Fótbóltssamband Føroya hevur tikið avgerð um at steðga øllum kappingum, undantikið fremstu deildunum hjá kvinnum og monnum, frá í dag av og til og við mánadagin 28. september
——————
Virksemið í samfelagnum er nógv ávirkað av koronasmittuni í løtuni, og tí hevur Fótbóltssamband Føroya tikið avgerð um at útseta flestu dystir í landskappingunum, sum eftir ætlan skuldu verðið spældir hesa vikuna.
Tað merkir, at allir dystir, bæði hjá børnum og vaksnum, frá mikudegnum 23. september, og til og við mánadagin 28. september, verða útsettir.
Hetta er tó ikki galdandi fyri Betri Deildina hjá kvinnum og Betri Deildina hjá monnum, har dystirnir verða spældir sum ætlað. Her skal tó leggjast afturat, at dysturin millum Víking og AB, sum skuldi verða í Sarpugerði í kvøld (mikukvøld), fyribils er útsettur.
Kappingarnevndin ásetur nýggjar leikdagar.
Fótbóltssamband Føroya