§17 – Hornasparkið

Fótbóltslógin 2024 (§1 – §17) sum PDF

Hornaspark verður dømt, tá ið allur bólturin fer um mállinjuna eftir jørð ella í luftini, uttan at eitt mál er skorað, eftir at hann seinast er nortin av einum leikara úr tí verjandi liðnum.

Tað er loyvt at skora mál beinleiðis upp á hornaspark, men bert ímóti mótstøðuliðnum; Um bólturin fer beinleiðis í málið hjá tí, sum sparkar, skal hornaspark dømast til mótstøðuliðið.

1. Mannagongd

  • Bólturin verður lagdur innanfyri hornaøkið við nærmasta hornaflagg
  • Bólturin skal liggja stillur og skal sparkast av einum leikara frá áleypandi liðnum
  • Bólturin er í leiki, tá hann er sparkaður, og týðiliga flytur seg; honum nýtist ikki at fara úr hornaøkinum
  • Hornaflaggið má ikki flytast
  • Mótleikararnir skulu vera í minsta lagi 9,15 metrar frá hornaboganum, inntil bólturin er í leiki

2. Brot og revsingar

Tá bólturin er í spæli, og tann, sum tók hornasparkið, nertir bóltin aftur, áðrenn hann er nortin av øðrum leikara, skal óbeinleiðis fríspark dømast, men um tann, sum tók hornasparkið fremur eitt ‘hondbólts-brot’:

  • Skal beinleiðis fríspark dømast
  • Skal brotsspark dømast, um brotið varð framt í egnum brotssparksteigi, um tað er ein málmaður í egnum brotssparksteigi, skal óbeinleiðis fríspark dømast

Um ein leikari, sum tekur eitt hornaspark á rættan hátt, tilvitað sparkar bóltin á ein mótleikara fyri at kunna spæla bóltin aftur, men ikki ger hetta á ein hátt, ið er fyrilitsleysur, hasarderaður ella við at nýta ógvusliga megi, skal dómarin loyva leiki at halda fram.

Fyri øll onnur brot á hesa grein skal hornasparkið takast umaftur.