Áseting av dystartíðum

Betrideildin menn
Sum áður fráboðað, skulu serynskir um klokkutíðir í sambandi við dystir í Betrideildini hjá monnum, latast Fótbóltssambandi Føroya seinast fýra vikur, áðrenn dystirnir skulu spælast.

Eftir hetta verður klokkutíðin ikki broyt.

Tó eru serlig viðurskifti, t.d. vanlukkur, andlát og jarðarferðir undantikin.

Vegna barnakappingar og annað dystarvirksemi leygardagar, skulu dystir í Betrideildini helst ikki ásetast at byrja áðrenn klokkan 17:00.

Kappingar hjá børnum og ungum
Kappingardeildin hjá FSF heitir samstundis á feløgini, um ikki at leggja kappingar ella dystir hjá børnum og ungum at byrja áðrenn kl. 09:30.

Eisini verður heitt á feløgini um ikki at leggja kappingar og dystir hjá børnum og ungum aftaná kl. 20:00.

Samstundis skulu feløgini vera varug við, at dystir, ið eru fyriskipaðir av FSF, altíð koma framum venjingar og annað. Víst verður til §3, stk. 1 í kappingarreglunum fyri fótbólt.

Fótbóltssamband Føroya
30. apríl 2024