Fótbóltssamband Føroya tekur avleiðingarnar av vandanum fyri koronasmittuni, og hevur avgjørt at avlýsa árligu fótbóltsskúlarnar, sum skuldu verða í summar


Seinastu mongu árini hevur Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við feløgini, skipað fyri fótbóltsskúlum kring landið. Í fjør vóru fimm fótbóltsskúlar á skránni, men nú er greitt, at í summar verður eingin fótbóltsskúli fyriskipaður av hvørki FSF ella feløgunum.

– Vit høvdu sjálvandi vónað, at tað fór at bera til aftur í ár, men vit meta ikki, at tað verður ráðiligt, og tí er avgerðin longu tikin, um at eingin fótbóltsskúli verður í ár, sigur Christina Ravnsfjall, Grassroots-samskipari hjá FSF.

Umleið 600 børn og ung hava á hvørjum ári tikið lut á fótbóltsskúlunum hjá Fótbóltssambandi Føroya. Í fjør vóru fótbóltsskúlarnir fyriskipaðir á Toftum, í Havn, á Argjum, á Eiði og í Vágum.