§11 – Rangstøða

Fótbóltslógin 2024 (§1 – §17) sum PDF

1. Rangstøða

Tað er ikki í sjálvum sær eitt brot at vera rangstaddur.

Ein leikari er rangstaddur, um:

  • Nakar partur av høvdinum, kroppinum ella beinunum er á mótleikaranna vallarhálvu (miðlinjan telir ikki við), og
  • Nakar partur av høvdinum, kroppinum ella beinunum er nærri mótleikaranna mállinju enn bæði bólturin og næstaftasti mótleikari

Hendurnar og armarnir á øllum leikarum, íroknað hjá málmonnum, skulu ikki teljast við í metingini. Tá um rangstøðu ræður, er ovara markið á arminum á linju við botnin á handarkulluni (armholuni).

Ein leikari er ikki rangstaddur, um hann er á linju við:

  • Næstaftasta mótleikara ella
  • Tveir teir næstaftastu verjuleikararnar

2. Rangstøðu brot

Ein leikari, sum er rangstaddur, skal bert revsast, um hann, tá ið bólturin verður nortin[1] ella spældur av einum liðfelaga, luttekur í leiki við at hann:

  • Leggur upp í leik við at spæla ella nerta ein bólt, sum er spældur ella nortin av einum viðleikara, ella
  • Órógvar ein mótleikara við at:
  • Forða einum mótleikara í at spæla ella vera føran fyri at spæla bóltin við týðiliga at forða sýni mótleikarans ella
  • At stríðast við ein mótleikara um bóltin
  • Týðiliga roynir at spæla ein bólt, sum er nær honum, tá ger hansara ávirkar ein mótleikara ella
  • Týðiliga ger okkurt, sum týðiliga ávirkar førleikan hjá einum mótleikara at spæla bóltin

Ella

  • Vinnur ein fyrimun við at spæla bóltin ella órógva ein mótleikara, tá bólturin:
  • Støkkur ella verður rættaður av út til spælara frá eini málstong, tvørtræi, einum dystarleiðara ella einum mótleikara
  • Tilvitað er bjargaður av einum mótleikara

Ein rangstaddur leikari, sum fær bóltin frá einum mótleikara, sum tilvitað spælir bóltin (undantikið tilvitað bjarging), verður ikki mettur at hava vunnið sær ein fyrimun, íroknað tá mótleikarin tilvitað spælir* bóltin við hondini, uttan so at mótleikarin fremur eina tilvitaða bjarging.

* At spæla bóltin tilvitað (undantikið at spæla bóltin tilvitað við hondini) er, tá ein leikari hevur tamarhald á bóltinum og hevur møguleika at:

  • spæla bóltin til ein liðfelaga
  • vinna bóltin ella
  • fáa bóltin burtur (t.d. við at sparka ella skalla hann)

Um royndin at spæla, vinna ella fáa bóltin burtur miseydnast, tá leikarin hevði tamarhald á bóltinum, verður hildið fast í, at hann spældi bóltin tilvitað.

Fylgjandi skal havast í huga, tá metast skal um, hvørt ein leikari hevði tamarhald á bóltinum og harvið hevur spælt bóltin tilvitað:

  • bólturin kom langvegis frá, og leikarin sá bóltin væl
  • bólturin flutti seg ikki skjótt
  • kósin hjá bóltinum var ikki óvæntað
  • leikarin hevði stundir at samskipa rørslu sína, soleiðis at talan ikki er um at toyggja seg, loypa ella eina rørslu, sum viðførdi, at leikarin illa fekk samband við bóltin
  • tað er lættari at spæla ein bólt, sum ferðast á vøllinum enn ein bólt, sum ferðast í luftini

“Ein bjarging” er, tá ein leikari steðgar ella roynir at steðga einum bólti, sum er á veg í, ella sera nær við at fara í málið, við nøkrum parti av kroppinum, uttan hondunum (undantikið málmaðurin í egnum brotssparksteigi).

Í støðum har:

  • Ein leikari flytur seg úr rangstøðu ella er rangstaddur, kemur í vegin fyri ein mótleikara og órógvar rørslu mótleikarans mótvegis bóltinum, er hetta at meta sum revsiverd rangstøða, um hetta ávirkar eginleikan hjá mótleikaranum at spæla ella at stríðast um bóltin. Um rangstaddi leikarin flytur seg fyri mótleikaran og forðar honum (t.d. blokerar) skal brotið sektast smb. § 12
  • fríspark verður framt móti einum rangstaddum leikara, sum flytur seg mótvegis bóltinum við tí fyri eyga at spæla hann (og brotið verður framt, áðrenn hann spælir ella roynir at spæla bóltin), skal frísparkið dømast, tí tað hendi áðrenn rangstøðan gjørdist veruleiki
  • eitt brot verður framt móti einum rangstaddum leikara, sum longur spælir ella roynir at spæla bóltin, ella sum stríðist við mótleikara um bóltin, skal rangstøðan dømast, tí hon uppstóð áðrenn frísparkið varð framt.

3. Onki brot

Tað er ikki revsivert, um ein leikari, sum er rangstaddur, fær bóltin beinleiðis frá:

  • Einum málsparki.
  • Einum hornasparki.
  • Einum innkasti.

4. Brot og revsingar

Um eitt rangstøðu brot verður framt, skal dómarin døma eitt óbeinleiðis fríspark, har sum brotið hendi – eisini um hetta er á leikarans egnu vallarhálvu.

Um ein leikari frá tí verjandi liðinum fer av vøllinum av eini hvørjari orsøk uttan loyvi frá dómaranum, verður hesin at meta sum standandi á egnari mállinju ella síðulinju, hvat rangstøðu viðvíkur, inntil steðgur aftur er í leiki, ella inntil tað verjandi liðið hevur spælt bóltin móti miðlinjuni, og hann er farin út úr teirra brotssparksteigi.

Um leikarin tilvitað fór av vøllinum, skal hann ávarast næstu ferð, steðgur er í leiki.

Ein áleypandi leikari kann fara av ella verða uttanfyri vøllin fyri ikki at luttaka í leiki. Um leikarin kemur inn aftur gjøgnum mállinjuna og luttekur í leiki, áðrenn steðgur er í leiki næstu ferð, ella um tað verjandi liðið hevur spælt bóltin móti miðlinjuni, og hann er uttanfyri teirra brotssparksteig, verður leikarin at meta sum standandi á mállinjuni, hvat rangstøðu viðvíkur.

Ein leikari, sum tilvitað fer av vøllinum, og sum kemur inn aftur uttan loyvi dómarans, og sum ikki verður sektaður fyri rangstøðu, og vinnur ein fyrimun, skal ávarast.

Um ein áleypandi leikari stendur stillur millum málstengurnar inni í málinum, meðan mál verður skorað, skal mál dømast, um ikki leikarin fremur eitt rangstøðu brot ella eitt brot á § 12. Fremur hann annað av hesum brotum, skal leikur takast upp aftur við beinleiðis ella óbeinleiðis frísparki.

[1] Her skal nýtast tann fyrsta “nertingin” ella tað fyrsta sambandi, sum er við bóltin.