Á tíðindafundi mikumorgunin varð frá landsmyndugleikunum kunnað um, at samfelagið spakuliga letur upp aftur 20. apríl. Núverandi korona-tiltøk eru tí galdandi til og við 19. apríl.
Sersambondini hava fingið álagt at skipa sínar ítróttagreinar, venjingar og kappingar í tøttum samstarvi við almennu korona-ráðgevingina, nú ítrótturin byrjar aftur.
Í hesum sambandi fer Fótbóltssamband Føroya í komandi viku, saman við korona-ráðgevingini, at gera vegleiðing um, hvussu venjingar kunnu fyriskipast undir komandi korona-tiltøkum. Eisini verður serlig korona-vegleiðing gjørd fyri dystarfyriskipan.
Nýggju korona-vegleiðingarnar verða ætlandi sendar feløgunum í seinasta lagi fríggjadagin 17. apríl.