Dátuverndarpolitikkur

Fótbóltssamband Føroya hevur við støði í løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (Dátuverndarlógin), ið varð sett í gildi 1. januar 2021, samtykt niðanfyristandandi mannagongdir fyri vernd av persónupplýsingum.

Dátuábyrgdari
Fótbóltssamband Føroya (FSF) er dátuábyrgdari, og hevur ábyrgdina av teimum persónupplýsingum sum FSF viðgerð.

FSF skal sum dátuábyrgdari tryggja at viðgerðin er lóglig, og um neyðugt at samtykki fyriliggur ella at viðgerðarloyvi er fingið til vega, og at viðgerðin annars fer fram samsvarandi meginreglurnar fyri viðgerð av persónupplýsingum í § 7, stk. 1 í Dátuverndarlógini, ið hevur fylgjandi orðing:

§ 7. Persónupplýsingar skulu:

1) Viðgerast lógliga, rímiliga og á ein gjøgnumskygdan hátt í mun til tann skrásetta.

2) Savnast til nágreiniliga tilskilað og heimilað endamál, og skulu ikki seinni viðgerast á ein hátt, sum er í ósamsvari við hesi endamál.

3) Vera nøktandi, viðkomandi og avmarkaðar til tað, sum er neyðugt til tey endamál, sum tær verða viðgjørdar til.

4) Vera rættar og nøktandi dagførdar. Øll rímilig stig skulu takast fyri at tryggja, at persónupplýsingar, sum eru rangar í mun til tey endamál, sum tær verða viðgjørdar til, verða strikaðar ella rættaðar beinanvegin.

5) Goymast soleiðis, at ikki ber til at eyðmerkja tey skrásettu í longri tíðarskeið enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.

6) Viðgerast á ein hátt, sum tryggjar nøktandi trygd av persónupplýsingum, undir hesum vernd ímóti óheimilaðari ella ólógligari viðgerð og ímóti missi av tilvild, fyribeining ella skaða, við nýtslu av hóskandi tøkniligum ella bygnaðarligum, herundir fysiskum, tiltøkum.

FSF sum dátuábyrgdari fráboðar brot á persóndátutrygdina til Dátueftirlitið, sum ásett í § 47 í Dátuverndarlógini.

Samtykki
Í teimum føri har Dátuverndarlógin ásetur, at viðgerðin av persónsupplýsingum krevur samtykki, hevur FSF skyldu til at fáa til vega tílíkt samtykki frá viðkomandi persóni, og tílíkt samtykki kann altíð verða tikið aftur av viðkomandi sum hevur veitt samtykki.

Veitt samtykki kunnu takast aftur við at venda sær skrivliga til:
Fótbóltssamband Føroya,
Gundadalur,
Postrúm 3028,
FO-110 Tórshavn

ella við at senda fráboðan um hetta til FSF á telduposti: fsf@football.fo .

Viðgerð av viðkvomum persónupplýsingum
FSF viðgerð einans viðkvæmar persónupplýsingar um hendan viðgerðin verður framd í tráð við lógina samsvarandi § 11 og § 12 í Dátuverndarlógini.

Viðgerð av persónupplýsingum um revsiverd viðurskifti
FSF viðgerð einans persónupplýsingar um revsiverd viðurskifti um tann skrásetti hevur givið nágreiniligt samtykki, og at reglurnar í § 13, stk. 3 – 5 í Dátuverndarlógini verða fylgdar.

Viðgerð av persónupplýsingum í sambandi við beinleiðis marknaðarføring
FSF tryggjar at víðarigeving og nýtsla av persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring einans fer fram við samtykki frá tí skrásetta, og at hetta samtykki er fingið til vega samsvarandi reglunum í § 6 í løgtingslóg um marknaðarføring.

Goymsla av upplýsingum
Persónupplýsingar verða goymdar í skjalasavni samsvarandi løgtingslóg um skjalasøvn.

Farspor (”cookies”)
Heimasíðan hjá FSF (www.fsf.fo) nýtir farspor (”cookies”) til at eyðmerkja brúkarar sum serstakar, uttan at eyðmerkja brúkaran persónliga. Hetta hjálpir okkum við at skráseta talið av vitjandi og gevur okkum hagtøl og upplýsingar um hvørjar síður eru mest vitjaðar. Vit nýta hagtølini til at betra um okkara heimasíðu fyri tey vitjandi.

Á heimasíðuni ber til at frásiga sær at farspor verða nýtt, men hetta kann ávirka hvussu heimasíðan virkar.

Google Analytics verður nýtt á heimasíðuni til at innsavna hagtøl um hvussu tey vitjandi nýta okkara heimasíðu.

FSF nýtir sosialu miðlarnar Facebook og Instagram til marknaðarføring.

Rættindi hjá skrásetta
FSF tryggjar, at rættindi hjá tí skrásetta sambært kap. 4 í Dátuverndarlógini verða hildin, undir hesum rætturin til innlit, rætting, striking,
viðgerðaravmarking, dátuflutning, mótmæli v.m. hjá tí skrásetta.

Tann skrásetti kann fáa nærri vegleiðing um hesi viðurskifti og øll onnur viðurskifti viðvíkjandi Dátuverndarlógini við at venda sær skrivliga til:

Fótbóltssamband Føroya,
Gundadalur,
Postrúm 3028,
FO-110 Tórshavn

ella við at senda fráboðan um hetta til FSF á telduposti: fsf@football.fo .

Gildiskoma og dagføringar
Hesin dátuverndarpolitikkur kemur í gildi 1. januar 2021, og verður eftir hetta dagførdur eftir tørvi, og verða tílíkar dagføringar almannakunngjørdar á heimasíðu FSF´s.

Nærri kunning um Dátuverndarlógina fæst á heimasíðuni hjá Dátueftirltinum: www.dat.fo .

Seinast dagført, 25. februar 2021