Fótbóltur fyri øll

FÓTBÓLTUR FYRI ØLL

Í strembanini eftir at fáa so nógv sum gjørligt at spæla fótbólt, skipar Fótbóltssamband Føroya á hvørjum ári fyri tiltøkum, ið havi til endamáls, at fáa øll at spæla við.
 

Vit eru øll so ymisk, og tí hava vit eisini fingið ymiskar gávur, eisini tá talan er um fótbólt.


Fyri at upplivilsi, ið vit fáa við fótbóltinum, skal vera so nær fullkomið sum tilber, er vert at hava í huga, at øll gera mun. Líka mikið hvør uppgávan til tiltakið er.


Seinastu árini hevur europeiska fótbóltssamgongan UEFA, útnevnt ein dag árliga, við tí endamálið at øll fótbóltssambond í europa skipa fyri einum degi, har serligt fokus verður sett á fótbólt. Tað veri seg á arbeiðsplássum, skúlum, barnagarðum, ellisheimum, og aðra staðir, har hugsingur er um at spæla við einum bólti.


Í føroyum fyllir fótbólturin nógv í dagligdegnum, og fyri Fótbóltssamband Føroya er hetta at fegnast yvir.


Vónandi kann tann stuðulin ið føroyskur fótbólturin fær millum gentur og dreingir, ung sum eldri, størri og smærri fyritøkur, foreldur og fyriskiparar sum heild, halda fram komandi nógvu árini.


Hóast evnini eru ymisk, so er kortini sera týdningarmikið at øll spæla við, og at hvør einstakur hevur í huga, at FÓTBÓLTURIN ER FYRI ØLL!