Við einum máli langt inni í yvirtíðini tryggjaði Sara Benjaminsen Føroyum eitt stig í fyrsta dystinum í EM-undankappingini fyri U19-landslið við gentum. Dysturin móti Litava endaði 2-2. Fyrr á degnum vann Ukraina 2-0 á Andorra
——————
Týsdagin varð fyrsta umfar í bólki B4 í EM-undankappingini fyri U19-landslið við gentum, sum í hesum døgum er í Føroyum, spælt á Tórsvølli. Umframt Føroyar eru Andorra, Litava og Ukraina eisini við í kappingini.
Fyrsti dysturin var millum Ukraina og Andorra, og her dróg Ukraina longra stráið og vann 2-0. Alina Savka legði ukrainar á odda stutt fyri steðgin, og tá ein minuttur var eftir av vanligu leiktíðini, staðfesti Karina Lespukh sigurin.
Klokkan trý fóru Litava og Føroyar á vøllin. Talan gjørdist um ein javnan og spennandi dyst, sum endaði við javnleiki 2-2.
Jotvile Sapaite legði litavar á odda tá 19 minuttir vóru spældir, og 1-0 til Litava var eisini hálvleiksstøðan.
Men seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá Kára Sigurðsson javnaði til 1-1 og fekk føroyska liðið aftur á javnt.
Gleðin var tó stokkut, tí tá ein góður tími var spældur, legði Marta Lipnickaite Litava á odda aftur.
Føroysku genturnar góvu tó ikki skarvin yvir og vildu ongantíð leggja kongin. Stríðið gav eisini úrslit langt inni í yvirtíðini. Tá fýra minuttir vóru spældir út yvir vanligu leiktíðina, skoraði Sara Benjaminsen til 2-2 og tryggjaði Føroyum harvið eitt stig í fyrsta dystinum í EM-undankappingini.
Annað umfar verður spælt fríggjadagin. Klokkan 11 møtast Ukraina og Litava, og klokkan 15 taka Føroyar ímóti Andorra. Báðir dystirnir verða spældir á Tórsvølli.
Myndir: Jóhanna Thomsen
Myndir: Hans Erik Danielsen