Fótbóltssamband Føroya, FSF, varð stovnað í 1979, men fótbóltur hevur verið spældur í Føroyum síðani síðst í 19. øld. Fótbólturin er tó nógv broyttur síðani fyrstu feløgini vórðu sett á stovn.
Í Fótbóltssambandi Føroya eru vit áhugaði í at byggja brýr millum vitan og virkisroyndir, til tess at menna fótbóltin í Føroyum enn meira. Vit ynskja tí vísindaliga vitan, ið kann verða viðkomandi fyri menning av føroyskum fótbólti.
Vit ynskja at uppgbyggja vitan innan m.a. fysiologisk øki, samfelagsviðurskifti og humanistiskt øki (td. fyrisiting, sociologi og fíggjarviðurskifti).
Hvat er samfelagsliga virðið á føroyskum fótbólti? Fótbóltur hevur ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum, og er ein stórur partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyingum. Fótbólturin hevur tí eitt stórt virði fyri samfelagið.
Tað hevur sínar fyrimunir at vera virkin í fótbólti – bæði á vøllinum og uttanfyri. Tað er ein máti at halda seg í venjing, og samstundis er tað eisini við til at menna børn og ung, og gevur teimum harvið nakrar týdningarmiklar lívseginleikar.
Vit ynskja tí at kanna, hvat samlaða samfelagsvirðið hjá føroyskum fótbólti er. Millum annað verður hugsað um, hvat er virðið á sjálvbodna arbeiðinum, virðið á heilsu- og sosialu ágóðunum, og hvørjar inntøkur fótbólturin hevur við sær til føroyska búskapin.
Er føroyskur fótbóltur áhugaverdur? Flest allir føroyingar hava eitt yndis fótbóltsfelag, men hóast tað, so er talið av áskoðarum til dystir í Betri Deildini fallandi. Vit ynskja tí at kanna, hvørjar orsøkirnar eru, og um føroyingar halda føroyskan fótbólt vera nóg áhugaverdan.
Evni kann viðgerast úr nógum ymiskum sjónarhornum, har t.d. dentur verður lagdur á: – Hava vit røttu kappingarskipanina til eina áhugaverda kapping? – Bjóða vit eina áhugaverda vøru? – Hví fara fólk til dyst í Betri Deildini / hví velja fólk ikki at fara til dyst í Betri Deildini? – Áhugin fyri føroyskum fótbólti samanborið við áhugan fyri útlendskum (serliga enskum) fótbólti?
Hví gevast børn at spæla fótbólt í ungdómsárunum? Fótbóltur er helst best umtókta ítróttargrein í Føroyum. Tó vísa hagtøl, at ein ov stórur partur av teimum ungu gevast at spæla fótbólt í tannárunum.
Vit ynskja tí at fáa kannað, útgreinað og funnið fram til, hvørjar orsøkirnar kunnu vera, og hvat kann gerast fyri at venda gongdini.
Í uppgávuni eigur dentur m.a. at verða lagdur á hesi viðurskifti: – Hvat fær tannáringar at gevast við at spæla fótbólt? – Er munur á fráfallinum landafrøðiliga? – Gentur og dreingir – Er munur á? – Hvussu kann gongdin vendast?
Áhugaði kunnu seta seg í samband við tekniska stjóran í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Smith Clementsen (tel. 29 19 64 / [email protected]) ella Andras Kjartansson Thomassen (tel. 29 19 59 / [email protected]).
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!