Tað er nógv, ið bendir á, at fleiri av EM-undankappingunum hjá yngru landsliðunum í heyst verða avlýstar. Greitt er í øllum førum, at venjingarlegurnar hjá U15- og U17-gentunum í næstum verða av ongum

——————

Um alt gekk sína vanligu gongd, og skráin hjá ungdómslandsliðunum varð fylgd, so skuldu U15- og U17-landsliðini við gentum farið við flogfarinum tíðliga mikumorgunin við kós ímóti Keypmannahavn, og har vera á venjingarlegu í eina góða viku.

Men enn einaferð hevur korona gjørt um seg, og farna hósdag varð avgerð tikin um at avlýsa venjingalegurnar hjá gentulandsliðunum, sum skuldu verða í Danmark í næstum.

– Tað harmar okkum sjálvandi almikið, at hetta ikki kundi blíva til nakað. Men vit ynskja ikki at seta nakran í eina keðiliga støðu, ið koronafarsóttin møguliga kann hava við sær. Tí hava vit valt at avlýsa ferðirnar til Danmarkar hesaferð, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Spurdur, hvussu verður við EM-undankappingunum í heyst, sigur aðalskrivarin, at í vikuni hevur videofundur verið við UEFA, og har bleiv kunnað um, at tað er nógv, ið bendir á, at EM-undankappingarnar hjá yngru landsliðunum í ár verða avlýstar.

– Sum tað sær út nú, so verða kappingarnar hjá A-landsliðunum hjá monnum og kvinnum avgreiddar sum ætlað, og tað sama verður við kappingini hjá U21. Men støðan broytist mestsum alla tíðina, so hetta kann eisini verða broytt innan stutta tíð, sigur Virgar Hvidbro.

Sambært landsliðsskránni fyri í ár spælir U21 EM-undankappingardyst mikudagin 2. september, A-landsliðið við monnum spælir fyrsta dystin í UEFA Nations League tann 3. september, og kvinnurnar spæla EM-undankappingardyst fríggjadagin 18. september.

Landsliðsskráin 2020 sæst HER