Mánadagin 4. mai kunnu tey, ið spæla við U7 til og við U21, fara undir skipaðar venjingar aftur. Koronavegleiðingin fyri venjingar hjá teimum yngru er nú klár, og samstundis hevur FSF dagført vegleiðingina hjá teimum vaksnu


Saman við Koronaráðgevingini hjá almennu myndugleikunum, hevur Fótbóltssamband Føroya orða eitt tilmælið, ið er ætlað til skipaðar venjingar hjá børnum og ungum, frá U7 til og við U21.

Í tilmælinum stendur millum annað, at í aldursbólkunum U7 til og við U13 kunnu í mesta lagi vera 10 spælarar og ein venjari í hvørjum bólki, sum venur saman, meðan allur spælarahópurin kann venja saman í aldursbólkunum U15 og eldri.

Í tilmælinum stendur eisini, at allir persónar, ið eru hjástaddir til hvørja venjing, skulu skrásetast við navn og telefonnummari.

Dentur skal samstundis leggjast á, at tilmælið bert er galdandi fyri venjingar, og ikki dystir. Í tí sambandi kann nevnast, at kappingarnar hjá yngru deildunum ikki eru settar á skrá enn.

Øll vegleiðingin í samband við skipaðar venjingar ætlaðar børnum og ungum kann lesast HER (PDF).

Fótbóltssamband Føroya hevur samstundis dagført koronavegleiðingina hjá teimum vaksnu. Nýtt í vegleiðingini er, at nú skulu allir persónar, sum eru til venjing og dystir, skrásetast við navn og telefonnummari. Øll vegleiðingin kann lesast HER (PDF).