Street Soccer, ella Túnabóltur er nýtt í Føroyum. Vøllurin er lættur at seta upp, og krevur lítið av plássi.
Í 2009 lat FSF ein Túnabólt-vøll byggja, og fyrstu ferð vøllurin varð nýttur, var til Mentanarnáttina í Havn hetta sama árið.
Túnabólt-vøllurin eru væl egnaður til smærri fótbóltskappingar, sum kunnu verða hildin á skúlum, stevnum, festivalum og til onnur tiltøk. Tað er bara hugflogið, ið setir avmarkingarnar.
Tað serliga við vøllinum er, at hann kann setast upp allastaðir, har undirlagið er slætt, líka mikið um tað er á vegi, kaiøki, ella á einum fótbóltsvølli.
Túnabólt-vøllurin er 17 x 12 metrar til støddar.
Áhugaði, ið vilja leiga vøllin til eitthvørt tiltak, kunnu venda sær til skrivstovuna hjá Fótbóltssambandi Føroya, tel. 35 19 79, ella senda ein teldupost til hanserik@fsf.fo.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!