Stjørnufótbóltur 2021-2022

Endamál
1. At arbeitt verður framhaldandi eftir menningarætlan FSF’s
2. At venjingar í feløgunum fyri børn og ung eru væl skipaðar og dygdargóðar
3. At fáa fleiri at spæla – rekruttering og varðveiting

a) Stuðul til høvuðsungdómsvenjaran (HUV)

Uppgávan hjá HUV er
– Seta í verk menningarætlan FSF’s
– Vegleiða aðrar venjarar í felagnum
– Umboða felagið í samskiftinum við tilknýtta fótbóltsmennaran
– Møta á FSF fundum viðvíkjandi fótbóltsmenning (umleið 4x árið)
– At tryggja at dreingir og gentur í felagnum fáa eins gott venjingartilboð

Harumframt er avtalað at høvuðsungdómsvenjarin stendur á odda fyri at (raðfesta nøkur av niðanfyristandandi evnum)
– Seta í verk læruætlan í felagnum (skapa eina kós)
– Leggja til rættis venjingarætlanir fyri árið – fyri hvønn aldursbólk sær
– Veita øðrum venjarum viðkomandi venjingartilfar
– Virka fyri at skapa eitt venjaraumhvørvi, t.d. felagstiltøkum o.l.
– Verða virkin sum venjari hjá ávísum liði/um
– Tryggja at felagið hevur eitt fótbóltstilboð alt árið
– Skapa karmar fyri sjálvvenjing – uttanfyri vanliga venjingartíð
– Saman við leiðslu felagsins virka fyri at rekruttera fleiri børn
– Saman við leiðslu felagsins virka fyri at rekruttera venjarar / foreldur til felagið
– Saman við leiðslu felagsins virka fyri at útbúgva venjarar

b) Tal av leikarum
Feløg verða lønt alt eftir talið av skrásettum leikarum í aldrinum 5-17 ár – 500 kr. pr. leikara.

———

Dagført: 5. juli 2021