Steðgurin í øllum kappingum hjá FSF, undantikið í Betri Deildini hjá monnum, er nú longdur við einari viku, og er galdandi til og við fríggjadagin 21. august

——————

Mikudagin í farnu viku varð avgjørt at steðga øllum fótbólti, undantikið fremstu deildini hjá monnum, til og við 14. august. Hesin steðgur er nú longdur við einari viku, og er nú galdandi til og við fríggjadagin 21. august.

– Vit fylgja gongdini neyvt, og taka tey atlit, sum vit halda eru neyðug. Millum annað verður nú kravt, at øll, ið hava uppgávur til dystir í Betri Deildini hjá monnum, lata seg kanna fyri korona. Hetta er galdandi fyri spælarar, venjarar, hjálparfólk, dómarar, fjølmiðlar, vaktir, ja øll, ið fáa atgongd til dystirnar.

Tað sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, og leggur afturat, at samstundis sum steðgurin er galdandi, eru allar landsliðvenjingar og úrvalsvenjingar hjá FSF tiknar av skránni.

Umframt at útseta dystir og landsliðsvenjingar, mælir FSF feløgunum til at steðga við øllum barna- og ungdómsvenjingum beinanvegin, og at hesar ikki verða tiknar upp aftur fyrr enn í fyrsta lagi tann 15. august.

Í samband við støðuni viðvíkjandi korona, sum nú er íkomin, er koronavegleiðingin til venjingar og dystir fyri vaksin dagførd, og kann síggjast HER.