
Eystursíðan 101 til 108
Suðurendin 109 til 113 og 209 til 213
Vestursíðan 114 til 212 og 214 til 228
Atkoma á Tórsvølli
Fólk, ið sita í koyristóli, hava góðar møguleikar at koma á Tórsvøll.
Vit ynskja at øll skulu hava møguleika at uppliva okkara fótbóltsdystir í tryggum og góðum umstøðum.
Í kunningini niðanfyri hava vit savnað upplýsingar um atkomu fyri fólk í koyristóli.
Atkoma til koyristólar á dystardegi
Til ber at koyra til dyrnar á eystursíðuni, har tað eisini er upplýst P-øki til rørslutarnað, men neyðugt er við parkeringsloyvi frá FSF, sum fæst í samband við keyp av atgongumerki umvegis avgreiðsluna hjá fótbóltssambandinum.
Á eystursíðuni verður inngongd B og C nýtt, og eru trý vesi til rørslutarnað tøk á hesi hæddini.
Til ávísar dystir, har krøvini eru herd, verður víst til parkering við suðurendan, har tað í slíkum førum, er upplýst P-øki til rørslutarnað. Lyfta er í bygninginum upp til inngongd B og C.
Vitjandi sum hava atgongmerki til VIP økið, brúka inngongd J, har lyfta eisini er tøk, umframt vesi til rørslutarnað.
Atgongumerki fáast til keyps við at venda sær til [email protected] ella við at ringja á tel. 35 19 79 mánadag til fríggjadag frá kl. 09:00 – 16:00. Fylgari hjá koyristólsbrúkara fær ókeypis atgongumerki.
Ivamál og spurningar kunnu altíð stílast til [email protected] ella við at ringja á tel. 35 19 79 mánadag til fríggjadag frá kl. 09:00 – 16:00.
Myndir: Hans Erik Danielsen
———
Dagført 27. mai 2026




