Orsaka av Coronavirusinum, hevur DBU avgjørt, at venjingardysturin millum Danmark og Føroyar á MCH Arena í Herning fríggjadagin 27. mars, verður spældur uttan áskoðarar


Fríggjadagin 27. mars klokkan 17:00, føroyska tíð, spæla Danmark og Føroyar venjingardyst á MCH Arena í Herning. Talan er um A-landsdyst við monnum.

Umleið 6.000 atgongumerki eru seld til dystin, men nú er avgerð tikin um, at landsdysturin millum Danmark og Føroyar verður spældur uttan áskoðarar. Orsøkin er Coronavirusið.

Danskir myndugleikar hava avgjørt, at tiltøk, ið væntandi savna meir enn 1.000 fólk, skulu avlýsast, ella fara fram uttan áskoðarar.

– Stórur áhugi hevur verið fyri landsdytinum móti Danmark, og vit gleddu okkum til at spæla dystin á einum fullsettum leikvølli í Herning. Vit skilja tó væl avgerðina hjá DBU og stuðla teimum fult í at spæla dystin uttan áskoðarar, nú Coronavirusið ger um seg.

– Føroyskir áskoðarar, ið hava keypt atgongumerki í Nethandlinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, fáa atgongumerkini endurrinda í næstu viku, sigur Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari, við heimasíðuna hjá FSF.