
Tú kanst vera við, tá ið 20.000 fólk kring allan heimin fara at jongulera í 10 sekund, og harvið røkka málinum um at seta eitt Guinness met.
Tiltakið verður á Tórsvølli 6. juni kl. 17.30 og málið er at fáa 100 luttakarar í Føroyum.
Einasta kravið er, at luttakarin megnar at jongulera í 10 sekund, uttan at missa bóltin.
So ert tú í aldrinum 12 ár og eldri, so hevur tú møguleika at taka lut í hesum sertaka tiltaki – gev gætur, at bólturin skal vera í std. 5, og at hetta er galdandi fyri allar luttakarar óansæð aldur.
Tað er “først til mølle”, men fyri at tryggja eina breiða undirtøku, verður tilmeldingin skipað í ymiskar aldursbólkar og kyn. Freistin at melda til er týsdagin 2. juni.
Kostnaður fyri luttøkuna er 100kr, og sum luttakari fært tú:




