Fótbóltslógin 2024

Fótbóltslógin 2024 (§1 – §17) sum PDF

Hugsanin og andin handan Fótbóltslógina

Fótbóltur er størsta ítróttin í heiminum. Fótbóltur verður spældur í øllum londum og á nógvum ymiskum stigum. Fótbóltslógin er galdandi fyri allan fótbólt í heiminum; heilt frá HM finaluni til ein dyst millum børn í einari lítlari bygd.

Tað, at sama lóg er galdandi í øllum dystum í øllum sersambondum, londum, býum og bygdum í øllum heiminum, er sera styrkjandi, og eigur hetta at varðveitast. Hetta er eisini ein møguleiki, ið eigur at gagnnýtast – fótbóltinum at frama allastaðni.

Fótbóltur má hava reglur, sum tryggja, at spælið er „rættvíst“, tí at eitt avgerandi grundarlag í „tí vakra spælinum“ er rættvísi – hetta hevur alstóran týdning fyri „andan“ í spælinum. Teir bestu dystirnir eru teir, har tað sjáldan er tørvur á dómaranum, tí leikararnir spæla við virðing fyri hvørjum øðrum, dystarleiðarunum og Fótbóltslógini.

Reglurnar í fótbólti eru lutfalsliga einfaldar samanborið við aðrar liðítróttir. Tó eru nógvar støður sum eru tengdar at uppfatanini hjá einstaklingum, og havandi í huga at dómarar eru menniskju (tað hevur so við sær, at teir gera feilir), umgongst ikki, at summar avgerðir fara at elva til kjak og orðadrátt.

Fyri summi er hetta kjak ein partur av njótilsinum í fótbólti, men minnast skal til, at „andin“ í lógini krevur, at avgerðir dómarans altíð verða virdar. Øll, sum hava myndugleika í spælinum, serliga venjarar og liðskiparar, hava eina greiða ábyrgd yvir fyri spælinum at virða dystarleiðarar og avgerðir teirra.

Fótbóltslógin kann ikki taka atlit til allar hugsandi og óhugsandi støður, og har sum ongin áseting er í Fótbóltslógini, væntar IFAB at dómarin tekur eina avgerð samsvarandi „andanum“ í Fótbóltslógini. Hetta verður ofta gjørt við at spyrja: “Hvat væntar/vil fótbólturin?”.

Fótbóltslógin kann ikki taka hædd fyri øllum hugsandi støðum, og tá ongin beinleiðis áseting er í Fótbóltslógini, væntar IFAB, at dómarin tekur eina avgerð sambært lógarinnar „anda“ – Fyri at gera hetta, er ofta neyðugt at spyrja: „Hvat hevði fótbólturin væntað/viljað havt?“

Fótbóltslógin skal veita trygd og umsorgan til leikarar. Seinastu árini eru fleiri broytingar framdar, sum hava júst hetta sum mál; t.d. møguleikin fyri eini eyka útskifting í longdari leiktíð, drekkisteðgur og „coolingbreak“. Aftur at hesum er – orsakað av Covid-19 – ein fyribils broyting gjørd í grein 3, sum loyvir bestu kappingunum at hækka talið av útskiftingum úr trý upp í fimm. Hendan fyribils broytingin er nú vorðin partur av Fótbóltslógini 2023. Eisini er farið undir royndir við „heilaskjálvtaútskiftingum“, soleiðis at liðini kunnu raðfesta heilsuna hjá einum leikara, sum hevur fingið ella kanska hevur fingið ein heilaskjálvta, uttan at „missa“ ein leikara.

Hóast óhapp koma fyri, eigur Fótbóltslógin at tryggja, at spælið er so trygt sum gjørligt. Tað krevst, at leikarar virða mótleikarar, og at dómarar skapa eitt trygt umhvørvi við at sláa hart niður á tey, sum spæla á ein ov ógvisligan og ov vandamiklan hátt. Í Fótbóltslógini stendur greitt, at leikháttur, sum ikki er tryggur, verður ikki góðtikin; hetta stendur undir agarevsingum undir orðingum so sum „hasarderað takkling“ (ávaring= gult kort/GK), „at seta trygdina hjá mótleikara í vanda“ ella „at nýta ógvisliga megi“ (útvísing= reytt kort/RK).

At handfara broytingar í Fótbóltslógini

Fótbóltur skal vera dragandi og stuttligur fyri leikarar, dómarar, venjarar og áskoðarar, fjepparar, umsiting o.s.fr. Fótbóltslógin skal hjálpa at gera fótbóltin dragandi og stuttligan, soleiðis at fólk vilja luttaka og njóta sín leiklut í fótbólti – uttan mun til aldur, ættarslag, átrúnað, mentan, tjóðarbólk, kyn, kynsligan hug, avlami o.s.fr.

Til tess at fremja lógarbroytingar má IFAB vera av teirri fatan, at hetta fer at gera spælið betri. Hetta merkir viðhvørt, at uppskotið má roynast, áðrenn tað verður viðtikið.

Fyri øll broytingaruppskot verður høvuðsdenturin lagdur á rættvísi, virðing, trygd, reinlyndi og njótilsi hjá teimum luttakandi og áskoðarum. Har tað er hóskandi, verður tøkni nýtt fyri at gera spælið betri.

IFAB fer áhaldandi at samstarva við fótbóltsfamiljuna kring allan heimin, soleiðis at broytingar í Fótbóltslógini gagna fótbólti í øllum hornum í heiminum, og so at reinleikin í spælinum, Fótbóltslógin og dómararnir verða vird, høgt mett og vard.

Framtíðin

IFAB fer áhaldandi at arbeiða við ráðgevandi nevndum og øðrum ráðgevandi pørtum. Dentur verður enn sum áður lagdur á umsorgan fyri leikarum og aftursvari frá royndini við „heilaskjálvta útskiftingum“. Aðalmálið er at gera spælið meira dragandi at spæla og at hyggja at.

The IFAB hevur notið at verið í samband við fólk kring allan heimin og er altíð sinnað at fáa uppskot og spurningar viðvíkjandi Fótbóltslógini. Í grundini eru fleiri av broytingunum í „Play Fair“-ætlanini eitt beinleiðis úrslit av uppskotum frá fólki úr nógvum pørtum í heiminum.

Vónandi kunnu vit lættari samskifta í framtíðini. Kannið heimasíðuna fyri at fáa nærri kunning: www.theifab.com

Vinarliga send uppskot ella spurningar til: [email protected]

Notur til Fótbóltslógina

Almenn mál
IFAB gevur út Fótbóltslógina á enskum, týskum, fronskum og sponskum. Er nakar ójavni í orðingini, er enski teksturin galdandi.

Onnur mál
Tjóðarfótbóltssambond, sum týða Fótbóltslógina, kunnu fáa uppsetingina til 2022/23-útgávuna frá The IFAB við at seta seg í samband við: [email protected]

Tjóðarfótbóltssambond, sum framleiða ein týdda útgávu av Fótbóltslógini, eru vælkomin at senda hana til IFAB (Tað skal týðiliga standa á permuni, hvat tjóðarfótbóltssamband hevur staðið á odda fyri týðingini), soleiðis at hon kann leggjast út á heimsíðu IFAB‘s til onnur at nýta.

Mát
Um nakað frávik er millum tey metrisku og tey ensku mátini, eru tey metrisku galdandi.

At handfara Fótbóltslógina
Somu reglur eru galdandi í øllum dystum í øllum sersambondum, londum, býum og bygdum. Burtursæð frá teimum tillagingum, sum IFAB loyvir (sí tillagingar til Fótbóltslógina), skal Fótbóltslógin ikki tillagast ella broytast, undantikið við loyvi frá IFAB.

Tey, sum útbúgva dómarar ella onnur luttakandi, skulu leggja dent á, at:

  • dómarar skulu handfara Fótbóltslógina á ein hátt, sum tryggjar rættvísar og tryggar dystir og hava „andan“ í lógunum við í metingini
  • øll skulu virða dómararnar og avgerðir teirra, havandi í huga at dómarar eru menniskju og fara at gera mistøk

Leikararnir hava eina sera stóra ábyrgd, tá tað snýr seg um ta mynd, sum verður víst av fótbóltinum, og liðskiparin hevur ein týdningarmiklan leiklut, sum skal tryggja, at Fótbóltslógin og avgerðir dómarans verða vird.

Lykil
Høvuðslógarbroytingarnar eru undirstrikaðar og eru við gulum í úti í breddanum.

GK= gult kort (ávaring); RK= reytt kort (útvísing).

Tillagingar til Fótbóltslógina

Útbreiðslan av Fótbóltslógini ger, at spælið er at kalla eins allastaðni í heiminum og á øllum stigum. Eisini skal Fótbóltslógin skapa eitt rættvíst og trygt umhvørvi at spæla fótbólt í, samstundis sum hon skal eggja til luttøku og njótilsi.

Søguliga sæð hevur IFAB loyvt tjóðarfótbóltssambondunum eitt sindur av rásarúmi til at gera tillagingar til tær „umsitingarligu“ greinarnar í Fótbóltslógini. Tó er IFAB nú av teirri greiðu fatan, at tjóðarfótbóltssambondini eiga at fáa fleiri møguleikar at tillaga, hvussu fótbólturin skal skipast, um tað er fótbóltinum í teirra landi at frama.

Hátturin, fótbóltur verður spældur og dømdur uppá, eigur at vera tann sami á øllum fótbóltsvøllum í øllum heiminum, líka frá HM-finaluni til ta minstu bygdina. Tó eigur tørvurin í einum landi at gera av, hvussu leingi ein dystur varir, hvussu nógv fólk kunnu luttaka, og hvussu ávísur rangur atburður eigur at sektast.

Øll tjóðarsambond (og Sersambond og FIFA) hava møguleika at tillaga øll ella nøkur av fylgjandi økjum í Fótbóltslógini, soleiðis at hetta tænir fótbóltinum, sum tey hava ábyrgd av.

Galdandi fyri allan fótbólt:

  • Hvørt lið hevur loyvi at fremja í mesta lagi fimm* útskiftingar. Í ungdómsfótbólti verður talið ásett av fótbóltssambandinum, sersambandinum ella FIFA.

* Sí eisini §3 fyri at síggja, hvørjar treytir eru galdandi fyri dystir, har eyka tíð verður spæld og fyri at síggja, hvørjar avmarkingar eru galdandi fyri útskiftingar.

Til ungdóm, veteranar, rørslutarnað og barnafótbólt:

  • støddin á vøllinum
  • stødd, vekt og tilfar, sum bólturin er framleiddur úr
  • vídd millum málstengurnar og hæddin frá yvirliggjaranum niður á vøllin
  • longdin á teimum (líka longu) hálvleikunum í dystinum (og teimum líka longu hálvleikunum í longdari leiktíð)
  • nýtsla av flúgvandi útskiftingum
  • nýtsla av fyribils útvísingum fyri onkrar/allar ávaringar (GK)

Fyri at geva tjóðarsambondunum meira rásarúm og betri møguleika at menna fótbólt í egnum landi, eru fylgjandi broytingar eisini loyvdar (Hesar snúgva seg um aldursflokkingar):

  • Tjóðarsambond, sersambond og FIFA hava smidleika til at seta aldursmark í ungdóms- og veteranfótbólti.
  • Hvørt tjóðarsamband ger av, hvørjar kappingar á lægstu stigum verða flokkaðar sum „barnafótbóltur“.

Loyvi til aðrar tillagingar
Tjóðarfótbóltssambondini hava møguleika at loyva ymiskum tillagingum til ymiskar deildir – tað er onki krav um at nýta allar ella at nýta tær allastaðni.

Tó eru aðrar tillagingar ikki loyvdar, undantikið við loyvi frá IFAB.

Tjóðarfótbóltssambond verða biðin um at siga IFAB frá, hvørjar tillagingar tey nýta, og á hvørjum stigi hesar tillagingar verða nýttar. Hendan kunning og serliga orsøkirnar til tillagingarnar kunnu vísa á øki at menna, sum IFAB kann deila, fyri at menna fótbólt í øðrum tjóðarfótbóltssambondum.

The IFAB er eisini sera áhugað í at frætta um aðrar møguliga tillagingar til Fótbóltslógina, sum kunnu økja um luttøku og gera fótbólt meira dragandi og elva til menning um allan heimin.

* Sí eisini § 3 fyri at síggja, hvørjar treytir eru galdandi fyri dystir, har eyka tíð verður spæld og fyri at síggja, hvørjar avmarkingar eru galdandi fyri útskiftingar.

Vegleiðing til fyribils útvísingar

131. árligi aðalfundurin hjá IFAB góðkendi nýtlsu av fyribils útvísingum fyri allar ella onkrar ávaringar/gul kort (GK) í kappingum hjá ungdómi, veteranum, rørslutarnaðum og hjá børnum, treytað av at hetta verður góðkent av tjóðarfótbóltssambandinum, sersambandinum ella FIFA.

Tilvísing til fyribils útvísing er at finna í:

§5 – Dómarin (ábyrgd og skyldur):

Agarevsing
Dómarin hevur heimild at nýta agarevsing, og har kappingarreglurnar loyva tí, nýta fyribils útvísing, frá tí hann fer á vøllin fyri at kanna hann fyri dystarbyrjan, og inntil hann fer av vølli eftir dystarlok (íroknað brotssparkskapping).

Ein fyribils útvísing er, tá ein leikari fremur eitt brot, sum skal sektast við ávaring (GK), og hann verður sektaður við útvísing, sum er galdandi ein part av dystinum. Hugsanin er, at ein revsing, sum verður framd í verki beinanvegin, kann hava eina jaliga ávirkan á leikaran, sum fremur brotið og møguliga eisini á lið hansara.

Tjóðarfótbóltssambandið, sersambandið ella FIFA eiga at góðkenna (og seta í kappingarreglurnar) fyribils útvísing eftir fylgjandi vegleiðing:

Bert leikarar

  • Fyribils útvísing er galdandi fyri allar leikarar (íroknað málmenn), men ikki fyri eykaleikarar og útskiftar leikarar, sum fremja brot, ið skulu sektast við ávaring (GK)

Dómarans tekn

  • Dómarin vísir eina fyribils útvísing við at vísa eitt gult kort (GK) og síðani týðiliga við báðum hondum at peika til økið, har fyribils útvísingin skal sitast (oftast er hetta tekniska økið hjá leikaranum)

Longdin á fyribils útvísingini

  • Longdin á fyribils útvísingini er tann sama fyri øll brot
  • Longdin á fyribils útvísingini eigur at vera umleið 10–15% av samlaðu leiktíðini (t.d. 10 minuttir í dystum, sum eru 90 minuttir; 8 minuttir í dystum, sum eru 80 minuttir)
  • Tíðin á fyribils útvísingini byrjar, tá ið leikur verður tikin uppaftur, eftir at leikarin er farin av vølli
  • Við í fyribils útvísingina eigur dómarin at taka tíð, sum verður „mist“ orsakað av steðgum, sum hava við sær yvirtíð í endanum á hvørjum hálvleiki (t.d. útskifting, skaði o.s.fr.)
  • Kappingarreglurnar mugu gera av, hvør skal hjálpa dómaranum við at halda skil á tíðini, tá ið ein fyribils útvísing verður framd. Tað kann gerast av einum umboðsmanni, einum fjórða dómara ella einum hjálpardómara. Eisini kann hetta gerast av einum hjálparfólki.
  • Tá ið fyribils útvísingin er liðug, kann leikarin koma inn á vøllin aftur við loyvi dómarans. Dómarin kann geva loyvi, meðan bólturin er í leiki
  • Dómarin eigur endaligu avgerðina, nær ein leikari kann koma inn aftur
  • Ein fyribils útvístur leikari kann ikki skiftast út, fyrr enn fyribils útskiftingin er liðug (tó ikki um lið hansara hevur framt allar loyvdar útskiftingar)
  • Um ein fyribils útvísing ikki er liðug, tá ið fyrri hálvleikur endar (ella tá ið seinni hálvleikur endar, um longd leiktíð verður spæld), skal leikarin sita restina av tíðini frá byrjan í seinna hálvleiki (byrjan á longdari leiktíð)
  • Ein leikari, sum ikki er liðugur við eina fyribils útvísing við dystarlok, hevur loyvi at taka lut í brotssparkskapping

 Øki til fyribils útvísing

  • Ein fyribils útvístur leikari eigur at vera í tekniska økinum (har eitt slíkt finst) ella hjá venjaranum/hjálparfólkunum, um hann ikki hitar upp (undir somu treytum sum ein eykaleikari)

Brot, sum verða framd fyri/undir/eftir eina fyribils útvísing

  • Ein fyribils útvístur leikari, sum fremur eitt brot, sum skal sektast við ávaring (GK) ella útvísing (RK), luttekur ikki víðari í dystinum, og hann kann ikki skiftast út fyri annan leikara

Víðari agarevsing

  • Kappingarreglurnar/tjóðarfótbóltssambondini gera av, um frágreiðing skal latast viðkomandi myndugleika, tá ið talan er um fyribils útvísing. Til dømis kann talan vera um, at leikbann kann fáast við at fáa fleiri fyribils útvísingar (GK)

Skipanir til fyribils útvísingar

Ein kapping kann nýta eina av fylgjandi skipanum, tá ið talan er um fyribils útvísingar:

  • Skipan A – Fyri allar ávaringar (GK)
  • Skipan B – Fyri onkrar, men ikki allar ávaringar (GK)

Skipan A – fyribils útvísing fyri allar ávaringar (GK)

  • Allar ávaringar (GK) verða sektaðar við fyribils útvísing
  • Ein leikari, sum fær sína aðru ávaring í sama dysti:
    • fær á øðrum sinni eina fyribils útvísing og kann ikki luttaka víðari í dystinum
    • kann skiftast út við ein eykaleikara, tá ið hann hevur sitið sína aðru fyribils útvísing, um lið hansara ikki hevur nýtt allar loyvdu útskiftingar (hetta kemst av, at lið hansara longu er „revsað“ við at skulu spæla 2 ferðir longdina á fyribils útvísingini uttan leikaran)

Skipan B – Fyribils útvísing fyri onkrar, men ikki allar ávaringar (GK)[1]*

  • Ein listi við brotum, sum skulu sektast við ávaring (GK), skal gera av, hvørji brot skulu sektast við fyribils útvísing. Listin skal gerast fyri kappingarbyrjan
  • Øll onnur brot, sum skulu sektast við ávaring, verða sektað við ávaring (GK)
  • Ein leikari, sum hevur havt eina fyribils útvísing og fær eina ávaring (GK), heldur áfram at spæla
  • Ein leikari, sum hevur fingið eina ávaring og síðani fær eina fyribils útvísing, kann spæla víðari eftir at hava sitið fyribils útvísingina
  • Ein leikari, sum fær sína aðru fyribils útvísing, skal sita seinnu fyribils útvísingina og kann ikki luttaka víðari í dystinum. Hann kann skiftast út við ein eykaleikara, tá ið hann hevur sitið sína aðru fyribils útvísing, um lið hansara ikki hevur nýtt allar loyvdu útskiftingar, men ein leikari, sum eisini hevur fingið eina „ikki fyribils“ útvísing (men GK), kann ikki loysast av ella útskiftast.
  • Ein leikari, sum fær sína aðru ávaring (GK) í sama dysti, skal útvísast, og hann kann ikki luttaka víðari í dystinum, og heldur ikki kann hann skiftast út við annan leikara.

* Í summum kappingum kann tað vera gagnligt bert at nýta fyribils ávaringar, sum verða givnar fyri rangan atburð, t.d.:

  • film
  • tilvitað seinka mótstøðuliðinum í at taka leik uppaftur
  • kjaftaslit, munnligar viðmerkingar ella tekn
  • at steðga einum lovandi álopi við at halda, fíra ella spæla bóltin við hondini
  • um sparkarin fintar á ein hátt, sum ikki er loyvdur, tá ið brotsspark verður tikið

Vegleiðing til flúgvandi útskifting

Eftir góðkenning frá 131. aðafundi IFAB“s, sum var hildin í London 3. mars 2017, loyvir Fótbóltslógin nú flúgvandi útskiftingum í fótbólti hjá ungdómi, veteranum, rørslutarnaðum og børnum. Hetta er treytað av góðkenning frá tjóðarfótbóltssambandinum, sersambandinum ella FIFA.

Tilvísing til flúgvandi útskiftingar er at finna undir:

§3 – Leikararnir (Tal av útskiftingum):

Flúgvandi útskiftingar

  • Nýtslan av flúgvandi útskiftingum er bert loyvd í fótbólti hjá ungdómi, veteranum, rørslutarnaðum og børnum, og er hetta treytað av semju við tjóðarfótbóltssambandið, sersambandið ella FIFA

Ein „flúgvandi útskifting“ er framd, tá ið ein leikari, sum longu hevur spælt í dystinum og er vorðin útskiftur, verður skiftur inn aftur fyri annan leikara fyri at spæla víðari í dystinum.

Burtursæð frá eykaloyvinum, sum loyvir útskiftum leikara at koma inn aftur í dystin, eru allar aðrar ásetingar í § 3 og í Fótbóltslógini galdandi, tá ið talan er um flúgvandi útskiftingar. Serliga skal mannagongdin viðv. útskifting, sum er nevnd í § 3, fylgjast.

———

Dagført 9. mars 2024