§2 – Bólturin

Fótbóltslógin 2024 (§1 – §17) sum PDF

1. Eginleikar og mát

Allir bóltar skulu vera:

  • Kúluskapaðir.
  • Gjørdir úr leðri ella øðrum hóskandi evni.
  • Til ummáls ímillum 68 cm og 70 cm.
  • Skal viga ímillum 410 og 450 gramm við dystar byrjan.
  • Uppblástir soleiðis, at teir hava eitt trýst, ið svarar til 0,6 – 1,1 atmosferu (600 – 1100 g/cm2) við havsins yvirflatu.

Allir bóltar, sum verða nýttir til dystir, leiktir í almennum kappingum og fyriskipaðar undir vernd av FIFA, skulu lúka treytirnar og hava eitt av merkjunum frá FIFA Quality Programme for Footballs.

Eitt tílíkt merki merkir, at bólturin er alment royndur, og at hann lýkur nakrar serligar tekniskar treytir, sum eru ymiskar fyri hvørt merki, men sum allar lúka minstukrøvini í § 2. Bert The International Football Association Board kann gera av, hvørji krøv verða sett til tey ymisku merkini. Fyri at sleppa at royna bóltar alment, skal felagsskapur verða góðkendur av FIFA.

Har máltøkni (MT) verður nýtt, kunnu bóltar við íbygdari tøkni nýtast. Á bóltunum skal eitt av omanfyri nevndu merkjum vera á.

Limasambond kunnu krevja, at bóltar, sum verða nýttir í teirra kappingum, skulu hava eitt av hesum merkjum.

Í kappingardystum, sum FIFA hevur skipað fyri, og í øðrum dystum, sum samgongur og limasambond hava skipað fyri er ikki loyvt at hava nakað slag av lýsingum á bóltinum. Hetta er ikki galdandi fyri búmerkið hjá kappingini, búmerkið fyriskiparans og búmerki bóltframleiðarans. Kappingarreglurnar kunnu seta mark fyri stødd og fyri, hvussu nógv tílík merki kunnu vera.

2. At skifta út ónýtiligan bólt

Um ein bóltur gerst ónýtiligur:

  • Skal dysturin steðgast
  • Dysturin verður tikin uppaftur við uppkasti

har sum bólturin var, tá ið hann gjørdist ónýtiligur

Um ein bóltur gerst ónýtiligur, meðan steðgur er í leiki orsakað av byrjunarsparki,  hornasparki, málsparki,frísparki, brotssparki ella innkasti, verður dysturin tikin upp aftur eftir galdandi reglum.

Um bólturin, meðan hann ferðast fram eftir, brestur ella verður oyðilagdur, meðan eitt brotsspark skal takast, ella meðan brotssparkskapping verður hildin, og hetta áðrenn hann rakar ein leikara, yvirliggjaran ella málstengurnar, skal brotssparkið takast umaftur

Bólturin kann ikki verða skiftur út undir dystinum uttan loyvi dómarans.

3. Eyka bóltar

Eyka bóltar kunnu verða lagdir rundan um vøllin, um teir lúka tær treytir, ið eru nevndar í § 2. Dómarin hevur tamarhald á, hvussu hesir bóltar verða nýttir.