Vegleiðindi skrá fyri dómaraskeið/-samlingar í 2022
Dato
Skeið
Viðmerking
10. februar
Instruktørsamling
24.-27. feb.
Úrmælinga- og eygleiðaraskeið
Rennitest
26. mars
Dómara-2 skeið
27. mars
C- og B-dómaraskeið
21. apríl
Talentsamling
11. mai
Talentsamling 2022
25. mai
Eygleiðarasamling
12. juni
Úrmælinga- og eygleiðarasamling
FIFA 1 test
28. juni
FIFA 1 test
30. august
FIFA 2 test
8. september
Úrmælingasamling
13. september
FIFA 2 test
19. november
Eftirmeting
Ikki ásett
FSF-dómaraskeið
í feløgunum
Lær til leiðara – blív dómari!
Sum liður í at útbúgva fleiri dómarar til føroyskan fótbólt, skipar Fótbóltssamband Føroya á hvørjum ári fyri ymsum dómaraskeiðum. Flestu skeið verða hildin í FSF-húsinum í Havn, men tá undirtøkan og umstøðurnar annars tala fyri tí, verða dómaraskeið eisini hildin kring landið. Luttakari skal vera 15 ár ella eldri.
Dómaraútbúgvingin hjá FSF er skipað í fýra stigum, FSF-dómari, C-dómari, B-dómari og síðani A-dómari. Har afturat er eitt fyrireikingar skeið kalla Dómarin. Luttakararnir fáa innlit í fótbóltslógina, og seinni kunnu luttakararnir taka prógv sum FSF-dómari.
“Dómarin” er serliga hent tá heimaliðið skal áseta dómarar og hjálpardómarar til dystir. Skeiðið er 4 tímar teori og 1 tíma praktik, uttan próvtøku, og kunnu hesi skeið verða hildin í skúlum og feløgum kring landið.
Feløg, skúlar og onnur áhugaði fyri fótbóltslógini, er vælkomin at venda sær til Dómaraleiðaran hjá Fótbóltssambandinum um frálæru í fótbóltslógini og døming sum heild. Skeiðini Dómarin og FSF-dómarin, kunnu verða hildin á staðnum.
Afturat áðurnevndu skeiðum, sum eisini innihalda frálæru fyri hjálpar dómarar, HD 1, HD 2 og HD 3, er ætlanin at skipa fyri einum nýggjum skeiði sum serliga er ætla teimum sum satsa uppá at verða hjálpardómari, hetta skeiði kallast HD-dómari 4.
Nær skeiðini fyri FSF-dómarar, C-dómarar, B-dómarar, A-dómarar og HD 4 verða, er ikki avgjørt enn. Men so skjótt hetta er greitt, verður kunngjørt her á síðuni.
Átak fyri at fáa fleiri dómarar
Ásannandi at tað er tørvur á nógv fleiri dómarum til at døma dystirnar sum Fótbóltssamband Føroya setur dómarar til, fer FSF nú gera átøk fyri at varpa ljós og at royna at kveikja áhugan fyri døming.
Endamálið við hesum er at fáa so nógva tøkar dómarar sum gjørligt. Okkara vón er at bæði feløg og einstaklingar taka væl undir við átakinum og vilja gera sítt ítasta fyri at fáa fólk at tekna seg til dómaraskeið, sum FSF skipar fyri.
Um feløg hava fleiri luttakarar so er møguleiki fyri at skeiðið kann haldast úti í feløgunum.
Sum liður í átakinum hava vit m.a. gjørt viðløgdu plakat, og fara vit at heita á tykkum at hanga hana upp á eitt sjónligt stað í felagshølum tykkara.
Vit vóna at hetta verður viðvirkandi til varpa ljós á døming og at fleiri tekna seg til skeiðini.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!