Kæruúrskurðir 2021
21. apríl 2021 – Kæra 1/2021
NSÍ dømt at tapa og 1.000 kr. í bót
3. deild menn Aganevndin hjá FSF hevur avgjørt, at NSÍ verður dømt at tapa dystin ímóti MB, spældur tann 13. mars, umframt at felagið fær eina bót upp á 1.000 krónur
Les meira… (PDF)
———
12. mai 2021 – Kæra 2/2021
EBS/Skála brúkti ov ungar spælarar
1. deild kvinnur Aganevndin hjá FSF hevur avgjørt, at felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála verður dømt at tapa dystin móti Víkingi, spældur tann 25. apríl, fyri brúk av ov ungum spælarum
Les meira… (PDF)
———
6. januar 2022
10 feløg møttu ikki til Felags Stev
Fótbóltssamband Føroya Loyvisumsitingin hjá FSF legði málið fyri Aganevndini við áheitan um at revsa ávís feløg. Men Aganevndin ger ikki meira við málið
Les meira… (PDF)
———
22. juli 2021 – Kæra 4/2021
Áskoðari sýndi rasistiskan atburð
1. deild kvinnur Aganevndin hjá FSF hevur revsað Havnar Bóltfelag við bót upp á 10.001 kr., og at 1. deildarliðið hjá HB-kvinnunum skal spæla tríggjar heimadystir við ongum áskoðarum
Les meira… (PDF)
———
10. september 2021 – Kæra 5/2021
HB kært fyri brúk av “ólógligum” venjara
Betri Deildin menn 07 Vestur kærdi HB fyri brúk av “ólógligum” høvuðsvenjara í dysti 1. august.
Les meira… (PDF)
———
3. september 2021 – Kæra 6/2021
07 Vestur brúkti ólógligan spælara
U21 Steypakapping Aganevndin hjá FSF hevur avgjørt, at 07 Vestur verður dømt at tapa dystin í hálvfinaluni í steypakappingini, sum varð spældur móti NSÍ tann 23. august, fyri brúk ólógligum spælara.
Les meira… (PDF)
———
3. september 2021 – Kæra 7/2021
ÍF brúkti tveir ólógligar spælarar
U21 Steypakapping Aganevndin hjá FSF hevur avgjørt, at ÍF verður dømt at tapa dystin í hálvfinaluni í steypakappingini, sum varð spældur móti AB tann 23. august, fyri brúk av tveimum ólógligum spælarum.
Les meira… (PDF)
———
7. oktober 2021 – Kæra 8/2021
TB brúkti ólógligan spælara móti ÍF
2. deild menn Aganevndin hjá FSF hevur avgjørt, at TB verður dømt at tapa dystin móti ÍF, spældur 25. september, fyri brúk av ólógligum spælara
Les meira… (PDF)
———
Dagført: 6. januar 2022