§8 – Byrjan og uppafturtøka av leiki

Fótbóltslógin 2024 (§1 – §17) sum PDF

Mið verður lagt fyri at byrja báðar hálvleikirnar í dystinum, báðar hálvleikirnar í longdu leiktíðini og fyri at taka leik uppaftur, tá eitt mál er skorað. Fríspørk (beinleiðis og óbeinleiðis), brotsspørk, innkøst, málspørk og hornaspørk eru aðrir hættir at taka leik upp aftur (sí § 13-17).

Uppafturtøka av leiki verður gjørd við uppkasti, um dómarin hevur steðgað leiki, og um Fótbóltslógin ikki krevur ein av omanfyri standandi hættum.

Um eitt brot verður framt, meðan bólturin ikki er í leiki, broytir hetta ikki, hvussu leikur skal takast upp aftur.

1. At leggja mið:

Mannagongd:

  • Dómarin kastar eina mynt, og liðið, sum vinnur lutakastið, ger av, hvat mál tað vil leypa á í fyrra hálvleiki, ella um tað vil leggja mið
  • Um mótstøðuliðið leggur mið ella velur, hvat mál tað vil leypa á í fyrra hálvleiki veldst um omanfyri standandi
  • Liðið, sum valdi, hvat mál tað vildi leypa á í fyrra hálvleiki, leggur mið fyri at byrja annan hálvleik
  • Til annan hálvleik, skulu liðini skifta síðu og leypa á mótsatt mál
  • Aftaná eitt lið hevur skorað eitt mál, skal hitt liðið leggja mið

Tá mið verður lagt:

  • Skulu allir leikarar, uttan hann, sum sparkar bóltin, vera á egnari vallarhálvu
  • Skulu mótleikararnir hjá liðnum, sum leggur mið, vera í minsta lagi 9,15m (10yds) frá bóltinum, inntil hann er í spæli
  • Skal bólturin liggja stillur á miðblettinum
  • Skal dómarin geva tekin
  • Er bólturin í spæli, tá hann er sparkaður og týðiliga flytur seg
  • Er loyvt at skora mál beinleiðis móti mótleikarunum. Um bólturin fer beinleiðis í sparkarans mál, skal hornaspark dømast til mótstøðuliðið.

Brot og revsingar

Um tann, ið leggur mið, nertur bóltin aftur, áðrenn hann hevur nortið annan leikara, skal óbeinleiðis (ella beinleiðis, um hann nertir bóltin við hondini) fríspark dømast.

Fyri øll onnur brot á mannagongdina við at leggja mið, skal mið leggjast av nýggjum.

2. Uppkast

Mannagongd:

Dómarin sleppur bóltinum til málmannin hjá verjandi liðnum í teirra brotssparksteigi, um:

  • Bólturin var í brotssparksteiginum, tá leikur varð steðgaður ella
  • Bólturin seinast varð nortin í brotssparksteiginum, tá leikur varð steðgaður
  • Í øllum øðrum førum skal dómarin sleppa bóltinum til ein leikara á tí liði, sum seinast nart bóltin á tí stað, har bólturin seinast varð nortin av einum leikara, einum óviðkomandi, ella sum víst verður til í §9.1, ein dystarleiðara
  • Allir aðrir leikarar (á báðum liðum) skulu vera í minsta lagi 4m burtur frá bóltinum, inntil hann er í spæli

Bólturin er í spæli, tá hann nertir vøllin.

Brot og revsingar

Uppkastið skal takast av nýggjum, um:

  • Bólturin nertur ein leikara, áðrenn hann nertur vøllin
  • Bólturin fer út um vallarlinjurnar uttan at hava nortið vøllin ella ein leikara

Um bólturin, eftir at uppkast er framt, fer í mál uttan at hava nortið í minsta lagi tveir leikarar, skal leikur takast upp aftur við:

  • Málsparki, um bólturin fór í mál mótleikaranna
  • Hornasparki, um bólturin fór í egið mál