Á middegi týsdagin 17. mars vóru øll limalondini í UEFA savnaði á videofundi, har íkomna støðan við koronasmittuni varð viðgjørd. Á fundinum varð avgjørt at útseta EM-endaspælið, sum skuldi verða í summar, til at verða á sumri í 2021


Heimligu landskappingarnar hava í løtuni hægstu raðfesting hjá UEFA. Fyri at geva limalondunum bestu møguleikar at avgreiða teirra egnu kappingar, hevur UEFA gjørt av at útseta komandi EM-endaspæl, so tað í staðin verður spælt í juni-juli í 2021. Hetta fer at geva fótbóltssambondunum seks vikur afturat at fáa spælt teirra egnu landskappingar lidnar.

Endamálið er, at UEFA-kappingarnar, Champions League og Europa League, kunnu byrja sum vant um mánaðarskiftið juni-juli 2020. Luttakandi liðini úr Føroyum til UEFA-kappingarnar 2020-2021 vórðu tó longu funnin við kappingarenda í 2019, og tí er trýstið á føroysku kappingina ikki eins stórt sum hjá fleiri av hinum fótbóltssambondunum.

– Hjá okkum er longu greitt, at KÍ umboðar Føroyar í Champions League og HB, B36 og NSÍ í Europa League. Vit hava tískil eitt høvuðbrýggj minni enn fleiri av okkara starvsfeløgum.

– Avbjóðingin hjá okkum, sum hjá øðrum, er stóra óvissan kring koronasmittuna. Vit vita ikki, hvussu drúgt tíðarskeiðið verður, har vit ikki kunnu spæla dystir ella venja saman í bólkum. Áðrenn vit fáa greiðari ábendingar um hetta, kunnu vit ikki koma við einum endaligum boði um, hvussu kappingin hjá okkum verður spæld í ár, sigur forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Christian Andreasen, við heimasíðuna hjá FSF.

Á videofundinum við UEFA komu eisini formlig boð um, at A-landsdystirnir hjá monnum móti Danmark og Andorra í mars verða avlýstir, meðan U21 dystirnir móti Spania og Montenegro verða útsettir. A-landsdysturin hjá kvinnum móti Wales tann 10. apríl er eisini útsettur.