UEFA hevur avgjørt at avlýsa fleiri av menningarkappingunum hjá yngru landsliðunum, og at landsdystirnir hjá kvinnum, monnum og U21 í juni verða útsettir til í heyst. Sostatt verður nógv landsliðsvirksemi í september, oktober og november


Mikudagin var videofundir millum tey 55 limalondini í UEFA. Á fundinum vórðu ymisku kappingarnar hjá evropeisku fótbóltssamgonguni umrøddar. Hálvan mars var avgjørt at útseta EM 2020, til at verða í 2021, og nú eru aðrar kappingar og endaspøl eisini útsett ella avlýst.

Millum annað er avgerð tikin um at avlýsa allar menningarkappingarnar hjá yngru landsliðunum, sum eftir ætlan skuldu verða í mai mánað. Harafturat eru EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg fyri U15 Dreingir, og venjingarkappingin fyri U18 Dreingir, sum skuldi verða í Fraklandi, avlýstar.

Á videofundinum varð eisini avgjørt at útseta allar dystir hjá kvinnulandsliðnum, manslandsliðnum og U21-landsliðnum, sum eftir ætlan skuldu verða í juni mánað. Sum avleiðing av hesum varð samtykt at útseta EM-endaspølini hjá kvinnum og U21, sum skuldu verða í 2021, til í staðin at verða á sumri í 2022.

Fyri Føroyar merkir hetta millum annað, at menninir væntandi skulu spæla átta landsdystir í heyst. Umframt dystirnar í bólkaspælinum í UEFA Nations League, skal A-landsliðið við monnum møguliga eisini spæla tveir venjingardystir, sum verða i september og oktober.

Broytta skráin hjá UEFA hevur samstundis við sær, at EM-undankappingin hjá kvinnum endar í november, og tað sama er galdandi fyri undankappingina hjá U21-landsliðnum.

Vanliga spæla føroysku liðini undankappingardystirnar til Champions League og Europa League um mánaðarskifti juni-juli. Men í ár verða hesir dystir allarhelst á skránni nakað seinni. Nær áleið teir verða, er tó ilt at siga í løtuni.