Starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya hevur tikið avgerð um, at frá mikudegnum 5. august til og við leygardagin 22. august, verða allir dystir í vaksnamannadeildunum spældir uttan áskoðarar
——————
Eftir at fleiri tilburðir av korona eru staðfestir í Føroyum seinastu dagarnar, hevur starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um, at frá mikudegnum 5. august til og við leygardagin 22. august, verða allir dystir í vaksnamannadeildunum spældir uttan áskoðarar.
Somuleiðis verður heitt á feløgini um at hyggja eftir koronavegleiðingini í samband við venjing og dystir.
Fótbóltssamband Føroya