Leygardagin 22. august fara kappingarnar hjá teimum vaksnu í gongd aftur, og leygardagin 29. august byrja tey yngru aftur at spæla dystir
——————
Síðan mikudagin 5. august hevur steðgur verið í øllum kappingum, undantikið í Betri Deildini hjá monnum. Men nú er ætlanin at fara spakuliga í gongd aftur.
Komandi leygardag, sum er tann 22. august, byrja allar vaksnamannadeildirnar aftur, og leygardagin 29. august byrja kappingarnar í barna- og ungdómsdeildunum aftur. Úrvals- og landsliðsvenjingarnar hjá FSF byrja aftur mánadagin 24. august.
Í hesum sambandi verður víst til nýggjastu koronavegleiðingarnar, sum síggjast HER, og er tað av stórum týdningi, at tær verða fylgdar.
Spælt verður eftir løgdu leikdøgunum, meðan umsitingin í Fótbóltssambandi Føroya arbeiðir við at finna nýggjar leikdagar til útsettu dystirnar.
Avgerð er eisini tikin um, at fyribils verður spælt uttan áskoðarar til og við fríggjadagin 28. august.