Disney Playmakers

Foreldur fortelja:
“Eitt fantastiskt tilboð fyri genturnar, dótturin er sum ein nýggj genta, vegna hon hevur fingið meira sjálvsálit”

Gott tilboð, dóttir okkara elskaði at fara til Disney fótbólt. Tað gjørdi at fleiri gentur fóru til “vanligan” fótbólt, og fáa tær nú manna lið”

Kom við til Disneyfótbólt 3.-5. august, har vit fara at hugna okkum saman við stuttligum venjingum, góðum søgum og kreativum løtum á Tórsvølli! SummarPlaymakers er fyri 7-9 ára gamlar gentur, sum ikki longu hava forelskað seg í fótbólti.

Hvat er Disney Playmakers?

Playmakers er eitt samstarv millum Disney og UEFA, sum Fótbóltssamband Føroya er ein partur av. Við átakinum ynskja vit at geva gentum eina øðrvísi og stuttliga byrjan uppá fótbólt, har dentur verður lagdur á rørsluførleikar, lívsførleikar og sosialar førleikar. 

Eitt umfar av Playmakers fevnir um 8-10 venjingar, har vit spæla okkum ígjøgnum søgugongdina úr einum Disneyfilmi við sterkum kvinnuligum fyrimyndum; á føroyskum hava vit tveir filmar til Playmakers: Frozen 2 og Encanto.

Encanto á Tórsvølli í summar
Sum nakað nýtt bjóðar FSF í ár til uttandura Playmakers í summarfrítíðini. Tilboðið er ætlað 7-9 ára gomlum gentum, sum ongar ella avmarkaðar royndir hava við fótbólti frammanundan. Í venjingunum leggja vit dent á grundleggjandi rørslu- og bóltførleikar og lívsførleikar, sum geva gentunum góða menning, samanhald og rørslugleði, sum gagnar teimum restina av lívinum. Allar venjingarnar og spølini taka útgangsstøði í søgugongdini úr Disneyfilminum Encanto.

Tiltakið er skipað yvir tríggjar dagar við venjing, kreativum virksemi og endar við filmshugna, har vit saman hyggja eftir Encanto. Venjaratoymið er mannað við royndum og dugnaligum Playmakers venjarum, sum hava gott hegni til børn og gleða seg til at taka ímóti gentunum í einum tryggum og sunnum umhvørvi.

Vegleiðandi skrá SummarPlaymakers
Mánadag 3.8
9.30: Vælkomin – genturnar verða bólkaðar við venjarum, sum fylgja teimum allar dagarnar
10.00: 1. kapittul: Familjan Madrigal
10.50: Steðgur – vatn og frukt/millummáli
11.00: 2. kapittul: Avbjóðingin hjá Mirabel
11.50: Matarsteðgur – luttakarar hava matpakka við
12.10: Krea-løta
12.50: 3. kapittul: Bangin fyri at missa undrið
13.40: Takk fyri í dag

Týsdag 4.8
09.45: Møta har, sum vit endaðu í gjár
10.00: 4. kapittul: Sjónin hjá Bruno
10.50: Steðgur – vatn og frukt/millummáli
11.00: 5. kapittul: Goymistaðið hjá Bruno
11.50: Matarsteðgur – luttakarar hava matpakka við
12.10: Krea-løta
12.50: 6. kapittul: Tann nýggja sjónin
13.40: Takk fyri í dag

Mikudagur 5.8
09.45: Møta har, sum vit endaðu í gjár
10.00: 7. kapittul: At finna Mirabel
10.50: Steðgur – vatn og frukt/millummáli
11.00: 8. kapittul: At byggja Casita og familjuna uppaftur
11.50: Matarsteðgur – luttakarar fáa mat á Tórsvølli
12.10: Krea-løta
12.50: Vit vísa Encanto í Trinstovu
14.30: Liðugt og takk fyri hesaferð