Frá mánadegnum 20. apríl kunnu feløgini, ið spæla í Betri Deildini hjá monnum, Betri Deildini hjá kvinnum, og í 1. deild hjá monnum byrja at venja aftur við samlaðum hópum


Saman við Koronaráðgevingini, hevur Fótbóltssamband Føroya orða eitt tilmæli, ið snýr seg um, hvussu venjingar og dystir hjá liðum, sum spæla í Betri Deildini hjá monnum, Betri Deildini hjá kvinnum, og í 1. deild hjá monnum, skulu avgreiðast.

Eftir ætlan byrjar landskappingin í Betri Deildini hjá monnum leygardagin 9. mai, og í fyrstu atløgu skulu allir dystir spælast uttan áskoðarar. “Uttan áskoðarar” merkir, at eingir áskoðarar hava loyvi at verða á økjum, har ein vanliga skal hava atgongumerki til.

Vegleiðingin er bert galdandi fyri vaksin. Í løtuni verður arbeitt við at gera eina líknandi vegleiðing, ið er ætlað til venjingar og dystir fyri barna- og ungdómsfótbólt. Miðað verður eftir, at yngru liðini kunnu byrja sínar venjingar aftur frá mánadegnum 4. mai.

Vegleiðingin sæst her: Koronavegleiðing til venjingar og dystir fyri vaksin (PDF)