði í hesum reglum, herundir um endurgjald og ítróttarlig revsing.

§ 18. Ávirkan á feløg frá triðja parti

Feløg hava skyldu, at halda reglurnar í article 18bis í FIFA Regulations on the Status and Transfer of
Players um «Third-party influence on clubs».

§ 19. Ognarrættur hjá triðja parti av fíggjarligum rættindum til leikara

Feløg hava skyldu, at halda reglurnar í article 18ter í FIFA Regulations on the Status and Transfer of
Players um «Third-party ownership of players’ economic rights».

§ 20. Vernd av ungum leikarum

Altjóða flytingar av ungum leikarum er einans loyvd um leikarin er yvir 18 ár ella tá flytingin er fevnd av FIFA ásettum undantaki í samsvar við article 19 í FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players um «Protection of minors».

§ 21. Skráseting og fráboðan av ungum leikarum í fótbóltsskúlum

Feløg hava skyldu, at halda reglurnar í article 19bis í FIFA Regulations on the Status and Transfer of
Players um «Registration and reporting of minors at academies».

§ 22. Endurgjald

Endurgjald fyri venjing og útbúgving av leikarum skal rindast til felagið / feløgini sum leikarin hevur vant hjá: (1) tá leikarin fyrstu ferð verður skrásettur sum yrkisleikari, og (2) hvørja ferð ein yrkisleikari verður fluttur áðrenn endan av kalendaraárinum tá leikarin fyllir 23 ár. Skyldan til at rinda endurgjald er bæði galdandi, um flytingin fer fram í sáttmálatíðarskeiðnum ella tá sáttmálin er farin úr gildi. Ásetingin um endurgjald er ikki galdandi fyri kvinnufótbólt

Stk. 2. Hvørja ferð yrkisleikari verður fluttur ella læntur út til annað felag áðrenn endan av kalendaraárinum tá leikarin fyllir 23 ár, og varðveitir sín status sum yrkisleikari, hevur felagið, sum leikarin fer frá, rætt til endurgjald eftir reglunum í hesum kapitli (bert felagið sum yrkisleikarin fer frá hevur tá rætt til endurgjald, og ikki onnur feløg sum leikarin møguliga áður hevur leikt við).

§ 23. Serlig viðurskifti, sum kunnu ávirka endurgjaldið

Felag, sum uttan sakliga orsøk («just cause») sigur upp sáttmála við yrkisleikara, hevur ikki rætt til endurgjald fyri venjing og útbúgving. Endurgjald til fyrrverandi feløg hjá viðkomandi yrkisleikara verður ikki ávirkað av hesum.

Stk. 2. Um tað eru minni enn 2 mánaðar eftir av sáttmálaskeiðnum hjá einum yrkisleikara undir 23 ár, og sáttmálahavandi felagið ikki kann prógva, at hava givið leikaranum skrivligt tilboð um nýggjan sáttmála á sama lønarstøði, skal nýggja felagið ikki rinda endurgjald fyri venjing og útbúgving til sáttmálahavandi felagið. Endurgjald til fyrrverandi feløg hjá viðkomandi leikara verður ikki ávirkað av hesum.

Stk. 3. Endurgjald fyri venjing og útbúgving skal ikki gjaldast, um leikari, í sambandi við flyting ella lán, aftur gerst áhugaleikari, sí tó grein 3, stk. 2.

§ 24. Grundarlagið fyri endurgjaldi

Endurgjaldið verður ásett í mun til, hvørja deild viðkomandi leikari verður fluttur til, og hvussu nógv ár viðkomandi leikari hevur leikt og vant hjá einum felag, frá tí hann var 12 ár til kappingarárið, tá hann gjørdist 21 ár.

Einans ár, har leikarin hevur leikt FSF skrásettar dystir telja við.

§ 25. Endurgjaldsupphæddir

Upphæddirnar, sum skulu nýtast í sambandi við útrokningina av endurgjaldinum sambært § 24 eru hesir:

1) kr. 5.000 fyri hvørt árið um viðkomandi verður fluttur til felag við liðið í Meistaradeildini.
2) kr. 3.000 fyri hvørt árið um viðkomandi verður fluttur til felag við liðið í 1. Deild.
3) kr. 1.000 fyri hvørt árið um viðkomandi verður fluttur til felag við liðið í 2. Deild.

Stk. 2. Endurgjaldið verður í mesta lagi roknað fram til og við tað kappingarárið, leikarin fylti 21 ár, t.e. í mesta lagi fyri 10 ár.

§ 26. Útrokning av endurgjaldi

Sáttmálahavandi felagið hevur ábyrgdina av at útrokna, býta og gjalda samsýning eftir hesum reglum.

Stk. 2. Yvirlit yvir útrokning, býti og gjald skal sendast FSF. Um ósemja stingur seg upp millum feløg hesum viðvíkjandi, tekur FSF endaliga avgerð í málinum.

Stk. 3. Endurgjaldið verður við støði í grein 25 útroknað soleiðis:

a) Fyri árini, leikarin var 12 – 15 ár, verður upphæddin roknað við at falda talið av árum við upphæddini, sum nevnd er í grein 25, stk. 1, litra 1; og

b) Fyri árini, frá leikarin fyllir 16, fram til aldurin við sáttmálabyrjan, ella seinni, verður upphæddin ásett við at falda árini við teirri upphædd, sum sambært grein 25 er galdandi fyri tað felag, leikarin verður fluttur ella læntur til.

§ 27. Rindan av endurgjaldi

Felagið skal rinda endurgjaldið í seinasta lagi 30 dagar eftir, at yrkisleikarasáttmálin er undirskrivaður.

Stk. 2. Felag, sum hevur rætt til endurgjald fyri venjing og útbúgving av ungum leikara, kann gera avtalu um gjaldsskipan ella eftirgeving av endurgjaldinum ella part av endurgjaldinum, sum felagið sjálvt hevur rætt til. Slík avtala skal vera skrivlig og sendast FSF.

§ 28. Leysgeving av leikarum til landslið

Feløg hava skyldu til at leysgeva leikarar til landslið sambært FIFA Regulations on the Status and Transfer of Players, Annex I.

§ 29. Brot

Brot á hesa reglugerð verða viðgjørd av Aga- og etiskunevndini samsvarandi aga- og etiskureglugerð FSF´s.

§ 30. Gildiskoma

Henda reglugerð er samtykt av Starvsnevnd FSF´s at koma í gildi 29. apríl 2024, og setur samstundis úr gildi Reglugerð um leikarar og flytingar av leikarum frá 27. februar 2023.

———

Dagført 3. juni 2024