Týsdagin byrjar EM-undankappingin fyri U19-landslið við gentum, sum næstu dagarnar verður spæld í Føroyum. Ein av teimum, ið myndar føroyska hópin, er Silja Ragnarsdóttir Trier
——————
– Kenslan er góð, og vit gleða okkum til kappingina.
Tað sigur Silja Ragnarsdóttir Trier, ið er annar av liðskiparunum á U19-landsliðnum við gentum, sum næstu dagarnar skal spæla EM-undankapping í Føroyum.
Hini londini í bólkinum eru Andorra, Litava og Ukraina.
Føroyska liðið er væl fyri og væl fyreikað til kappingina, og málið er at vinna, so Føroyar aftur vera í deild A, tá EM-undankappingin í vár er á skránni.
– Tað er nakað heilt serligt at spæla landsdyst á Tórsvølli. Vit trúgva eisini uppá, at vit kunnu vinna bólkin, sigur Silja Ragnarsdóttir millum annað í samrøðu við FSF Varpið.
Dystaskráin
24. nov. Ukraina – Andorra (11:00 / Tórsvøllur)
24. nov. Litava – Føroyar (15:00 / Tórsvøllur)
27. nov. Ukraina – Litava (11:00 / Tórsvøllur)
27. nov. Føroyar – Andorra (15:00 / Tórsvøllur)
30. nov. Føroyar – Ukraina (15:00 / Tórsvøllur)
30. nov. Andorra – Litava (15:00 / Svangaskarð)