Skeið innan fyrisiting

Sum partur av menningini av føroyskum fótbólti og føroysku fótbóltsfeløgunum, skipar Fótbóltssamband Føroya á hvørjum ári fyri ymiskum skeiðum innan fyrisiting.

Niðanfyri sæst, hvørji skeið eru sett á skránna í 2023. Kunngjørt verður, so hvørt fleiri skeið verða hildin.

Nærri kunning fæst við at venda sær til høvuðsskrivstovuna hjá FSF, ella við at senda ein teldupost til Andrass Thomsen, [email protected].

———

Nýggj/ur í nevnd
Hósdagin 2. mars klokkan 18:00 til 20:00.

Endamálið við skeiðunum er at geva nýggjum nevndarlimum innlit í, hvussu føroyski fótbóltsheimurin er skipaður og uppbygdur.

Skeiðið, ið er ókeypis, tekur útgangsstøði í leiðsluhondbókini hjá FSF, ið verður útflýggjað luttakarunum. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 27. februar.

Tilmelding fer fram á: https://forms.office.com/e/HH2240SdYq

———

Skeið um sponsorar / stuðlar
Leygardagin 11. mars klokkan 09:00 til 13:00

Á skeiðnum ynskja vit at geva feløgunum íblástur til, hvussu fleiri inntøkur kunnu fáast frá sponsorum og stuðlum. Arbeitt verður millum annað við, hvussu feløgini kunnu bjóða áhugaverdar “stuðulspakkar”, har talan í størri mun verður um eitt samstarv, heldur enn bara vælvild frá stuðlum.

Bjarni Arge, fyrrverandi leiðari á marknaðardeildini hjá Betri, og Simon B. Kristensen, “Partnerchef” hjá Hillerød Fodbold Elite, koma at hava framløgur.

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 8. mars, og kostnaðurin fyri at luttaka er 395 kr. FSF bjóðar okkurt til matna.

Tilmelding fer fram á: https://forms.office.com/e/wfHGqZP4Bb

———

Kreppusamskifti
16. mai og 6. juni, báðar dagarnar frá klokkan 17:00 til 20:00, verður skipað fyri skeiði um miðling í kreppustøðum.

Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum nøkur amboð til, hvussu feløgini á bestan hátt kunnu handfara samskifti í einari kreppustøðu, bæði innanhýsis og uttanhýsis. Undirvísari verður Páll Holm Johannesen, samskiftisfólk.

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 10. mai, og kostnaðurin fyri at luttaka er 395 kr. FSF bjóðar okkurt til matna.

Tilmelding fer fram á: https://forms.office.com/e/DF4ADTYHYZ

———

Sjálvboðin
Nærri kunning seinni.

———

Dagført: 16. januar 2023