Starvsnevndin hjá FSF hevur tikið avgerð um at allar fótbóltskappingar í Føroyum næstu tvær vikurnar verða útsettar
Eftir nýggjastu tilráðingina frá heilsumyndugleikunum í morgun (red. 12. mars 2020) hevur Fótbóltssamband Føroya tikið avgerð um, at ongir dystir í kappingunum, fyriskipaðar av FSF, verða spældir næstu tvær vikurnar.
– Vit fylgja ÍSF og heilsutilráðingunum, sum frámæla at dystir og kappingar verða fyriskipaðar komandi tvær vikurnar. Somuleiðis hava vit í FSF gjørt av at avlýsa allar landsliðs- og úrvalsvenjingar umframt venjaraskeið í tíðarskeiðnum, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.
Dystirnir hjá A-landsliðnum móti Danmark og Andorra seinast í mars, og U21 dystirnir móti Spania og Montenegro, verða helst eisini útsettir.
– UEFA fyriskipar kappingarnar hjá okkara landsliðum, og tí er tað formelt UEFA, sum skal útseta hesar dystir. Vit hava tó verið í samband við UEFA og væntandi kemur nærri kunning frá teimum fyrst í komandi viku um ávirkanina, ið coronasmittan hevur á landsliðsfótbólt í Evropa, sigur FSF-forsetin.