Fundur 27. februar 2023

Fundur í Starvsnevndini hjá FSF 27. februar 2023

Starvsnevndin hjá FSF hevði mánadagin 27. februar fund, og vóru hesar avgerðir tiknar.

Broytingar í kappingarreglunum
Broytingarnar í kappingarreglunum tóku støðu í fylgjandi:

– 2.deild menn broytt frá 10 liðum til í mesta lagi 12 lið
– Broytingar í viðtøkunum, sum taka dømandi leiklutin frá kappingarnevndini

Nevndin samtykti uppskotið.

Broytingar í Aga- og etiskureglugerðini
Broytingarnar í Aga- og etiskureglugerðini tóku støðu í broytingunum í viðtøkunum, sum blivu samtyktar á aðalfundinum 18. februar 2023.

Nevndin samtykti uppskotið.

Broytingar í Leikarareglugerðini
Broytingarnar vóru í høvuðsheitunum tvær,

– Krav at leikarar hava sáttmála frá fyrsta dysti í Meistaradeildini hjá monnum
– Útgreining av, at feløg kunnu ikki leggja bindingar á leikarar í samband við uppsøgn av
sáttmálum.

Nevndin samtykti uppskotið.

Broytingar í Loyvisreglugerðini
UEFA hevur sent tvær smáar broytingar, sum tey heita á Starvsnevndina um at samtykkja og senda út til feløgini.

Nevndin samtykti uppskotið.

Val av undirnevndum
Úrslitið av nevndarvalinum gjørdist hetta:

Fíggjarnevnd
Christian Andreasen, formaður, Róin Schrøter, varaformaður, Anja Rein

Kappingarnevnd
Róin Schrøter, formaður, Anja Rein, varaforkvinna

Útbúgvingar- og menningarnevnd
Heri á Rógvi, formaður, Rúni Herup Olsen, varaformaður

Dómaranevnd
Fríðin Ziskason, formaður, Heri á Rógvi, varaformaður

Landsliðsnevnd
Maria Jóhannusardóttir Joensen, forkvinna, Fríðin Ziskason, varaformaður

Kvinnunevnd
Anja Rein, forkvinna, Rúni Herup Olsen, varaformaður

Grassroots og ungdómsnevnd
Rúni Herup Olsen, formaður, Maria Jóhannusardóttir Joensen, varaforkvinna.

Umframt umboðini úr starvsnevndini skulu eisini uttanhýsis limir veljast í flestu av undirnevndunum. Uttanhýsis nevndarlimirnir verða valdir eftir uppskoti frá feløgunum.