
Summar og stevnur hoyra hvørjum øðrum til, og gjøgnum alt summar bjóðar FSF til fótbóltsstevnur kring landið. Fótbóltsstevnurnar eru fjølbroytt tiltøk, sum flyta seg kring landið og fevna um ymiskar aldursbólkar og útgávur av fótbóltsspælinum.
Tú meldar teg til sum einstaklingur, verður partur av einum blandaðum liði, og so spæla vit fótbólt í ymiskum útgávum. Stutt og greitt, stuttligt og fjølbroytt.
Kostnaður fyri fótbóltsstevnur er 50kr, og sum luttakari fært tú:
Skráin fyri fótbóltsstevnur 2026:
Hósdagin 9.7 kl. 14-16 U9 á Skála
Hósdagin 16.7 kl. 10-12 U11 í Runavík
Hósdagin 16.7 kl. 13-15 U13 í Runavík
Mikudagin 22.7 kl. 11.30-13 U9 í Trongisvági
Mikudagin 22.7 kl. 14-15.30 U11 í Trongisvági
Mikudagin 22.7 kl. 16-17.30 U13 í Trongisvági
Fríggjadagin 31.7 kl. 10-12 U9 í Hoyvík
Hósdagin 6.8 kl.10-12 U11 í Klaksvík
Hósdagin 6.8 kl.13-15 U13 í Klaksvík
Tilmeldingin til fótbóltsstevnurnar letur upp tvær vikur áðrenn hvørja stevnu.
Tilmeldingin fer fram her




